Elizabeth vil hava at Camilla verður drotning

- Tað er mítt inniliga ynski, sigur drotningin.

 

Bretska drotningin, Elizabeth, vil, at hertuginnan Camilla fær heitið sum drotning, tá Charles prinsur einaferð verður kongur.

 

- Tað er mítt inniliga ynski, sigur drotningin.

 

Sambært tíðindastovuni NTB hevur Elizabeth sagt hetta í samband við, at hon nú hevur sitið á trónuni í 70 ár.

 

Drotning Elizabeth, sum er fødd hin 21. apríl í 1926, hevur verið drotning síðan hin 6. februar í 1952.