heilabløðing á heystið í 2009. Hetta gjørdi, at tú ikki kundi gera tað, sum tú plagdi. Sum tíðin gekk, varð ikki møguligt hjá tær at vera heima longur. Tá var gott at fáa møguleikan at koma á Vesturskin á Toftum [...] so vanligt hjá kvinnum, at arbeiða úti tá á døgum - sum tað er í dag. Tú og fleiri aðrar konur í tínum aldri, byrjaðu at arbeiða á flakavirkinum “Nikur” á Toftum í 1976 - tá vart tú 58 ár. Hetta gjørdist [...] gjørdist eitt nýtt kappittul fyri teg mamma, og fleiri aðrar konur har á leið. Stuttligt var at síggja, hvussu glað tú fórt til arbeiðis. Tær dámdi eisini væl at koma saman við kvinnunum inni í Berøa
annars fleiri í væntaðu, at hetta kundi verða dysturin, har Neistin misti síni fyrsti stig. Tað gekk eisini javnt á leingi. Serliga var Liljan Djurhuss stórspælandi í álopinum hjá VÍF/Tjaldur. Hon skoraði ikki [...] sigursrøðina hjá Neistanum. Oddaliðið úr havn heldur fram við at sita tungt á føroyskum kvinnu hondbólti. Hvørja ferð tað stendur nógv á, megna tær at seta ferðina upp og fáa tey avgerandi málini. Onkru helt [...] hinvegin, so ber ikki til at vinna á øðrum enn tí liðnum, sum stendur hinumegin. Tí kann eeinki takast frá Neistanum í ár. Tær eru søgt sagt bara betri enn hini liðini. Á liðnum hjá Neistanum vóru fleiri
ára gamal byrjaði hann á skrivstovuni á táverandi Lynfrost, og 35 ára langa arbeiðslív hansara kom fiskurin at vera reyði tráðurin, ið gekk aftur. Bæði sum virkisstjóri og reiðari á nógvum skipum fekk hann [...] hann av sonnum eitt av hesum deiligu menniskjunum, ið aldri á ævini vildi gjørt mun á høgum og lágum. Alt tað, sum hendi og fyrifórst her á plássinum, hevði hansara stóra áhuga, og umframt at sita tríggjar [...] Jónsvein ikki so sjáldan tann, ið purraði uppundir og stuðlaði, so bæði mentanarligt og annað virksemi á staðnum kundi sleppa at spíra og bera ávøkstur. Jónsvein hevði sínar ættrøtur í heimbygdini, og vísti
Mjørkadali og kom inn aftur á gongina, kom tann føroyski tigandi ákærdi av óvart at hoyra málið á honum á gongini og bankaði á hurðina. Maðurin innan fyri segði tá navnið á honum og bað um umbering, og [...] frammanundan, men á veg til Hirtshals, datt eitt hjól av bilinum, og tey noyddust at venda aftur. Tá kom kvinnan at hitta mannin, sum hevði sent tey avstað. Hann var systkinabarn hin. Sum vikan gekk, fekk kvinnan [...] vildi ikki nevna nøvn av ótta fyri hevnisøku, men fyri politinum hevði hann beinanvegin nevnt fornavnið á føroyinginum, sum skuldi taka ímóti. Hann hevði eisini upplýst, at tann maðurin áður hevði sitið í Danmark
frammanfyri 1 – 0, og tá var tað absolut einki, sum bendi á, at hetta fór at enda við heimasigri. Tíggju minuttir undan steðginum legði Yosufi Ísrael á odda við brotssparki, og tá ið spælararnir fóru av vøllinum [...] miðverjunum og var púra kaldur, tá ið hann setti bóltin framvið málverjanum. Magnus Holm Jacobsen gekk undan á miðvøllinum, har hann saman við Stefan Radosavljevic og Peturi Knudsen vann flestu nærdystirnar [...] Undan uppgerðini í heystarveðrinum á Svangaskarði í kvøld vísti støðutalvan, at Føroyar høvdu spælt fýra dystir, høvdu tapt allar, og at málmunurin var 3 – 16. Nú hevur íslendski dómarin Helgi Mikael Jónasson
fatur á aftur fyrr enn í Oslo.” ...... "So sló klokkan 07.15, og ferðin út í tað ókenda kundi byrja. Ein ferð, sum vit ikki vistu skuldi fara at ganga. Tað er kanska júst tað, ið ger at man fer á eina slíka [...] vóru spentir. Eg skrivi allir, tí ongin kvinna byrjaði í bólkinum hjá okkum. Á ferðini úr Tróndheimi eru møguleikar at steðga á níggju depotum. Har er møguleiki at fylla sær búkin og fylla vesku í dunkarnar [...] avbjóðing og vildi royna okkurt garvilt. Teir báðir eru nú afturkomnir úr Noregi og kunnu líta aftur á upplivingina í Noregi. Kjartan hevur latið eina ferðafrásøgn úr hondum, sum er at lesa í fullum líki
Keypmannahavn. Aftan á castingina mánadagin og stóra mótashowið í SMS fríggjadagin, var semja millum dómarar og myndafólk um, at Miriam hevur sera góðar dygdir, og hon er teirra avgjørda boð upp á eina føroyska [...] Og hon leggur afturat, at tað var fantastiskt at vera á pallinum. - Tað var als ikki so torført, sum eg hevði óttast fyri. Eg haldi, at tað gekk væl, og eg vildi ikki, at tað skuldi fáa ein enda. Fólk [...] sum bæði fevndu um kvinnur og menn, framførdu eina óvanliga seriu, sum neyvan áður hevur verið sædd á føroyskum palli. Serstakt var tað, at tey gingu ikki aftur og fram sum vanligt, men í formatiónum við
komedia – enntá eitt fitt petti inni á KÍ-hálvuni. Tað byrjaði við, at norski framherjin hjá AB, sum hevði havt ein dyst í dystinum við Høgna Madsen, gjørdi seg inn á Høgna, ið svaraði aftur. Tað seinna [...] reyða kortið á lofti. Har steðgaði tað bara ikki, tí løtu seinni gjørdist alt ein ruðuleiki, har summir lógu og aðrir stóðu. Klaksvíkingar og argjamenn skumpaðu hvønnannan, og tíðin bara gekk. Áðrenn nakar [...] eftir hetta 22. umfarið, er nakni veruleikin, at KÍ er niðast av teimum 10 liðunum. Við sínum sigri á B36 kom 07 Vestur ájavnt KÍ í stigum, men hevur eitt sindur betri málúrtøku og hevur latið KÍ aftasta
eg eisini konto í føroysku peningastovnunum, tí mín føroyska inntøka, skal sjálvandi fara inn á hesi konti. Á sama hátt er eisini neyðugt fyri føroyskar fyritøkur, sum eg arbeiði fyri, at hava samskifti [...] stór hjálp. Við einum loynitali hevur verið møguligt at fingið støðuna á kontoni gjøgnum telefontænastuna, og annars tá tørvur er á tí at fáa útskrivtir gjøgnum faxtænastuna. Men so kemur speril í. Nøkur [...] tógvið stríð fekk eg tó fatur á einum persóni, sum vinarliga hjálpti mær við at vátta eina saldo. Men eg kom ikki nærri eini nýggjari telefontænastuskipan. Nakað frægari gekk, tá eg ringdi til Suðuroya
Tað gingu bara tríggir minuttir, so hevði Besiktas longu lagt seg á odda 1-0 á Svangaskarði. So var støðið líka sum lagt. Løtu seinni lá bólturin aftur í málinum hjá Geza Turi og stórtap lá í luftini [...] fyrireikað okkum so væl sum vit kundu, men tá dysturin byrjaði, gekk alt galið. Vit standa illa í verjupartinum og fáa ikki fatur á teimum, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi. Tamur seinni [...] revsaðir fyri mistøkini. – Hetta er væl munurin á fulltíðarleikum og áhugaleikum. Vit skuldu raka dagin, um vit skulu koma frá dystinum við skinninum á nøsini, men tá vit ikki klára at leggja avleveringar