mánadagin tá ið hann gav henni lyklarnar til bilin og ynskti henni tillukku og góða eydnu við bilinum. ? Jú, tað skuldi hann hugsa um, svaraði hann aftur. Bina Olsen sigur, at hóast hon ikki rættiliga fekk [...] skuldi nakar verið freistaður at stolið hann, skulu tey bara vita, at hann eisini hevur tjóvaávaring. Men tað skal vera henni væl unt at hon vann bilin, tí hon hevur verið ein trúgvur V - 4 spælinum alla [...] alla tíðina, heilt síðani tað byrjaði, fortaldi hon, tá ið hon mánadagin varð boðin til Havnar eftir bilinum. Hon sigur, at hon hevur spælt við í V - 4 at kalla hvørja ferð. ? Tað er bara onkur hendinga
kassanum Vit hava spurt Karsten Hansen, hvussu fast hann veruliga situr á lokinum og um onki er, sum kann fáa hann at gloppa lokinum. Hann endurtekur, at hann ætlar sær at sita fast á kassanum og at tað hvørki [...] Hansen, fíggjarmálaráðharri, er sinnaður at lata heimarøktini eina eykajáttan, so at hon klárar seg í ár. Men hann er samstundis sera misnøgdir við, at heimarøktin ikki ger vart við trupulleikarnar fyrrenn [...] tók við, boðaði fíggjarmálaráðharrin frá, at hann ætlaði sær at sita fast á pengakassanum og at tað kom ikki uppá tal at gjara út til høgru og vinstru. Men hann hevur ikki sitið á kassanum í meiri enn ein
fingu Marita og Árni Joensen, Vági, eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 2900 gr. 18. juli fingu Siri og Torkil Mørkøre, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4400 gr. 24. juli fingu [...] Mortensen og Janus Petersen, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3500 gr. 24. juli fingu Noomi og Andreas Johansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3400 gr. 24. juli fingu [...] Tórhild Klein og Edmund Hansen, Fuglafirði, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3800 gr. 24. juli fingu Óluva og Alvi Mortensen, Tvøroyri, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3510 gr. 24. juli fingu
Europa Cup hevur FSF givið loyvi til, at grannauppgerðin ímillum tey bæði havnarliðini er flutt, so hon ikki verður avgjørd fyrrenn mánakvøldið. Felags fyri bæði liðini er, at tey í hesari vikuni eru send [...] i 4-0 tapið, sum hevði við sær, at 2-0 sigurin á heimavølli verður nógv minni týdningarmikil, enn hann annars hevði verið. Fyrstu royndina at vaska Europa Cup tapini burtur gjørdu teir í B36 ólavsøkudag
viku varð hann á fundi í Geneve og í París. Har var hann og tosaði við donsku sendistovuna í París, umboð fyri ITF og fronsku feløgini innan fiskimenn. ? Sendistovan hevur vist gjørt, hvat hon kann, men [...] tí, at hann lovaði og bant seg til at koma aftur til Reunion, tá ið málið kemur fyri í rættinum. Óli hevur tosað við Sigmund um hetta, og hann er eisini sinnaður til at koma aftur. Óli heldur, hann eigur [...] men fær hann ikki viðhald, er støðan rættiliga ógreið. Sleppur Sigmundur ikki leysur av landsrættinum er einasti møguleiki, at Føroya Fiskimannafelag, ITF og fronsku fakfeløgini virka fyri at hann kann sleppa
Føroyum eitt skifti og nógvir føroyingar kenna hann. Hann hevur tónleikin sum livibreyð og er hvørt ár ein part av árinum í suðurlondum, har hann spælir, og so er hann í Íslandi restina av árinum. Veðrið av tí [...] 24. august stevnir Norrøna út av Havnini, sum hon so ofta hevur gjørt tað í summar. Men væntandi dansa aldurnar lættari á vágni, enn vanligt er, tí rættuligur sjómanstónleikur ljómar óivað um land og hav [...] nevniliga mannað við dugnaligum harmonikusnillingum. Tann tiltikni harmonikutúrurin er á skránni, og hann hava nærum øll hoyrt um. Tað sigst, at ferðafólk, sum hava verið við einaferð, kunnu ikki lata vera
løgmansrøðuna hjá Anfinni Kallsberg sigur Jóannes Eidesgaard, at hon ikki er so reyput, sum tær undanfarnu seinastu árini. Hann heldur, at hon er greitt sett upp, og nevnir serliga listan við lógarmálum, sum [...] vónsvikin er tingmaðurin um, at pensiónslógirnar og tey arbeiðsleysu ikki fingu størri pláss í røðuni, og hann hevði ikki væntað, at Tjóðveldisflokkurin fór at ganga við til at sleppa teimum veiku upp á fjall [...] er júsr uppskotið hjá Óla Breckmann og Fólkaflokkinum, sum gongur aftur, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann finnist eisini at, tá sagt verður, at tey arbeiðsleysu skulu tvingast at arbeiða fyri stuðulin. ?
úrlatin bókstaviliga, men sum kortini megnaði at koma á føtur og siga, at hann ongantíð hevði fingið so dyggan stuðul... og so svímaði hann. Her eru bert nevnd fá brot úr kabarettini, sum vardi hálvan annan tíma [...] vorðin vandur sjónleikari, frá leiklutinum sum vinnulívsmaður í klædningi og við teldu sum hjálpartól. Hann hóvreiggjaði sær framman fyri okkum, og visti, hvussu »køkan» skuldi skerast. Einastu trupulleikar [...] flest okkara vilja uppliva so nógv sum til ber, hesar dagar. Samanumtikið hevði kabarettin vunnið, um hon var stytt ein hálvan tíma. Nógv av tí, sum var ført fram, kundi verið tikið burtur, og annað stytt
seismiskar kanningar av føroysku undirgrundini í 1994. Hann segði annars, at oljuleiting og oljuvinna eiga fyrst og fremst at menna føroysku vinnuna, so hon betur kann laga seg til broytingar og gerast kappingarfør [...] Løgmaður viðgongur, at oljufeløgini hava verið rættiliga tolin higartil, og hann vónar, at tey verða tað eitt sindur enn. Hann vil annars ikki í løtuni siga nakað ítøkiligt um samráðingar við bretar fyri [...] oljufeløgum vørur og tænastur, tá leitingarloyvi verða givin. Útbjóðing Um útbjóðing segði løgmaður, at hon verður framd sambært reglunum í løgtingslógini um kolvetnisvirksemi, sum løgtingið samtykti í vár.
pláss í Smiðjuni á Ólavsøku. Eftir hetta beyð hann Anfinni Kalsberg, løgmanni og Leivi Hansen, býráðsformann velja sær ta tekning, sum teimum dámdu best. Hon vildi so vera ogn teirra og gáva frá blaðnum [...] at politikarnir fara at liggja á knæ fyri mær á henda hátt. Hann segði seg annars vera ein av ?beundrarunum? av tekningunum hjá Óla P, sum hann helt lýstu nógv meira enn kilometrar av greinum. Leivur Hansen [...] at hetta var áttanda ferð, at tekningarnar hjá Óla P frá baksíðuni í Sosialinum vórðu sýndar fram. Hann takkaði annars býráðnum og her serliga Finni Johansen, sum hevur staðið fyri framsýningunum hjá Tórshavnar