At kenda danska parið Hans og Jobbe Pilgaard hava ein stóran kærleika til Føroya, vita vit eftir hondini. Teir hava ferðast her fleiri ferðir og brúka ein stóran part av árinum her.
Í fjør keyptu teir sær so eini hús á Velbastað, og teir plaga at koma til Føroya við jøvnum millumbilum at kobla av og taka sær av løttum.
Herfyri fortaldu teir báðir á Instagram, at teir eru farnir at læra seg føroyskt. Teir bóðu fylgjarar sínar um at gita, hvørji tíðindi teir fóru at avdúka. Onkur gitti, at teir fóru at flyta permanent til Føroya, men tað mátti Hans Pilgaard siga nei til. Tá avtornaði vísti tað seg, at teir eitt nú fara at læra seg føroyskt.
Ekstra Blaðið hevur spurt Hans Pilgaard, hvat hetta snýr seg um. Og har fortelur fólkakæri sjónvarpsverturin soleiðis:
– Tað er ringt, men hugnaligt. Eftir mínum tykki er tað at læra seg málið tann besti mátin at integrerast í einum nýggjum staði, sigur Hans Pilgaard við EB.dk.
Teir duga longu at siga nøkur orð og nakrar setningar á føroyskum.
– Vit skilja uttan iva meira føroyskt, enn vit tosa. Men eg haldi tað gongur framá, og so venja vit okkum við at lesa nakrar føroyskar heimasíður dagliga.