fermdur, tá ið familjan upp undir jól í 1969 flutti til Havnar, har pápin var KFUM skrivari. Útbúgvingartíðin hjá Jákupi var so stutt, sum tað næstan ber til. Hann var átjan og eitt hálvt ára gamalur, tá ið [...] skaldskap hansara við serligum atliti til lestrarnar, sum hann skrivaði, og sum hava verið nógv nýttir. Í sambandi við nógvu tíðina, sum sandoyarprestur hevur nýtt til eftirútbúgving, hevur hann serliga havt [...] í prestafelagnum. Hann hevur síðani hann kom til Sands at búgva verið formaður í barnaverndini, og hann er leiðari í musikkskúlanum har suðuri. Jákup giftist í 1983 við Jóhonnu Poulsen. Hon er dóttir Elina
verið hendinga góður í hesum, taka teir til, sum hava verið saman við honum í hesum høpinum. Eitt nú syrgdi Ólavur fyri meiri enn tredivu árum síðani fyri, at tað bar til at sleppa undan at binda seyðin niður [...] Ólavur hoyrir til býarmyndina í Klaksvík, og kanska komast fleiri við navnið, tí tað er ikki so langt síðani, at hann eitt leygarkvøld var gestur hjá Gunnari Nolsøe í Útvarpinum. Ólavur er ættaður av Stongunum [...] fjalli. Hann gjørdi grabbar, sum seyðurin stendur í, tá ið teir lossa hann niður í bátin. Ólavur giftist í 1974 við Elinborg, sum er dóttur Onnu, ið var úr Nornastovu í Mikladali, og Jógvan Martin Joensen
Reyni sær í desember í 1945 heimaftur til Føroya. Gunnar veit eitt nú at siga, at Ingálvur onga mynd seldi fyrsta hálvt annað árið, eftir at hann var komin aftur til Føroya. Í 1947 hevði hann saman við Elinborg [...] seg eftir at keypa føroysk listarverk. 12. januar í 1946 giftist Ingálvur við Elsu fødd Thomsen og ættað úr Skemmuni í Porkeri. Hon hevði lært til sjúkrasystir á Sundby hospital á Amager undir krígnum. Nógvu [...] lítillætnan landsmann, sum dugdi so ógvuliga væl at lyfta onnur upp og fram og sum setti størstu krøvini til sín sjálvs. Ingálvur var føddur 18. desember í 1920, og hann var havnarmaður. Foreldrini vóru Christina
kravdi hann til taks allan sólarkringin, gerandis so væl sum heilagt. Nú var eg av ávísum ávum serliga knýttur at Svend, og tað kom meira enn einaferð fyri, at eg kom at vera hjá teimum til fosturs í stytri [...] hevði verið skipari á Pride. Mær kunnugt er bert tann yngsti bróðirin, Jacob, eftir á lívi. Anna giftist Svend, mórbróður, í 1952. Tey bygdu á Uppsalareiði við Nýggjaveg undir liðini á hinum systkjum Onnu [...] ein so frálíka góður lurtari og eygleiðari fyri ein unglinga í viðkvomum aldri. Hálvvaksin fór eg so til skips og síðani í lestrarørindum av bygdini at kalla fyri vell, men tá morbróðir fekk egna vinnufyritøku
Johild fór sum 2 1/2 ára gomul til Víkar at vera. Á ungum árum kom hon at kenna Esbern, son Elspu og Matias á Morskranesi. Elspa var ættað úr Velinum í Vík. Johild giftist við Esbern á sínum 20 ára føðingardegi [...] fór hon í heimahjálpina, sum tað æt tá, og var hon har til hon bleiv pensionerað. Johild eigur 12 ommubørn og 2 langommubørn, og er hon okkum til stóra hjálp um okkurt berst á. Johild situr ikki hendur
giftust inn á Gørðum hjá ommu Svenning; abbin var tá deyður. Her kann til stuttleikar nevnast, at Mina, systir Herborg, eisini giftist til Kaldbaks við Hans Peturi Nólsøe, bónda á Torvlaðnum (1916 - 1988) [...] Svenning var til arbeiðis tók hon sær av kríatúrunum, mjólkaði neytunum, og um summarið var nóg mikið at takast við í hoyna. Herborg hevur altíð bundið sera nógv og selt til ymiskar handlar og til onnur, ið [...] hon læt selja til Heimavirkið. Í nøkur ár vaskaði hon eisini skúlan og tendraði fyri hitanum um morgnarnar. Svenning hevur tikist við nógv ymiskt ígjøgnum árini. Hann hevði hug at fara til sjós, men av
er ein býarmynd í Havn, har hann til fyri fimm árum síðan arbeiddi sum arbeiðsformaður hjá Tórshavnar kommunu. Hann kendi kloakkskipanina í býnum so væl, at hann var til stóra hjálp hjá teimum sum løgdu [...] eina tíð. Hann giftist í Noreg í 1958 við Onnu úr Fuglafirði. Hon er dóttir Hendrik á Buð (Olsen), sum var frá Gøtugjógv og Katrinu (Trinu), sum var úr Elduvík. Anna og Tróndur fluttu aftur til Føroya seinast [...] úr nýggjum og gjørdi uppdyrkingarvegir. Tá Tórshavnar kommuna í 1974 fór at gera vegin úr Kaldbak til Hvítanes, fekk Tróndur starv hjá kommununi sum arbeiðsformaður. Tá arbeiðið við Kaldbaksvegnum varð
á heilsøluni hjá J. F. Kjølbro. Hesi hildu til undir somu lon á Stongunum. Kjølbro var umboð hjá Skipafelagnum í Klaksvík. Eliesar var á lagrinum, og á veg til og frá arbeiði í gulum overalsjakka og lættur [...] í ár. Hann búði einsamallur í heiminum á Stongunum. Heimahjálp vitjaði, men Eliesar gekk sjálvur til handils, og hann plagdi hvørja viku at vitja beiggjarnar, Mourits og Pætur Franklin, sum búgva á V [...] ættað úr Kelduhúsinum í Hattarvík. Tey giftust í 1893 og átta børn komu undan, sum høvdu Sørensen til eftirnavn: Zacharias, Sigga, Signa, Eliesar, Líggjas, Mourits, Pætur Franklin og Betta. Zacharias búði
Venezuela og vitjaðu sonin Ingvard og familjuna har. Hon bjóðar seg ofta fram til at hjálpa í ymiskum samanhangum, eitt nú til tiltøk í Ebenezer og aðrastaðni. [...] Alma er upprunaliga úr Heiðunum, hon kom sum 6 ára gomul til Havnar og gekk í barnaskúla hjá Nonnunum. Hesa tíðina var hon nógv í Skálbúðini, har omma hennara, Jenny, búði. Liðug við skúlan búði hon eitt [...] Nansy, f. Danielsen, og Hans David Heinesen. Hini systkini eru: Karolina, Hanus, Olga og Debus. Alma giftist í 1965 við Frank Petersen úr Kaldbak. Tey bygdu hús í Havn og fingu tveir synir, Jan og Ingvard.
arbeitt, ansa børnum og heimi, og lisið - alt um eina leið. Jana giftist við Torleivi í 1970, og tey eiga Marjuna og Mass. Jana las til sosialráðgeva og tók prógv í 1974. Í lestrartíðini arbeiddi hon á [...] vi var hjá Kerteminde kommunu, har hon var málsviðgeri. Har starvaðist hon til 1978, tá hon flutti við Torleivi og børnum til Føroya. Fyrsta starvið í Føroyum var sum vikarur í Tórshavnar Kommunuskúla [...] hevði verið við til at savna ta fyrstu tíðina á Kreppumiðstøðini. Jana gavst, tá hon hevði verið í hesum arbeiði í 10 ár, fyri ikki at gerast ein "instutión," sum hon plagar at taka til. Men Kvinnuhúsið