Johanna heldur 130 ára dag í mai

Sluppin Johanna verður 130 ár í ár og hetta verður hátíðarhildið í mai.

Sluppin Johanna TG 326 verður 130 ár í ár. 

 

Avgjørt er at hátíðarhalda hetta tann 24. mai 2014.

 

Arbeitt verður við at seta saman eina áhugaverda skrá fyri dagin. Gudmund Jacobsen er formaður í felagnum Johanna TG 326 og var afturvaldur fyri stuttum, eins og restin av nevndini, tá aðalfundur var. Nevndin arbeiðir við fyrireikingunum fyri 130 ára dagin.

 

í eina tíð hevur verið arbeitt við at fríðka um 130 ára gomlu Johonnu. Í løtuni er hon á beding í Vági.