Felagið hevur umleið 300 limir, og limatalið er støðugt vaksandi. Felagið hevur við árunum fostrað nógv talent. Tey flestu kenna Bjørk Herup Olsen, sum hevur verið FM vinnari í fleiri ár og eisini hevur gjørt [...] ar. Fleiri evnarík ung fólk eru í felagnum, eitt nú Rúni Seloy, sum hevur fingið góð úrslit bæði í Føroyum og uttanlands. ?Vit í Bragdinum eru sera glað um at fáa eina tvey ára stuðulsavtalu við BankNordik [...] aftaluni kunnu vit leggja raksturin í eina trygga legu, og samstarvið stuðlar undir, at fræls ítrótt fær enn betri festi í Føroyum,? sigur Fríðrikur Bláhamar, formaður í Bragdinum.
skjótt fer at bera til at fáa eina Pentium II í klonteldu fyri minni enn 10.000 kr. Innspæl við MPEG2 Higartil hevur tað í praksis verið ógjørligt at innspæla video á eina vanliga teldu. Videofílirnar verða [...] Prísfall Tær bestu stationeru teldurnar falla í prísi. Seinast hevur IBM í USA sent eina fullkomna Pentium II 233 MHz skipan á gøtuna fyri 1250 dollarar. Tað svarar til ein prís hjá okkum uppá umleið 12 [...] boðaði í fjør frá einum gjøgnumbroti við at nýta kopar sum leiðara í chipsinum í staðin fyri aluminium. Kopar útviklar minni hita og kann tí geva bæði skjótari og minni chips enn aluminium. IBM hevur nú
søgan um innlitsumbønina er í stuttum henda: Tórshavnar kommuna hevur fingið fyrispurning frá einum byggiharra um at sleppa at byggja eina frystigoymslu í kommununi. Umsøkjarin hevur upplýst, at hann ætlar [...] tykist vera setningurin, ið Sjónvarpið hjá Kringvarpinum nú í eina tíð hevur sett sær fyri at breiða út og prógva. Seinasta dømið var eitt innslag í Degi og viku fríggjakvøldið fyri viku síðani, har ið ávíst [...] varpað á, at Tórshavnar kommuna hevur søkt um innlit í eina byggimálsviðgerð hjá Tvøroyrar kommunu, og síðani tikið innlitsumbønina aftur. Fyri sjónvarpsjournalistin tykist hetta í sjálvum sær at vera illgrunavert
av virkseminum í einum samfelag eisini í heilsuverkinum. Tí er arbeiðið at seta í skipanina raðfest høgt í Almanna- og heilsumálaráðnum. Málið er, at skipanin skal verða tikin í nýtslu í øllum heilsuverkinum [...] Og tað kann bjarga mannalívum, tá ið harðast leikar á. Talan er um eina talgilda sjúklingaskrá, sum arbeitt hevur verið við í eina tíð. Men nú er komið so langt, at THS skipanin, ella Talgilda Heilsuskipanin [...] beinleiðis umvegis telduna og fáa svarið beinleiðis á telduna. Trygdin í hásæti At hvør sjúklingur nú hevur eina og somu journal í øllum heilsuverkinum, merkir ikki, at ein og hvør sleppur framat øllum
Formanskapurin í løgtinginum hevur seinastu mánaðirnar arbeitt við at leggja tingarbeiðið í eina fastari legu, og hetta fer at hava umfatandi broytingar við sær. Við hjálp av eini vegleiðandi ársskrá fyri [...] tingarbeiði frá ólavsøku til einaferð í apríl mánaði, er ætlanin at koma trupulleikunum við mongu tingmálunum í november mánaði og mars mánaði til lívs. ?Nógv hevur verið tosað um, at tingmálini eiga at [...] enn higartil. Vit hava vanliga eina rúgvu av málum at taka støðu til í november og mars mánaði, meðan trýstið ikki eins stórt hinar mánaðirnar á árinum. Við at leggja eina ársskrá ber til at fáa tey umleið
Í gjár sótu fleiri túsund ukrainar í streymloysi í Kherson har suðuri í Ukraina, tá Russland leyp á eina orkustøð í økinum. Aftur í nátt hava russar lopið á Ukraina við teirri avleiðing, at í minsta lagi [...] lagi 4000 fólk í dag sita í streymloysi. Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at russiski herurin hevur lopið á eina transformatorstøð í landnyrðingspartinum av landinum, og álopið varð framt [...] harumframt hevur ein russisk rakett eisini rakt eina streymleiðing í Dnipropetrovsk-regiónini við teirri avleiðing, at 4000 fólk hava ongan streym. Ukraina og Russland hava samstarvað við USA um eina semju
fullkomin tøgn í salinum, tá landsstýrismaðurin síðani nevndu ætlaðu privatiseringarnar. ?Privatisering hevur leingi verið á dagsskránni og nú hevur hetta landsstýrið so sett út í kortið eina reglugerð og [...] gera íløgur í Føroyum. Gott at vera í London -Eg eri ovurfegin at vera í London ? hesum livandi og nútímans býnum, við tess vakra byggisniði og hugtakandi søgu. Tá eg vitjaði parlamentið í dag kendist [...] ílegugransking sum eina nýggja vinnu. Allar hesar vinnur hava eina framtíð í Føroyum metti landsstýrismaðurin og sipaði við hesum til, at slíkar vinnu kunnu vera góður marknaður fyri íleggjarar í umheiminum.
Nevndin arbeiðir við fyrireikingunum fyri 130 ára dagin. í eina tíð hevur verið arbeitt við at fríðka um 130 ára gomlu Johonnu. Í løtuni er hon á beding í Vági. [...] Johanna TG 326 verður 130 ár í ár. Avgjørt er at hátíðarhalda hetta tann 24. mai 2014. Arbeitt verður við at seta saman eina áhugaverda skrá fyri dagin. Gudmund Jacobsen er formaður í felagnum Johanna TG 326
Í minsta lagi 36 fólk lótu lív í trimum ógvusligum atsóknum í útnyrðingspartinum av Pakistan í dag. Tann ringasta atsóknin var uttan fyri eina mosku í einum býi nærhendis afghanska markinum. Har doyðu [...] doyðu 26 fólk í einari herðari bumbuspreinging. Eina aðrastaðni doyðu sjey fólk, tá menn lupu á ein skúla, og í býnum Pershawar vórðu ein leiðandi fíggindi hjá Taliban og tveir av hjálparmonnum hansara myrdir [...] myrdir á einum marknaðartorgi. Sambært pakistonsku myndugleikunum hevur eingin átikið sær ábyrgdina av dagsins álopum, skrivar Reuters.
Støðan í grikska høvuðsstaðnum Athen er sera ógreið. Túsundtals fólk mótmæla teimum búskaparligu átøkunum, og trý fólk doyðu, tá mótmælisfólk tveittu eina brandbumbu í einum banka í miðbýnum. Sambært [...] tíðindastovunum er eldur í bankanum, og fleiri fólk eru inni har. Løgreglan hevur avbyrgt alt økið kring bankan, og sløkkiliðsmenn royna at basa eldinum. Eldur var eisini í fíggjarmálaráðnum, eftir at [...] at onkur hevði tveitt eina bumbu inn hagar. Fjølmiðlarnir siga, at mótmælisfólk hava sett eld á ein bil hjá sløkkiliðnum og ein sjónvarpsbil.