##med2##
Í gjár skrivaðu vit um, at Atlantsflog hevur broytt ferðaætlanina, soleiðis at nú er tað bara eitt flogfar um dagin, bæði leygardag og sunnudag. Men hjá suðuroyingum eru túrarnir um leygardagar og sunnudagar so ólagaligir, at suðuroyingar, sum koma við flogfarinum leygarkvøld, sleppa ikki suður fyrr enn sunnudagin og suðuroyingar, sum skulu við flogfarinum sunnudag, mugu norður um fjør leygardag.
Í gjár greiddi Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, at hjá teimum varð hetta serliga ólagaligt, bæði hvat viðvíkur sjúklingaflutningin og hvat viðvíkur teimum læknum, sum arbeiða á sjúkrahúsinum.
Samstundis hevur Bjarni Hammer, tingmaður, nú tikið málið upp í Løgtnginum og Henrik Old ger greitt, at verður málið ikki loyst fyrsta dagin, fer hann eisini at taka tað upp.
Les meiri um tað her: Hetta kunnu suðuroyingar ikki góðtaka.
Les meiri her: Fær avleiðingar fyri bæði sjúkrahúsið og sjúklingarnar
Í tíðindunum á FM1 í gjár segði stjórin í Atlantsflogi, Jóhanna á Bergi, at tað eru nógv ynski tá ið ein ferðaætlan verður løgd og tað royna tey at hugsa um.
Hon sigur, at støðan er tann, at tey flestu vilja sleppa til Danmarkar so tíðliga á morgni sum gjørligt og tey vilja koma heim til Føroyar so seint sum gjørligt um kvøldið. Tað er fyri at hava betri samband við flogfør ímillum Keypmannahavn og umheimin.
Men hon lovar samstundis at hyggja upp á trupulleikan hjá suðuroyingum fyri at vita um nakað er at gera.
Trýst á pílin undir myndini og hoyra Stjóran á Atlantsflogi greiða frá.