Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðmátingar við Norðskála vórðu ikki færri enn sjey bilførarar skrivaðir. Tríggir teirr fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 80, 82 og 82 km um tíman, har tað bara er loyvt at koyra 60 km um tíman.
Tríggir aðrir bilførarar fingu treytaða frádøming av koyrikortinum á sama strekki fyri at koyra 84, 88 og 89 km um tíman, har tað bara er loyvt at koyra 60 km um tíman.
Ein bilførari fekk bót fyri at koyra ein lítlan buss til 10 persónar uttan at hava stóra koyrikortið.
Løgreglan gjørdi eisni ferðmátingar í Kollafirði millum tunnilsmunnan og rundkoyringina. Har fekk ein bilførari klipp í koyrkortið fyri at koyra 110 km um tíman, meðan ein annar fekk treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at koyra 115 km um tíman.
Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar millum Skipaneskrossin og Gøtueiði. Har vórðu trý mál skrivað. Ein bilførari fekk klipp fyri at koyra 106 km um tíman, meðan tveir fingu treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at koyra ávikavist 121 og 128 km um tíman.