Blóðugar atsóknir í Pakistan

Í minsta lagi 36 fólk lótu lív í trimum ógvusligum atsóknum í útnyrðingspartinum av Pakistan í dag. Tann ringasta atsóknin var uttan fyri eina mosku í einum býi nærhendis afghanska markinum. Har doyðu 26 fólk í einari herðari bumbuspreinging.

Eina aðrastaðni doyðu sjey fólk, tá menn lupu á ein skúla, og í býnum Pershawar vórðu ein leiðandi fíggindi hjá Taliban og tveir av hjálparmonnum hansara myrdir á einum marknaðartorgi.

Sambært pakistonsku myndugleikunum hevur eingin átikið sær ábyrgdina av dagsins álopum, skrivar Reuters.