dag var ikki greitt, hvat júst pávin doyði av. Frans pávi hevur verið leiðari fyri katólsku krikjuna í júst 12. Argentinski pávin, hvørs borgarliga navn er Jorge Mario Bergoglio, varð valdur til páva 13 [...] 35.000 fólk kundu sunnudagin vera vitni til, at Frans pávi bar fram eina stutta páskaheilsan av svalanum við útsýni yvir Pæturstorgið í Róm. Men í dag, páskamánadag, doyði pávin 88 ára gamal. Tað sigur [...] av Assisi, sum var ein mendikantur munkur, sum valdi at liva sítt lív í fátækradømi. Tað valið var ikki tilvildarligt hjá nú deyða Frans páva. Tá hann tók við embætinum í 2013, segði pávin frá sær at búgva
uppslagi á X sunnukvøldið. - Eftir øllum teimum stóru frontlinjunum hevur Russland í roynd og veru ikki hildið sítt egna lyfti um vápnahvíld. Sambært fráboðanum, sum Zelensky fekk frá ovastu leiðarunum [...] boðar ukrainski forsetin frá. Men eingi loftálop hava verið í dag, leggur Zelensky afturat. Hann mælir til, at Russland heldur fram við tí partinum av vápnahvíldini og steðgar øllum álopum við langtrøkkandi [...] dagar. - Hetta er tað slagið av vápnahvíld, sum er uppiborið og er lættast at leingja. - Um Russland ikki tekur undir við slíkum stigi, so verður tað prógv um, at landið ætlar at halda fram við tí, sum oyðileggur
Upplýsingarnar hjá VG eru ikki alment váttaðar. Á tíðindafundinum í kvøld sigur Grete Lien Metlid, at higartil eru ikki aðrir illgrunasamir ella ákærur í málinum. Men løgreglan fer ikki at útihýsa, at tað kunnu [...] Grete Lien Metlid á tíðindafundi í kvøld. Maðurin varð handtikin seinnapartin. Men løgreglan fer ikki at útgreina nærri um, hvør hann er. Netmiðilin VG harafturímóti almannakunnger bæði navn og mynd av [...] ice (Nokas) í 2004. Gerningsmenninir tóku yvir 57 milliónir norskar krónur í ráninum. Tað ger tað til størsta rán í norskari søgu. Ein løgreglumaður varð dripin undir ráninum. /Ritzau/NTB
tað er okkurt amboð, vit ikki duga at brúka - ella okkurt er óvirkið. Tað eru óteljandi amboð, sum hann hevur reparerað, tá vit hava brotið tey. Hóast vit nú eru farin yvir til at brúka meira el-amboð, [...] hjá Hjálpirót, hin 20. apríl í 1995, var ætlanin, at hetta bert skuldi vera eitt fyribils starv fram til oktober mánað sama ár. Men, tíbetur gjørdist hetta øðrvísið enn ætlað, og sigast kann, at Andrass við [...] privat hava havt ymisk ting, sum skulu ornast - alt frá húsabygging og ístandseting úti og inni, og til bilarnar hjá okkum. Andrass er eisini sera sosialur og dámar ógvuliga væl at samla okkum starvsfólk
var tað Kemm Poulsen í Havn, sum keypti bilin úr Íslandi og kom við honum til landið í 1993. Kemm búði í Íslandi frá 1970 til 1973. Tá hevði hann havt gott eyga á hesum sama bili, sum ein bilasýnsmaður [...] Rambler bilinum hevði sett hann til sølu hjá einum bilforhandlara í Íslandi. Kemm setti seg í samband við bilforhandlaran og bað hann goyma sær bilin. Tá Kemm kom yvir til Íslands saman við Birgari Johannessen [...] Hann sigur, at hugurin altíð hevur veirð til bilar, og at hann átti sín fyrsta bil, tá hann var 13 ára gamal. – Alt gekk fyri seg í bili tá. Og hóast eg ikki kundi koyra sjálvur, so hevði eg eldri vinmenn
kunnu vera á hesum støðum. Summir av teimum sært tú, og summir av teimum sært tú ikki, og tí havi eg nøkur einføld ráð: Steðga á, hygg teg í kring, halt teg á lívi. Ritzau/AFP [...] Avstralia. Tann sætti deyði var ein útróðrarmaður, sum doyði nærhendis Sydney í dag. Hann hevði verið til fiskiskap saman við einum 14 ára gomlum dreingi, sum varð fluttur á sjúkrahúsið og er í stabilum standi [...] eftir at hava vágað sær út í ógvusligu aldurnar. Tað er áður tropiska ódnin Tam, sum hevur verið við til at skapa tær ógvusligu aldurnar. Longu hósdagin sendi bjargingartænastan Surf Life Saving Australia
gjørdi hann fimleik, hetta gavst hann ikki við, fyrr enn hann var komin langt upp í fýrsini. Føroya Ríðingarfelag vil við hesum ynskja Magnusi á Kamarinum, hjartaliga til lukku og takka fyri øll góð minnir [...] var helst Unkas, svartflekkuttur hestur sum bar Magnus nógvar túrar í fjøllinum á Streymoynni, mest til Norðadals, fyri vestan og eisini onkrar túrar bæði longri norðri og aðrastaðni á oynni. Magnus er eisini
Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðmátingar við Norðskála vórðu ikki færri enn sjey bilførarar skrivaðir. Tríggir teirr fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 80, 82 og 82 km um tíman, har tað bara [...] har tað bara er loyvt at koyra 60 km um tíman. Ein bilførari fekk bót fyri at koyra ein lítlan buss til 10 persónar uttan at hava stóra koyrikortið. Løgreglan gjørdi eisni ferðmátingar í Kollafirði millum
soleiðis at venjarin hjá Mjølnir, Boban Ilic, mátti biðja um leikbrá við støðuna 7-3 til KÍF. Hetta sá í fyrstu atløgu ikki út til at hjálpa, tí Daria Burrows og Elsa Samuelsen hjá KÍF hildu áfram at sláa bóltar [...] sín bólk í Bónuskappingini og skuldi tí leika ímóti nr. tvey í hinum bólkinum, Mjølnir. Lagt var upp til spennandi dyst. KÍF bleiv tó nakað skert miðskeiðis í fyrsta settinum, tá Milja Silvansdóttir meiddi
fyrsta túr til skips. Meðan eg fekk 2020 fiskar í 1958, fekk Tordur 1684 fiskar í 1964. Tað var ikki so galið fyrsta túrin. So Tordur hevur sum nakar roynt lívsins skúla. Men Tordur hevði ikki hug at halda [...] Royndirnar hjá Tordi á hesum øki gjørdu sítt til, at hann frá 1983 til 2017 var leiðari á Eysturoyar Røktar og Ellisheimi, síðani á Roðanum, tá eldraøkið varð lagt til kommununar. Tá ið Tordur hevði verið 20 [...] halda fram á sjónum, so hann fór at læra til sjúkrasystir, sum tað kallaðist tá. Seinni er tað blivið til “sjúkrarøktarfrøðingur”. Hann treivst væl sum einsamalt mannfólk at arbeiða saman við sínum felags