Fyri einum lítlum mánaða síðani skrivaðu vit í Sosialinum søguna um teir báðar súkklararnar, Kjartan Egholm og Tonny Brimsvík, sum meldaðu seg til gróthørðu norsku súkklukappingina, Styrkeprøven, har 543 kilometrar úr Tróndheimi og Oslo skuldu leggjast afturum í einum høggi.
Um orsøkina til at melda seg til kappingina segði Kjartan, at hann, eftir at hava súkklað Føroyar tunnar, leitaði eftir einari heilt øðrvísi avbjóðing og vildi royna okkurt garvilt.
Teir báðir eru nú afturkomnir úr Noregi og kunnu líta aftur á upplivingina í Noregi. Kjartan hevur latið eina ferðafrásøgn úr hondum, sum er at lesa í fullum líki í Sosialinum í dag. Her eru tvey brot úr ferðafrásøgnini:
“Leygarmorgunin tann 16. juni 2018 kl.7.15 var bíðitíðin umsíðir komin at enda. Bíðitíðin, sum hevði sín uppruna í einum Facebook-uppslagi átta mánaðir frammanundan. Har stóðu vit so í startboksini, óvitandi um hvat teir næstu mongu tímarnir fór at bjóða okkum.
Lýsingin, ið varð sett á Facebook í septembur 2017, var blivin til veruleika, og ferðin inn í flúgvaran ávegis til Danmarkar og síðani til Tróndheim hósdagin tann 14. juni var ítøkilig. Súkklur vóru pakkaðar og klæðir til alt hugsandi veður. GPS, gel, bar – ja, alt var klárt og pakkað niður. Menninir vóru eisini klárir - og ikki minst spentir. Tað var nú, at ferðin út í eitt ókent ævintýr byrjaði, og venjingin skuldi vísa sítt virði.
Tíðin í Tróndheimi varð brúkt til at tryggja, at súkklan var komin fram í heilum líki. Ikki tykkum at siga, so eru súkklurammur í dag ikki so lættar at umvæla, um tað nú skuldi hent, at ein riva ella líknandi kom á rammuna, tí flest allar rammur í dag eru gjørdar úr kolfiprum.
Báðar súkklur komu fram í øllum góðum og í heilum líki.
Fríggjakvøldið bleiv viðførið borið til fyrireikararnar áðrenn tað varð hugt eftir seinastu veðurtíðindunum. Hetta spældi inn í mun til hvat skuldi takast við og hvat skuldi pakkast niður og ikki takast við á túrinum. Skuldi regnjakkin pakkast niður ella ikki? Skuldi man satsa uppá stuttar buksur, ella skuldi man tryggja seg við longum buksum? Nógvar avgerðir skuldu takast, tí tað, sum bleiv latið inn, var ikki til at fáa fatur á aftur fyrr enn í Oslo.”
......
"So sló klokkan 07.15, og ferðin út í tað ókenda kundi byrja. Ein ferð, sum vit ikki vistu skuldi fara at ganga. Tað er kanska júst tað, ið ger at man fer á eina slíka ferð. Tað, at royna seg sjálvan uttan fyri tað mark, sum man áður hevur verið og vitjað.
Menn kliktu seg fastar í pedalirnar. Hálað bleiv í róðrið, og tað umsetti orkuna til framdrift. Allir vildu teir fram, allir vildu í gongd og allir vóru spentir. Eg skrivi allir, tí ongin kvinna byrjaði í bólkinum hjá okkum.
Á ferðini úr Tróndheimi eru møguleikar at steðga á níggju depotum. Har er møguleiki at fylla sær búkin og fylla vesku í dunkarnar. Tað er upp til ein sjálvan, um man steðgar og hvussu leingi. Tíðin steðgar ikki fyrr enn komið er um málstrikuna í Oslo.
Ferðin úr Tróndheimi byrjaði sum vera man eitt sindur óróliga. Menn vóru spentir, orkan var nógv og menn kendu ikki hvønn annan. Tað vóru smáir bólkar í bólkinum, og teir hildu sum vera man saman eins og Tonny og Kjartan hildu saman.
Ferðin út úr Tróndheimi gekk fínt. Stillisliga og róliga fekk ein bólkur sítt skap og hvør maður tók sína føring uppá skift. Bólkar, sum vóru byrjaðir fyrr enn vit, blivu heintaðir, og fram til fyrsta depot hendi ikki tað stóra annað enn at yvirskot var at njóta tað sera vakra landslagið. Vakurt er tað er í Noregi, og lítið vistu vit, at rutan, ríkisvegur E6, skuldi fylla okkum við vøkrum myndum av Noregi í fagrasta veðri, eisini hóast møðin til tíðir royndi at stjala uppmerksemið."
... Øll ferðafrásøgnin kann lesast í Sosialinum í dag!