Privatisering veruleiki í ár

-Endamálið við míni vitjan her í London er at menna búskaparliga og handilsliga samstarvið millum Stórabretland og Føroyar og samtíðis at fara undir ein politiskan dialog segði landsstýrismaðurin Bárður Nielsen, tá hann talaði fyri 80 framstandandi umboðum fyri kapitalmarknaðin, oljufeløg og fíggjarpressuna í London herfyri og harvið lat dyrnar upp fyri teimum at vera við í privatiseringstilgongdini.

Samkoma í London
Jan Müller
jan@sosialurin.fo


Tosað hevur verið um at privatisera ? einskilja ? tær almennu fyritøkurnar nú í mong ár. Uttan at nakað ítøkiligt er hent. At staðurin hetta varð kunngjørt av álvara og kanska meira ítøkiligt enn nakrantíð fyrr skuldi vera London og ikki Tórshavn, hevði væl fáur grunað. Og tað var í London, fíggingardeplinum av øllum í heiminum, at føroyski fíggjarmálaráðharrin, Bárður Nielsen fyri fyrstu ferð legði kortini á borðið og gjørdi altjóða íleggjarum og bankum greitt, at nú kunnu teir venda eygunum móti Føroyum, tí her verður skjótt ein møguleiki at gera nakrar skilagóðar íløgur.

Bárður Nielsen man neyvan nakrantíð hava staðið frammanfyri eitt so kapitalsterkt publikum sum hesa løtuna í hjartanum á fíggjardeplinum London. Ikki færri enn 80 íleggjarar, bankafólk og oljufólk høvdu tikið av innbjóðingini frá føroysku sendistovuni í Bretlandi at hoyra um møguleikarnar at gera íløgur í Føroyum.

Gott at vera í London
-Eg eri ovurfegin at vera í London ? hesum livandi og nútímans býnum, við tess vakra byggisniði og hugtakandi søgu. Tá eg vitjaði parlamentið í dag kendist tað sum hoyrdi eg søguna tosa vóru byrjunarorðini hjá fíggjarmálaráðharranum og legði hann dent á, at tað var sera hugaligt at møta so mongum týðandi umboðum fyri vinnulív og fíggingarkervið í bæði Bretlandi og Føroyum. Endamálið við míni vitjan er at menna búskaparliga og handilsliga samstarvið millum londini og samtíðis at fara undir ein politiskan dialog.


Eftir at hava givið eina stutta frágreiðing um politisku skipanina og støðuna í Føroyum leitaði landsstýrismaðurin fram orð sum globalisering og frían handil og segði, at Føroyar eru partur av hesi menning og hava ein upplatnan og útflutningsvendan búskap og vit eru fyri frælsum handli. Føroyar hava gjørt av ikki at vera partur av ES tó at vit hava samtykt skandinaviskt og europeiskt regulverk og somuleiðis altjóða standardir fyri okkara ídnað. Vit hava eina fríhandilsavtalu við ES og arbeiða við at fáa eina buskaparliga samstarvsavtalu við Ísland og at menna samstarvið við EFTA londini.

Landsstýrismaðurin helt fyri, at bretski marknaðurin hevur stóran áhuga hjá føroyskum ídnaði og her serstakliga fiskiídnaðurin, men sambandi á øðrum vinnuøkjum er sera avmarkað, og tað er hetta vit vilja hava ment. ?Eg vóni at henda løtan, og tað at tit eru tilsteðar her í kvøld, kann vera við til at knýta samstarv millum londini og menna tey búskaparligu bondini. Í hesum sambandi nevndi landsstýrismaðurin týdningin av, at føroyskir ungdómar í størri og størri mun leita sær til Bretlands at fáa sær eina útbúgving. Í dag lesa 80 føroyingar í Stórabretlandi og talið bara veksur.

Síðani treiv Bárður Nielsen framtíðar vinnumøguleikar og segði, at tað er ikki nóg mikið bara at grunda sína tilveru á náttúrutilfeingi. Fyri at gerast kappingarførir í einum globalum búskapi, eru vit noydd at menna KT-vinnurnar við at kommercialisera gransking og menning og gera fyritøkurnar betri kappingarførar á altjóða marknaðinum.

Seinni í summar fer landsstýrið at leggja sína ætlan "Vision 2015" fram. Endamálið er at gera eina ætlan fyri nýggjar verkætlanir, sum skulu skunda undir búskaparliga vøksturin og menna ein kappingarføran búskap.

Bárður Nielsen vísti á framtíðar týdningin føroysk sjófólk? og maritimar tænastur kunnu hava. Her liggja stórir møguleikar. Eisini nevndi hann í hesum sambandi altjóða føroysku skipaskrásetingina, har reiðarí kunnu fáa endurgoldið 28% av lønunum, ið verða goldin starvsfólk á skipum, sum eru skrásett í Føroyum. Ladnsstýrismaðurin metti hesa vinnuna hava stórar framtíðar møguleikar.

Síðani nevndi hann bæði KT-vinnu og ferðavinnu og loksins ílegugransking sum eina nýggja vinnu. Allar hesar vinnur hava eina framtíð í Føroyum metti landsstýrismaðurin og sipaði við hesum til, at slíkar vinnu kunnu vera góður marknaður fyri íleggjarar í umheiminum.

Privatisera
Tað var fullkomin tøgn í salinum, tá landsstýrismaðurin síðani nevndu ætlaðu privatiseringarnar. ?Privatisering hevur leingi verið á dagsskránni og nú hevur hetta landsstýrið so sett út í kortið eina reglugerð og tíðarætlan fyri privatissering av fleiri almennum fyritøkum. Okkara næsta stig verður at gera eitt liðugt vegkort fyri privatisering av hesum fyritøkum: Føroya Tele, Atlantic Airways, Føroya Banka og Lívstryggingini. Seinni í ár ella tíðliga næsta ár fara vit at leggja fram fyrstu uppskotini fyri Føroya Løgting. Við at seta á stovn eitt "Faroese Securities Market" fara heimligir aktørar at fáa lættari atgongd til kapital til bæði verandi og komandi initiativ. Hetta hevur stóran týdning, serliga tá eitt føroyskt felag ynskir at víðka sítt virksemi í Føroyum ella í útlandinum.

-Eg vóni, at eg við hesi frágreiðing havi givið tykkum ein varhuga av, hvat Føroyar hava at bjóða. Stjórnir kunnu og vilja skipa fyri góðum umstøðum og viðurskiftum, virka sum hurðaupplatarar, skapa møtipláss og taka stig, men restin er upp til tykkara. Eg vóni, at eitt tiltak sum hettta fer at skunda undir eina tilgongd við búskaparligum samstarvi og leggja grundarsteinarnar fyri meiri samhandli og íløguvirksemi millum okkum og tykkum, til gleði fyri báðar partar.