á vøllin, men tað spurdist ikki tað stóra burturúr. Tað bleiv mest til atsóknir langt útifrá, har av nakrar vóru í so bjartskygdar og kundu havt aðrar, betri loysnir. Enn ein gáva Tá tað vóru fáir minuttir [...] nógv eftir av tí, sum gjørdi teir til føroyameistarar fýra ár á rað. Tað var nógvur vindur í Gøtu sunnudagin, og í løtum ávirkaði tað eisini spælið, men ikki so nógv, at tað fekk nakra ávirkan á sjálvt úrslitið [...] Runavík hevði eina góða fyrru helvt í kappingini, og nú lagt varð til brots aftur eftir summarsteðgin, lá NSÍ á triðja plássi. Hjá GÍ hevur tað gingið meira misjavnt higartil, men móti NSÍ vístu teir, at teir
niður úr 1. deild í fjør, hevur ikki havt tað lætt í síni nýggju tilveru sum 2. deildarlið. Tað hevur ikki verið nakar serligur trupulleiki at skjóta mál, men tað hevur kortini gingið sera striltið við at [...] verið, at tað hava verið ov fáir royndir spælarar á liðnum. Nú í seinnu helvt eru menn sum Valbjørn Ole-Jacobsen og Petur Ritter komnir við á liðið, og tað styrkir at hava slíkar menn við, tá tað gongur ímóti [...] ikki longur er niðast í 2. deild, og nú kann tað bert ganga ein veg, halda teir har vesturi. FS Vágar spældi væl í fyrra hálvleiki leygardagin, men hóast tað komu øll málini í seinna hálvleiki, tá vágaliðið
tríggir luttakarar og í fyrsta kasti legði Jensia Lamhauge seg á odda við einum kasti sum bleiv mált til 24,59 m, meðan Randi Kúrberg legði seg á annað plássi við einum kasti uppá 18,50 m. Henda støðan helt [...] sum bleiv hennara besta kast. Hetta var fyrsta kapping hjá Jensiu og má úrslitið sigast at vera stak gott. Randi Kúrberg vann FM í 97, men kastaði hesaferð næstan 5 metrar longri enn ta ferðina fyri einum [...] monnunum Hjá monnunum legði Jørgin Meitilberg seg 10 metrar frammum allar hinar í fyrsta kasti og tað var ongantíð ivi um hvør fór at vinna kappingina. Harafturímóti var stórur spenningur um hinar pla
nógv til fyri at tað melur runt, sigur hann. Í summarhálvuni telur manningin 100, meðan tað í vetrarhálvuni bert verða 25 fólk við. ? Men tað avhongur av ferðafólkatalinum, sigur Óli Hammer. ? Tað eru [...] klokkan 06.00. ? Tað skal roynast Vit hava spurt Óla Hammer, um hvussu tað ber til, at Norrøna nú fer undir heilárssigling millum Føroyar og Danmark. Hann sigur m. a. at Norrøna er eitt gott skip, sum kann [...] fór Norrøna aftur at sigla til Hanstholm og Lerwick, eftir at hava siglt til aðrar havnir í nøkur ár, m. a. Esbjerg. Í so máta verður eingin broyting næsta ár. Siglt verður til somu havnir og við somu f
Leo Poulsen leggur dent á, at kappingin er eins nógv til skemtunnar, sum til álvara. ? Tað var René Hansen, sum vann kappingina seinasta ár, men tað er óvist, um hann fer at verja heitið ár, sigur Leo Poulsen [...] náddi ikki málinum áðrenn hann fór hiðani. Men í Nólsoy býr nógv gott fólk, og tey hava tí tikið seg saman til at útvegað peningin, sum skal til fyri at fáa eina svimjihøll í bygdini. Í tí sambandinum skipað [...] bygdarhúsinum, men tað hevur verið heldur trupult m.a. tí, at tað er eisini har kabarettin verður framførd. Fyri at dansurin kundi verða skuldi pallurin takast niður, og so setast upp aftur til framførsluna
frá. 4 dagar eru til fyrilestrar fá morgni til myrkurs og ein er til útferð. Mentalitetur er inniligari ? Yvirskriftin í ár er Norðurlendskar bókmentir í mentalitetssøguligum ljósi. Tað merkir, at ein kannar [...] sum hava teknað seg til ráðstevnuna, men stevnan er ikki meira afturlatin enn so, at fólk eru vælkomin at seta seg at lurta, um tey hava hug til tess. Frá Christian og William til at senda drunn ? Fel [...] mentalitetur er húðin, ideologi er klæðini, og soleiðis kann ein kanska lýsa tað, sigur Malan Marnersdóttir. Frá miðøld til okkara dagar Lagt varð fyri gjáramorgunin við fyrilestri, ið var um mentalit
aftur til Vestmanna at leika. Tað er einki yvir at dylja, at tað verður ein stórur smeitur fyri vestmenningar, at stórspælarin, Ingi Olsen, ikki verður at síggja á liðnum komandi kappingarár, men tað er greitt [...] Holm fer at spæla hondbólt í ár. Kyndil leitað sær til Íslands Teir grønu úr Havn vóru eitt tað fyrsta felagið, sum fekk sær útlendskan venjara á sinni. Tað var tjekkin Igor Kmec, sum vandi Kyndil einaferð [...] og um nakar nýggjur spælari er komin til felagið. Rumeni á odda fyri VÍF Føroyameistararnir úr Vestmanna hava fingið sær ein 24 ára gamla rumena, Daniel Rapa, til leikandi venjara. Daniel Rapa var í Føroyum
javnleiki, men tað stóð leingi illa til hjá Finnlandi, ið annars verður mett at hava eitt sera gott lið í ár. Til stutt fyri leiklok var Ongland á odda 3-1, men innanfyri ein minutt fekk Finnland tvey mál [...] leysar. So stóð einki til, og nógv bendi á skrædl í 2. hálvleiki, men tá kom nógva venjingin føroysku spælarunum til góða. Beint eftir dystin hjá føroyingum spældu Ongland og Finnland. Tað endaði við 3-3 javnleiki [...] Stórur blíðsskapur Veðrið var gott, tá føroyingar spældu í Dalvík. Tað var turt, og tá teir fóru at spæla datt lotið burtur, sum hevði verið. Hitastigini mundu vera eini fimtan. Tað vóru ikki so heilt fáir áskoðarar
og góðtiknir á staðnum, til at fáa framt ætlanina í verki. Einki til fyrisiting ? Vit ivaðust ofta um, hvat vit kundu gera, tí at fara til Filipsoyggjarnar at spæla klovn, tað ljóðar løgið, men so kom [...] alt hetta kom í lag: ? Tað byrjaði so spakuliga við, at eg og ein vinkona, Siri, sótu og tosaðu um, hvussu stuttligt tað er at hoyra og síggja børn flenna og hvussu stuttligt tað er at framføra klovnaleik [...] ingur. Samstundis komu tær at hugsa um, at tað ikki eru øll børn, ið sleppa at uppliva tílíkt. ? Vit prátaðu so um, at tað hevði verið áhugavert at farið til Russlands, ella aðrastaðir, men vit flentu
bygdin verður avtoftað. ? Nei, tað haldi eg ikki. Tað er gott at búgva her, og vit hava tað gott. Í framtíðin verður eisini brúk fyri fólki her í bygdini. ? Sjálvt um tað kanska er eitt sindur dýrari at [...] onkur ferðast eisini til Klaksvíkar at arbeiða. Jógvan heldur, at tað er eitt rímiligt tal av fólki, sum býr í bygdini í løtuni. Um tað verða nógv fleiri, so verður bara minni í part. ? Tað vísir seg eisini [...] 10 av teimum eru 12 ár og yngri. ? Tað hevur altíð verið upp og niður, hvussu nógv børn hava verið í bygdini. Tað hevur víst seg at verða ávís tíðarskeið, tá ið tað hava verið nógv børn, og onnur tíðarskeið