KÍ spilti yvirtíðina

Hóast KÍ fekk útjavnandi málið í evstu løtu og hevði brúk fyri at fáa eitt aftrat, fór øll yvirtíðin til spillis við kegli og fjákalótum, heldur enn at fáa bóltin í nánd av AB-málinum

FÓTBÓLTUR

 

Tá klaksvíkingar og norðoyingar annars lesa stigatalvuna í Vodafonedeildini eftir hetta 22. umfarið, er nakni veruleikin, at KÍ er niðast av teimum 10 liðunum. Við sínum sigri á B36 kom 07 Vestur ájavnt KÍ í stigum, men hevur eitt sindur betri málúrtøku og hevur latið KÍ aftasta plássið.

Tey flestu vildu hildið, at hetta er ein sera álvarslig støða, men ikki sá út til, at spælararnir hjá KÍ høvdu skilt, hvat stóð upp á spæl, tá dysturin ímóti AB í gjár nærkaðist endanum og enntá var farin út í fýra minuttir longu yvirtíðina.

Í næstsíðsta minutti hevði KÍ javnað til 1-1, eftir at Rúni Gaardbo púra róligur hevði dømt ársins klárasta brotsspark, tí bólturin kom í hondina á Stig-Roar Søbstad inni í AB-brotsteiginum. Atli Danielsen skjeyt og Tórður Thomsen bjargaði – men bólturin stakk útaftur til Atla, sum lættliga kundi skora í aðru atløgu.

Nú høvdu væl øll lið, sum høvdu verið í somu skóm sum KÍ, lagt alt fyri, so bólturin skjótast gjørligt kom inn í AB-brotsteigin – og allarhelst eisini í AB-málið. Og við fýra til fimm írestandi minuttum kundi saktans borið til at skapt ein, tveir ella kanska tríggjar málkjansir hesa seinastu løtuna. Men KÍ gjørdi bara ikki tað, sum onnur lið høvdu gjørt. Tvørturímóti!

 

Kegl og fjákalótir

Í staðin gjørdist øll tann seinasta løtan ein long komedia – enntá eitt fitt petti inni á KÍ-hálvuni. Tað byrjaði við, at norski framherjin hjá AB, sum hevði havt ein dyst í dystinum við Høgna Madsen, gjørdi seg inn á Høgna, ið svaraði aftur. Tað seinna sá dómarin, og so var reyða kortið á lofti.

Har steðgaði tað bara ikki, tí løtu seinni gjørdist alt ein ruðuleiki, har summir lógu og aðrir stóðu. Klaksvíkingar og argjamenn skumpaðu hvønnannan, og tíðin bara gekk. Áðrenn nakar visti av, vóru næstan allir fýra minuttirnir av yvirtíðini farnir í kegli og fjákalótum, uttan at bólturin hevði verið stórvegis í spæli.

Tað kundu teir í AB fyri so vítt leggja líka í, tí teir høvdu – serliga í fyrra hálvleiki – víst seg at verið serstakliga glaðir fyri, at bólturin helst ikki var í spæli. Men teir í KÍ vóru væl við í hesum tíðardrepandi virksemi, ið spilti heimaliðnum allar møguleikar fyri at fáa meira burturúr enn bara 1-1, ið slett ikki var nøktandi fyri støðuna á stigatalvuni.

 

KÍ vildi meira

Hetta var annars ein dystur, har tað fyri KÍ ráddi um at spæla fyri lívinum. Og í fyrra hálvleiki sá út til, at tað skiltu spælararnir. Kanska spurdust ikki teir stóru møguleikarnir burturúr, men KÍ royndi at leggja trýst á og hevði eitt hav av deyðbóltsstøðum, ið kundu gjørst vandamiklar, høvdu tær verið brúktar til fulnar.

Hinvegin vildi AB millum lítið og einki, og argjamenn gjørdu alt fyri at fáa tíðina at ganga. Teirra fyrri hálvleikur sá veruliga út, sum vóru teir komnir eftir einum stigi. Onkra hendinga ferðina royndu teir at fáa í lag mótálop, men fyrst og fremst var uppleggið at forða KÍ í at spæla. Og tað riggaði so frægt, at einki mál heldur kom fyri steðgin.

Tá so eitt mál kom góða 20 minuttir inn í seinna hálvleik, var tað AB, ið fekk tað. Mortan úr Hørg sendi eitt fríspark úr høgru síðu hegnisliga innfyri, har Tróndur Sigurðsson við aftaru stong fekk beint bóltin í málið. Gamaní, gjørdist tað við arminum, men tað tóktist hesa ferð meira tilvildarligt, enn tað plagar at vera, tá slík mál verða skorað ímóti KÍ í Klaksvík…

Tróndur fekk enn ein risastóran kjans nakað eftir málið, tá Rasmus Nielsen sendi bóltin væl innfyri og Tróndur gjørdist púra leysur við fremru stong. Men hann gjørdi sær ikki nóg stóran ómak við skallaranum, og í staðin kundi Jákup Mikkelsen bjarga KÍ frá at tapa 2-0.