Alma Petersen 60 ár

Mikudagin 16. november fyllir Alma Petersen í Havn 60 ár.

Alma er upprunaliga úr Heiðunum, hon kom sum 6 ára gomul til Havnar og gekk í barnaskúla hjá Nonnunum. Hesa tíðina var hon nógv í Skálbúðini, har omma hennara, Jenny, búði.

Liðug við skúlan búði hon eitt skifti aftur í Heiðunum, men síðan 1962 hevur hon búð fast í Havn. Hon arbeiddi eina tíð á bakarínum hjá Conrad Skaale, ið hevði tveir handlar tá, ein í J.C. Svabosgøtu, har sum bakaríið var, og ein á Abbatrøð, har sum Sjónvarpið er í dag. Seinni sat hon við vekslaran á Landssjúkrahúsinum.

Alma er elst av teimum fimm børnunum hjá Nansy, f. Danielsen, og Hans David Heinesen. Hini systkini eru: Karolina, Hanus, Olga og Debus.

Alma giftist í 1965 við Frank Petersen úr Kaldbak. Tey bygdu hús í Havn og fingu tveir synir, Jan og Ingvard. Jan er timburmaður og býr á Argjum, og Ingvard er trúboðari í Venezuela.

Meðan dreingirnir vóru smáir, arbeiddi Alma heima. Síðan fekk hon starv sum skrivstovukvinna hjá Føroya Brunatrygging, har hon arbeiddi í mong ár.

Síðan miðskeiðis í 90-unum hevur Alma selt hús og aðrar ognir. Hon arbeiðir nevniliga hjá Húsamekling á Vaglinum.

Alma er ógvuliga familjukær, hon eigur 6 ommubørn, og hon gongur høgt upp í famlijuna sum heild. Hon er ikki so nógv fyri at ferðast, men í fjør vóru hon og Frank í Venezuela og vitjaðu sonin Ingvard og familjuna har.
Hon bjóðar seg ofta fram til at hjálpa í ymiskum samanhangum, eitt nú til tiltøk í Ebenezer og aðrastaðni.