Onnu Joensen í Klaksvík til minnis

Farna leygardag andaðist Anna hjá Óla Olsen á Dalinum, ella seinni Anna hjá Svend Joensen, morbróður, sála, 81 ára gomul aftan á drúgva og móti endanum svára sjúkralegu.

Anna var úr góðum bergi brotin, dóttir navnframa bátsformannin Óla Olsen á Dalinum í Uppsølum í Klaksvík og Marin Elisabeth Joensen úr Miðstovuni á Syðradali í Kalsoynni.

Systkini vóru 8 í tali, og hava fleiri teirra gjørt vart við seg í bygdar- og samfelagshøpi, eitt nú var Poul Jacob løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin í mong Harrans ár umframt eisini í bygdarráðnum. Arnold, bróðir, var tiltikin skipstimbrari, og Mourits í eitt mannaminni á sýsluskrivstovuni, umframt at Sofus, sum andaðist fyrr í heyst, hevði verið skipari á Pride. Mær kunnugt er bert tann yngsti bróðirin, Jacob, eftir á lívi.

Anna giftist Svend, mórbróður, í 1952. Tey bygdu á Uppsalareiði við Nýggjaveg undir liðini á hinum systkjum Onnu, Poul Jacob, Arnoldi og Sofusi. Svend og Anna fyri børnini trý: Rudolf, Hallgerð og Eyðbjørg, sum eisini er guddóttir mín.

Meðan børnini vóru smá og vuksu upp, var Anna mest sum burturav heima at passa mann og børn, men tað mundi heldur ikki bara vera sum at siga tað, síðani Svend hevði slíkt arbeiði, sum kravdi hann til taks allan sólarkringin, gerandis so væl sum heilagt.

Nú var eg av ávísum ávum serliga knýttur at Svend, og tað kom meira enn einaferð fyri, at eg kom at vera hjá teimum til fosturs í stytri og longri tíðarbil, og tað má eg siga, at stillførari og tryggari umstøður havi eg neyvan kent í uppvøkstrinum. Reint, nossligt og friðsælt umhvørvi, og so var Anna við sínum fyrikomandi og stillføra lyndi ein so frálíka góður lurtari og eygleiðari fyri ein unglinga í viðkvomum aldri.

Hálvvaksin fór eg so til skips og síðani í lestrarørindum av bygdini at kalla fyri vell, men tá morbróðir fekk egna vinnufyritøku, samstundis sum børnini vóru vorðin vaksin, fór Anna út at arbeiða hjá honum og stuðlaði væl upp undir virksemið.

Nú eru umsíðir nøkur ár liðin, síðani Svend andaðist, og hóast vit høvdu unnað Onnu nógv góð ár afturat saman við sínum børnum og ommubørnum, fór heilsan skjótt at bila.

Saknur verður í Onnu, serliga hjá hennara allarnærmastu, men eisini vit onnur fara at goyma hana í minninum sum hana, sum í sínum stillføri og lítillætni kortini var til taks á røttum stað og í tøkum tíma við síni róligu og fjálgandi hond.

Hvíl í friði, góða Anna.

Heilsan
Eyðun