Eru tað nakrir bilar, sum veruliga eru klassikarar í føroyskari bilasøgu, eru tað Rambler. Tey flestu í Føroyum hava antin hoyrt um ella minnast amerikansku Rambler, sum vóru ein týðandi partur av bilunum á føroysku vegunum í 60-unum. Rambler var ein tann mest seldi rutu- og hýruvognur í landinum.
Fyrstu Rambler komu higar í 1960. Teir fyrstu vóru Rambler Rebel, síðan komu Rambler Classic og American og seinni Rambler Ambassador umframt aðrar útgávur. Rambler komu bæði sum sedan og sum stationcar. Tað var Berg Motors sum umboðaði Rambler í Føroyum.
Bilurin hjá Heina á Borg er ein Rambler Classic 770. Heini sigur, at hann sum smádrongur minnist allar teir flottu Rambler bilarnar, ið koyrdu í býnum sum hýruvognar. Tí tók hann av, tá honum stóð í boði at keypa hendan Rambler Classic árgang 1966. Heini ognaði sær bilin í 2011, og hevur hann restaurerað bilin, sum er heilt originalur.
Bilurin hevur nummar Fø 7.770 og hevur hýruvognsskelti á forhurðunum, eins og hýruvognarnir brúktu tá í tíðini. Allar tær svørtu fýrasiffraðu hýruvogns-nummarpláturnar byrjaðu við 7.000, so bilurin sær út sum ein hýruvognur frá 60-unum. Eisini hevur hann Philips plátuspælara, sum var vanligt at síggja í hýruvognum tá í tíðini.
##med2##
Bilurin kom úr Íslandi
Upprunaliga var tað Kemm Poulsen í Havn, sum keypti bilin úr Íslandi og kom við honum til landið í 1993. Kemm búði í Íslandi frá 1970 til 1973. Tá hevði hann havt gott eyga á hesum sama bili, sum ein bilasýnsmaður átti. Maðurin kendi onkran í familjuni hjá Kemm har yviri, og kom hann onkuntíð á vitjan við Rambler bilinum.
Fyrst í 1990-unum fekk Kemm at vita, at eigarin av Rambler bilinum hevði sett hann til sølu hjá einum bilforhandlara í Íslandi. Kemm setti seg í samband við bilforhandlaran og bað hann goyma sær bilin.
Tá Kemm kom yvir til Íslands saman við Birgari Johannessen eftir bilinum, skiltu teir, at tað vóru fleiri íslendingar, sum ikki vóru so glaðir fyri, at bilurin varð seldur av landinum. Teir ynsktu heldur, at bilurin kom á eitt bilasavn á Egilstøðum nærhendis Seyðisfirði. Men endin var, at Kemm og Birgar fóru avstað við bilinum og komu við honum til Havnar.
Rambler vóru framleiddir av American Motors Corporation í USA.
##med3##
Heini átti fyrsta rambler tá hann var 16
Heini á borg greiðir frá, at hann keypti sín fyrsta Rambler Classic, tá hann var 16 ára gamal. Hann var tá í læru sum bilmekanikari hjá Wenzel Petersen, og hann keypti tá gamlar bilar, sum hann pussaði upp og seldi aftur.
Tann bilurin var eisini ein Rambler Classic 770 frá 1966. Hann var bláur við hvítum venyltaki. Talan var um ein gamlan bil, tó at hann bara var seks ára gamal – men í 1972 var ein seks ára gamal bilur ein gamal bilur, greiðir Heini á Borg frá.
Hann sigur, at hugurin altíð hevur veirð til bilar, og at hann átti sín fyrsta bil, tá hann var 13 ára gamal.
– Alt gekk fyri seg í bili tá. Og hóast eg ikki kundi koyra sjálvur, so hevði eg eldri vinmenn, sum høvdu koyrikort, so vit hugnaðu okkum nógv í bilunum, sigur hann.
Spurdur um nummarplátan, Fø 7.770 hevur nakran serligan týdning, sigur hann, Kemm Poulsen segði honum, at hann ætlaði at fáa sær taksanummarplátu – og tá talan var um ein Rambler Classic 770, so helt tað vera passandi at brúka tað nummarið til nummarplátuna.
Heini á Borg greiðir frá, at Kemm og Birgar vóru so glaðir fyri bilin, tá teir komu heim úr Íslandi, at teir fóru niður á bildekkið á Norrønu og koyrdu biltúr við bilinum á dekkinum á túrinum heim til Føroyar – tað hevur Kemm Poulsen greitt honum frá.
Bilurin fekk ongantíð nummarplátur, meðan Kemm átti bilin. Hann stóð leingi uttan fyri heimið hjá Kemm og Oliviu á Fugloyarvegi í Havn – til hann varð seldur.
Nýggi eigarin hevði hann standandi í brunninum hjá Føroya Ellisakførum undir Gráasteini. Har sá Heini bilin, og tað endaði við, at hann keypti bilin.
– Eg fekk plátuspælaran frá Kemm, sum er í bilinum, og sum enn virkar væl, sigur Heini á Borg.
##med4##
Volvo pv hjá nannu kveikti áhugan
Tá heini var leiðari á verkstaðnum hjá Strandferðsluni, sum helt til í Pedda við Steinsgøtu í Havn, sá hann Volvo PV bilin hjá Nannu Skála, sum stóð í eini garasju beint við verktastaðið, sum helt til í spinnarínum hjá Ullamads.
– Nanna hevði arbeitt í Vimmerby í Svøríki, og tá hon kom aftur hevði hon bilin við sær. Fleiri høvdu spurt hanna, um hon vildi selja bilin, sum hon ikki brúkti, og sum stóð í hesi garasjuni í drúgva tíð, greiðir Heini á Borg frá.
– So spurdi eg hana einaferð, um hon vildi selja. Og hon játtaði, og glaður var eg, sigur hann.
Hann var eitt sindur rustaður, men var tó í góðum standi, og hann hevði bara koyrt 52.000 kilometrar.
##med5##
Tók stig til at stovna Føroya ellisakfør
Heini á borg var ein teirra, ið tók stig til at stovna felagið Føroya Ellisakfør. Heini greiðir frá, at hann koyrdi runt í sínum ellisakfari, og at brøðurnir Dan og Hans Pauli Joensen á Argjum koyrdu runt í sínum ellisakførum. Tá var tað at teir avráddu at kalla saman at stovna eitt felag fyri tey, sum hava áhuga fyri ellisakførum. Og felagið varð stovnað 4. februar í 1992.
Fyrstu tíðina helt felagið til í smiðjuni hjá Wenzel Petersen úti í Bakka í Havn, men flutti seinni út í hølini yvir við Strond 22.
Hugurin hjá Heina á Borg til ellisakfør er líka brennandi enn.
– Eg haldi tó, at vit eru ov lítið virkin í felagnum. Vit vóru meira virkin ta fyrstu tíðina, tá ofta varð skipað fyri familjutúrum kring landið. Tað var Brynjálvur Jensen, sum var formaður felagsins fyrstu tíðina. Hann dugdi væl at leggja til rættis og at halda skil á, at allar uppgávur vórðu loystar - so einki var tilvildarligt.
Føroya Ellisakfør hevur nógvar limir, og talið av ellisakførum, bilum og motorsúkklum er sambært Akstovuni í dag 944 akfør. 520 bilar, 400 motorsúkklur og 22 prutl.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##