smølu tunlunum á Borðoynni, er fyritøkan hjá Kristiani. Teir eru í løtuni í ferð við eitt størri arbeiði við skúlan á Fossánesi, norðarlaga í Norðdepli. Arbeiðið gongur væl og tíðarætlanin heldur, men hvønn [...] seg galdandi, tá arbeiðir skulu gerast í Norðoyggjum – ella rættari: Norðanfyri teir 40 ára gomlu Borðoyatunlarnar. Kristian og hansara menn eru í hesum døgum í ferð við at útbyggja og lutvíst umbyggja [...] er júst í hesum, at ein fyritøka sum hansara møtir teimum avmarkingum og beinleiðis forðingum, orsakað av vánaliga tunnilssambandinum til meginøkið. Skal ein gera eitt stoypiarbeiði í Havn ella í Klaksvík
tykur øll, sum búleikast her í økinum og hava tilknýti og alsk til hesar gimsteinar norðantil í okkara vakra landi. Í dag er ein stórur dagur. Ein stórur dagur fyri tykkum her í økinum og eisini fyri okkum [...] javnan vitja í økinum – nú sambandið við restina av Føroyum og harvið eisini út í heim verður dagført við nýggju tunlunum Norður um Fjall. Í februar eru tað 4 ár síðani fyrsta flagið varð loyst í Ánunum. Fyrsta [...] er ein avgerandi partur av trivnaðinum í gerandisdegnum. Tað hevur týdning í okkara gerandisdegi, at okur lætt, skjótt og trygt kunnu ferðast til arbeiðis, í skúla, til tilboð innan ítrótt og mentan, til
ikarnar í býnum. Onkur vildi vera við, at trupulleikarnir í stóran mun standast av bygdafólkum, sum arbeiða í Havn og lata bilarnar standar parkeraðar í miðbýnum allan dagin á tamb ja enntá í fleiri dagar [...] tað fyrsta fáa ungdómin inn í býin. Tað krevur, at vit hugsa heilt av nýggjum, eitt nú tá tað ræður um at byggja skúlar. So í staðin fyri at parkera allan ungdómin í einum skúla úti á Marknagilsvegnum, hví [...] - Eg eri illa lýdd millum bilførarar í býnum, tí eg gangi og sløkki bilar, sum standa í tomgongd. Dáman, sum hevði tikið sakina í egnar hendur, var ikki tann einasta á kjakfundinum mánakvøldið um miðbýin
lærarin á Viðareiði, bjóðar kaffi í túninum uppi á Garðsvegi, har vit skifta orð um skúla, ferðavinnu og tunlar. Veðurfrøðingurin, Turid, sum býr longur uppi á vegnum, kemur við í hugnaliga summarprátið, ið myndar
børn í aldrinum 7 - 13 ár og 46 børn í aldrinum 14 - 16 ár. Hvønn skúladag skulu tey 14 -16 ára gomlu til Klaksvíkar í skúla. Hesin skúli er fyri tað fyrsta lógarkravdur og harafturat neyðugur í nútíð [...] turistum. Hendir ein álvarsom vanlukka í tunlunum, kann tað verða rættiliga trupult og enntá ómøguligt hjá hjálparfólki at koma til staðið. Møguleiki fyri álvarsomum óhappi í tunlunum er ein veruleiki, sum landsins [...] Skulu barnagarðar, sjúkrahús og skúlar lúka krøvini í einum framkomnum samfelag, er neyðugt at hava tunlar, vegir og aðrar farleiðir. Tunlarnir norður um fjall vóru niðurslitnir fyri minst 15 árum síðani
næmingum í tveimum pedagogflokkum. Landsstýriskvinnan í skúla- og mentamálum, Helena Dam á Neystabø, vil heldur ikki gera viðmerkingar til støðuna, fyrr enn kærurnar eru viðgjørdar í umsitingini í Mentamálaráðnum [...] Lærarastova í tvíningum Vánaligi stemningurin merkist eisini millum lærararnar, ið, sum skilst, ganga í bólkum, sum ikki tosa við hvønn annan. Teir, sum vit hava tosað við, greiða frá um tutlan í krókunum [...] Lærara- og Pedagogskúla í fleiri ár vegna vantandi undirtøku. Og hetta er skúlin, sum fyrr hevði eitt umdømi sum staðið við teimum góðu veitslunum. - Her er ongin lestrarandi. Øll ganga í sjálvdrátti. Her onki
víðari í kappingini. Vunnu Føroyar, kom liðið í hálvfinalu seinnapartin ímóti næstfremsta liðnum í hinum bólkinum, men taptu Føroyar, kom liðið beinleiðis til dystin um fimtaplássið, ið so verður í morginári [...] iska meistaraheitið í flogbólti ber heitið Nevza Cup, og hesa ferð eru Føroyar bert umboðaðar á kvinnusíðuni. U17-kvinnurnar eru komnar í bólk saman við Finnlandi og Onglandi, og í hinum bólkinum spæla [...] hevði Finnland vunnið 3-0 á hinum liðnum í okkara bólki, Onglandi, men sum skilst, hevði finska spælið ikki verið so gott í tí dystinum, og tí komu sá enska avrikið – í øllum førum á pappírinum – munandi betur
næmingar kunnu vera við til at skapa og endurskapa ymiskt huglag í rúminum og lata rúmið upp í mun til tær funktónirnar, tað hevur og skal hava. Í tí æstetiska undirvísningarumhvørvinum skal prýðingin vera ein [...] hevur arbeitt við listprýðingini í fleiri mánaðir, og fer at byrja at heingja listina upp í skúlanum eina av fyrstu døgunum. Listprýðingin verður liðug, tá skúlin byrjar aftur í august. [...] Eysturkommuna um ársskiftið, at eitt prosent av byggiútreiðslum í sambandi við kommunala bygging skal nýtast til list. Nýggi parturin av Gøtu skúla er fyrsta listprýðingin síðani samtyktina og hana hevur kommunan
eftirskúla í eitt ár. So fer tíðin at vísa hvat hendir. Ikki aftan fyri diskin Theis Herdalur býr í Vági. Hann er 15 ára gamal, og gongur í 9. flokki í Vágs Skúla. Hann er í starvsvenjing hjá Expert í SMS. Honum [...] men strævið Susan Poulsen frá Porkeri er 15 ára gomul, og gongur í 9. flokki í Vágs Skúla. Hon er í starvsvenjing hjá Salong Viviann í Havn, og dámar sera væl. - Tað hevur verið stuttligt, men strævið [...] Jákupsdóttir Ryggshamar frá Vági hevur verið í starvsvenjing á Deyvatulkatænastuni seinastu tvær vikurnar. Lív er 15 ára gomul, og gongur í 9 flokki í Vágs Skúla. Hon sigur at hon fer heimaftur við einum
hevði stórt árin á hana. - Eg var ov sein í skúla í fyrsta tíma mínum í fyrsta flokki, og Birgir Kruse var lærari. Hendan dagin hugdi hann í eygu míni og segði, at í skúlanum møtir ein upp, eisini til tíðina [...] Katrin Knudsen úr Havn, sum fekk lokið studentsprógv í summar, hevur í trý ár verið ein vanligur næmingur í Føroya Studentaskúla í Hoydølum. Men eitt fyribrigdi hevur gjørt Katrin til ein øðrvísi næming [...] hava verið á skránni, sum hava sett Katrin í eina tvístøðu. - Tá langabbi mín doyði, sum eg stóð sera nær, var eg í eini torførari tvístøðu. Eg valdi at fara í skúla, so eg misti fyrsta partin av jarðarferðini