Anfinnur og Leivur á Óla P framsýning í Smiðjuni og Leivur á Óla P framsýning í Smiðjuni

Framsýningin hjá Sosialinum í Smiðjuni eydnaðist væl. Bæði løgmaður og býráðsformaðurin í Havn fingu sína tekning við heim

Aftur í ár skipaði Tíðindablaðið Sosialurin fyri framsýning við víðagitnu tekningunum hjá Óla Petersen. Framsýningin varð sett mánadagin av blaðstjóranum á Sosialinum, sum í stuttari røðu heilsaði frá teknaranum, sum varð stæddur í Danmark. Jan Müller segði m.a., at hetta var áttanda ferð, at tekningarnar hjá Óla P frá baksíðuni í Sosialinum vórðu sýndar fram. Hann takkaði annars býráðnum og her serliga Finni Johansen, sum hevur staðið fyri framsýningunum hjá Tórshavnar Býarsavni á hvørjari ólavsøku, fyri at hava víst so stóra vælvild at geva tekningunum hjá Óla P pláss í Smiðjuni á Ólavsøku.

Eftir hetta beyð hann Anfinni Kalsberg, løgmanni og Leivi Hansen, býráðsformann velja sær ta tekning, sum teimum dámdu best. Hon vildi so vera ogn teirra og gáva frá blaðnum og teknara.

Tað var skilligt, at teir báðir høvdu ikki torført við at gera av, hvørja tekning teir vildu hava. Løgmaður valdi sær tekningina, sum sýnir formenninir í teimum ymsu flokkunum, ið liggja á knæ fyri formanni fólkafloksins ílætin sum brúður og biðja um hana. -Eg havi valt hesa tekning, tí helst verður hetta fyrstu og síðstu ferð, at politikarnir fara at liggja á knæ fyri mær á henda hátt. Hann segði seg annars vera ein av ?beundrarunum? av tekningunum hjá Óla P, sum hann helt lýstu nógv meira enn kilometrar av greinum.

Leivur Hansen valdi sær tekning við tveimum bygdamonnunum, ið tosa um kommunusamanleggingina millum Havnina og Kollafjørð.

Hann fegnaðist eisini um hetta tiltakið á ólavsøku og vónandi, at tað fór at vera fastur táttur á ólavsøku í framtíðini eisini.