Teldunýtt

-

Prísfall

Tær bestu stationeru teldurnar falla í prísi. Seinast hevur IBM í USA sent eina fullkomna Pentium II 233 MHz skipan á gøtuna fyri 1250 dollarar. Tað svarar til ein prís hjá okkum uppá umleið 12.500 kr., ein óhoyrt lágur prísur fyri eina merkivøru teldu í so sterkari útgávu.

Fyri eina vanliga klonteldu skal prísmunurin á eini IBM ella Compaq helst vera áleið 3.000 kr., so tað er sannlíkt, at skjótt fer at bera til at fáa eina Pentium II í klonteldu fyri minni enn 10.000 kr.


Innspæl við MPEG2

Higartil hevur tað í praksis verið ógjørligt at innspæla video á eina vanliga teldu. Videofílirnar verða nevniliga so ovurhonds stórar, umleið 10 MB um sekundið, at tað er ógjørligt at arbeiða við.

Tað er neyðugt við effektivari kompressión, sum nýggja MPEG2 skipanin, fyri at koma niður á umleið 1,5 MB um sekundið.

Men MPEG2 krevur ógvuliga stóra teldumegi í kompressiónini, so sjálvt ein Pentium II ikki megnar tað uttan víðari. Tað er bert møguligt við serligum chippi, sum higartil hava verið óhoyrt dýr, heilt upp til 10.000 kr.

Nú hevur Matsushita kortini latið eitt chip á marknaðin sum megnar fulla MPEG2 kompressión. Prísurin er eisini á eini rímiligari legu, nevniliga undir 2.000 kr.


Koparchips

IBM boðaði í fjør frá einum gjøgnumbroti við at nýta kopar sum leiðara í chipsinum í staðin fyri aluminium. Kopar útviklar minni hita og kann tí geva bæði skjótari og minni chips enn aluminium.

IBM hevur nú almannakunngjørt ætlanir um at gera eina kopar útgávu av teirra PowerPC, sum m.a. verður nýtt í Macintosh teldum upp á 500 MHz.

Tað er gott fyri Apple, sum so kanska kann gera enn sterkari teldur. Men hetta er eisini gott nýtt fyri onnur.Mangt bendir á, at kopartøknin skjótt kann nýtast í øðrum chipsum, og tað fer møguliga at økja menningarferðina í Intel chipsum eisini.