Minst seks deyð í ógvusligum brimi í Avstralia

Ódnir hava skapt stórar aldur í Avstralia, og um páskirnar doyðu í minsta lagi seks fólk á sjónum.

Á Narrabeen Beach norðan fyri Sydney hevur ein surfari vágað sær inn í ógvusliga brimið, sum hevur kostað minst seks fólkum. - Mynd: David Gray/Ritzau Scanpix

Tilsamans eru seks fólk druknað orsakað av hørðum aldum um páskirnar í Avstralia.

Tann sætti deyði var ein útróðrarmaður, sum doyði nærhendis Sydney í dag.

Hann hevði verið til fiskiskap saman við einum 14 ára gomlum dreingi, sum varð fluttur á sjúkrahúsið og er í stabilum standi.

Hetta merkir, at deyðstølini halda fram í feriutíðini, og leitað verður framvegis eftir tveimum øðrum fólkum í dag. Tey vóru saknað eftir at hava vágað sær út í ógvusligu aldurnar.

Tað er áður tropiska ódnin Tam, sum hevur verið við til at skapa tær ógvusligu aldurnar.

Longu hósdagin sendi bjargingartænastan Surf Life Saving Australia út eina ávaring um sterkar aldur og vandan fyri hættisligum umstøðum fram við strondunum í statunum New South Wales og Victoria.

Trý fólk druknaðu í New South Wales fríggjadagin, meðan ein kvinna doyði og ein maður var saknaður í Victoria, eftir at tey vórðu tveitt á sjógv nærhendis stórbýnum Melbourne.

Leygardagin vóru aldur summastaðni upp í 3,5 metrar.

Fyri vikuskiftið almannakunngjørdi Surf Life Saving Australia hagtøl, sum vísa, at 630 fólk eru deyð á avstralskum strondum, har eingin lívbjargari er gjøgnum tíggju ár.

Stjórin í bjargingartænastuni, Adam Weir, heitir á fólk um at fara á strendurnar við bjargingarfólki.

- Vit vita, at avstraliar og vitjandi í okkara landi dáma væl at vitja fjarskotin støð fyri at tjalda, fiska ella gera annað strandvirksemi, sigur hann í tíðindaskrivi.

- Men vandar kunnu vera á hesum støðum. Summir av teimum sært tú, og summir av teimum sært tú ikki, og tí havi eg nøkur einføld ráð: Steðga á, hygg teg í kring, halt teg á lívi.

 

Ritzau/AFP

 


 

 

Á Narrabeen Beach norðan fyri Sydney hevur ein surfari vágað sær inn í ógvusliga brimið, sum hevur kostað minst seks fólkum. - Mynd: David Gray/Ritzau Scanpix