35.000 fólk kundu sunnudagin vera vitni til, at Frans pávi bar fram eina stutta páskaheilsan av svalanum við útsýni yvir Pæturstorgið í Róm.
Men í dag, páskamánadag, doyði pávin 88 ára gamal.
Tað sigur Vatikanið.
Ein hjálpari las sunnudagin siðbundna páskaboðskapin hjá pávanum vegna pávan, sum sat í koyristóli við síðuna av honum á svalanum.
Frans pávi hevur verið álvarsliga sjúkur í longri tíð.
Gjøgnum fimm vikur í februar og mars var hann innlagdur við lívshóttandi lungnabruna.
Í dag var ikki greitt, hvat júst pávin doyði av.
Frans pávi hevur verið leiðari fyri katólsku krikjuna í júst 12.
Argentinski pávin, hvørs borgarliga navn er Jorge Mario Bergoglio, varð valdur til páva 13. mars 2013, 76 ára gamal, í staðin fyri Benedikt.
Hann gjørdist fyrsti pávin, sum kallaði seg Frans, eftir italska halgimenninum Frans av Assisi, sum var ein mendikantur munkur, sum valdi at liva sítt lív í fátækradømi.
Tað valið var ikki tilvildarligt hjá nú deyða Frans páva.
Tá hann tók við embætinum í 2013, segði pávin frá sær at búgva í Ápostólska slottinum í Róm, sum annars er vanligi bústaðurin hjá einum páva.
Í staðin valdi hann at búgva í gistingarhúsinum í Vatikaninum millum aðrar biskupar og prestar.
Tá hann var alment ella var til pávatiltøk, í byrjanini av síni tíð sum pávi, koyrdi hann ein Fiat í staðin fyri ein dýrari Mercedes, sum fyrr var siðurin.
Frans pávi vísti seg skjótt at vera ein annar, meira vælumtóktur, jarðbundin og meira nútímans pávi.
Fleiri ferðir megnaði hann sum katólskur leiðari at siga sínar meiningar viðvíkjandi veðurlagsskránni.
Stutt áðrenn ein veðurlagstoppfund í 2023 ávaraði pávin um, at heimurin sambært honum er farin at ganga niður orsakað av alheimsupphitingini.
Í eini almennari fráboðan frá Vatikaninum heitti hann á topppolitikarar um millum annað at gera bindandi avtalur um at steðga fossilum brennievnum stigvíst.
Eftir eina røð av gølum, har katólskir prestar høvdu misnýtt børn, herdi Frans pávi reglurnar hjá kirkjuni um misnýtslu í 2021.
Hetta merkir, at katólska kirkjan kann revsa harðari misnýtslu av børnum og viðbreknum vaksnum. Tað var úrslitið av eini umfatandi lógarbroyting, sum Frans pávi sjálvur legði fram.
Frans var fyrsti pávin úr Suðuramerika. Hann er nummar 266 í pávarøðini.
Hann varð føddur 17. desember 1936 í høvuðsstaðnum í Argentina, Buenos Aires, sonur ein italskan jarnbreytarbeiðara og eina argentinska mammu.
Frans fór upp í jesuit-skipanina í 1958, varð vígdur til prest í 1969, og gjørdist erkibiskupur í Buenos Aires í 1992. Í 2001 varð hann útnevndur kardinalur av Jóhannesi Pálli páva.
/Ritzau/