Trý ár uttan fráveru

Ove róð á sinni til Danmarkar, Guðrun Sólja vann Stjerne For En Aften, Heidi Andreassen hevur heimsmet í svimjing, og Torkil Nielsen skoraði í Landskrona. 20 ára gamla havnargentan, Katrin Knudsen, hevur eisini skrivað seg inn í søgubøkurnar. Hon er nevniliga fyrsti studentaskúlanæmingur, sum ikki hevur mist ein tann einasta skúlatíma í samfull trý ár, og hetta hevur eingin annar føroyingur megnað

Katrin Knudsen úr Havn, sum fekk lokið studentsprógv í summar, hevur í trý ár verið ein vanligur næmingur í Føroya Studentaskúla í Hoydølum. Men eitt fyribrigdi hevur gjørt Katrin til ein øðrvísi næming enn allar hinar, nevniliga fráveran.
Katrin Knudsen hevur sum fyrsti næmingur nakrantíð ikki mist ein tann einasta skúlatíma í samfull trý ár, og tað ger 20 ára gomlu havnargentuna til nakað serligt.
Umframt at hava møtt upp til 100% av skúlatímunum hesi trý árini, hevur hon í fólkaskúlanum líka frá fyrsta flokki ongantíð skulkað.
- Teir einastu tímarnir, eg misti í fólkaskúlanum, var, tá vit skuldu til tannlækna, men tá varð ein ikki skrivaður upp sum fráverandi, sigur Katrin Knudsen, tá vit hittu hana í Dalinum Fagra í Høroylum frammanfyri skúlanum, hon í trý ár hvønn skúladag hevur møtt upp á. So í veruleikanum tosa vit um 13 ár og ikki bert trý ár

Birgir Kruse legði lunnar undir
Spurd, hví hon hevur valt hesa heldur óvanligu skúlaleið, er Katrin skjót at svara, at ein hending fyri 13 árum síðani hevði stórt árin á hana.
- Eg var ov sein í skúla í fyrsta tíma mínum í fyrsta flokki, og Birgir Kruse var lærari. Hendan dagin hugdi hann í eygu míni og segði, at í skúlanum møtir ein upp, eisini til tíðina. Síðani tá havi eg ikki megnað at hyggja ein lærara í eyguni, um eg havi verið fráverandi í tímum hansara, sigur Katrin Knudsen við einum smíli.
Hon heldur, at tá ein lærari fyrireikar hvønn einasta tíma og sjálvur møtir upp, heldur hon tað vera synd í læraranum, um næmingarnir ikki møta upp. Katrin vísir víðari á, at júst sjónarhorn lærarans hevur verið høvuðsorsøk hennara at møta upp til allar tímarnar gjøgnum øll árini.
- Tað hevur ikki verið av fakligum orsøkum, at eg ikki havi viljað mist nakran tíma, men fyri lærarans skuld, sum hevur fyrireikað alt og tískil eigur at fáa virðing. Katrin leggur flennandi afturat, at hon sanniliga ikki altíð hevur verið til staðar sálarliga, hóast hon likamliga hevur sitið á plássi sínum í stovuni.

Flokkurin argaði
Ein kann ikki bara sær at spyrja, hvussu ólukkan hon hevur megnað at fullføra hetta, og hvat hon hevur gjørt við allar tær forðingar, sum eru á leiðini fram ímóti lovaða landinum, nevniliga 0% í fráveru eftir trý ár.
- Flokkur mín hevur verið ein forðing, serliga í byrjanini. Tey skiltu ikki, at eg ikki vildi missa nakran tíma, men eg skilti heldur ikki, at tey ikki kundu skilja meg og mína søk, sigur Katrin. Hon leggur mær eina við at fáa við, at talan altso var um ein sera góðan flokk, hóast tey av og á argaðu hana við ymiskum.
- Einaferð, tá eg gekk á høkjum, og vit skuldu skifta stovu, vórðu høkjurnar tiknar frá mær, so eg ikki kundi flyta meg, men tíbetur megnaði eg at fáa tær aftur og skifta stovu, áðrenn næsti tímin byrjaði. Annars hava tey ofta tikið skúlating míni, so eg skal vera ov sein til næsta tíman og harvið skrivað upp sum fráverandi, men mítt illsinni gjørdi, at tey góvust við hesum, sigur ein flennandi Katrin.
Katrin sigur víðari frá, at ein dagin var lærari sjúkur, og flokkurin kundi tískil fara heim.
- Eg var eisini farin heim, men knappliga ringdu tveir floksfelagir og søgdu, at lærarin allíkavæl var møttur upp. Eg skundaði mær oman so skjótt eg kundi, og tá sótu tey í vindeyganum og flentu, sigur Katrin.
Sostatt hevur hon á ein hátt verið undir einum bólkatrýsti, og Katrin heldur, at tað at vera øðrvísi hevur verið høvuðsforðing hennara. Nýklakta studentapisan undirstrikar tó, at flokkurin mest gjørdi hetta í spølni uttan nakrar óndsinnaðar ætlanir.

Kapping móti endanum
Sum tíðin leið, broyttist hugburðurin uttanífrá, og Katrin sigur frá, at flokkurin gjørdist stoltari av henni.
- Móti endanum av skúlaskeiðinum søgdu fleiri við meg, at tað var flott ikki at hava mist nakran tíma, og flokkurin gjørdist eisini stoltur av tí. Jú nærri vit komu endanum, jú fleiri søgdu við meg, at nú skuldi eg halda fast um avrikið, og tað, sum byrjaði sum nakað náttúrligt, gjørdist móti endanum til eina kapping og avbjóðing móti mær sjálvari, hugleiðir Katrin.
Hon leggur afturat, at hon frá byrjan ongantíð setti sær nakað mál viðvíkjandi fráveru, tað var ein heilt náttúrligur partur av skúlagongdini at møta upp til tímarnar.
- Men móti endanum skuldi eg altso halda fast, sigur hon brosandi.

Endamálið at røkja skyldu sína
Fráveruskipan skúlans loyvir í mesta lagi 10% í fráveru, og spurd, hvat endamálið er at enda við 0% gjøgnum trý ár, tá ein hevur loyvi at fráverandi 10% hvørt ár, hevur havnargentan eina einfalda orsøk.
- Endamál mítt hevur stutt sagt verið at røkja skyldu mína. Eg havi kent tað sum eina plikt at møta upp, og eg havi altíð havt sera torført at skuffa fólk, í hesum føri lærararnar, sigur Katrin einfalt.

Einaferð ov sein
Tað er bert einaferð hent, at Katrin er komin ov seint, men tað var ikki hennara skuld.
- Í sambandi við eina verkætlan vóru vit í SMS og skuldu framkalla nakrar myndir saman við lærara okkara. Hann tók longri tíð enn ætlað, og tað gjørdi so, at eg ikki náddi niðan í Hoydalar til næsta tíman, sum eg var skrivað upp sum fráverandi fyri.
Katrin leggur tó afturat, at hon eftir hetta fekk viðkomandi lærara at skrivað undir uppá, at hon varð ov sein orsakað av eini verkætlan, og tískil fekk hon hildið fráveruna á 0 tímum.

Skúlin framum skulkidag og jarðarferð
Jarnvilji Katrins er veruliga royndur ígjøgnum hesi trý árini, tá serlig høvi hava verið á skránni, sum hava sett Katrin í eina tvístøðu.
- Tá langabbi mín doyði, sum eg stóð sera nær, var eg í eini torførari tvístøðu. Eg valdi at fara í skúla, so eg misti fyrsta partin av jarðarferðini, og orsøkin til avgerð mína var, at langabbi hevði skilt meg og søk mína, sigur Katrin Knudsen.
Viðvíkjandi sjúku nevnir Katrin, at tað hevur borið so á, at hon bert hevur verið sjúk í vikuskiftum og frítíðum, og at talan bert hevur verið um smávegis krím í skúlatíðini.
Av øðrum líknandi tilburðum nevnir hon tiltikna skulkidagin, tá allir 3. g´arar fara við bussum inn í Eysturoynna og halda stóra veitslu frá morgni til myrkurs, men tá valdi hon eisini at fara í skúla.
- Skulkidagin hevði eg gjarna vilja havt upplivað, men tað var ongantíð ein tvístøðu, tí eg visti, hvat eg vildi. Hon leggur afturat, at einsamøll varð hon undirvíst av Svannu Hanusardóttir í føroyskum, meðan hinir lærararnir ikki tímdu at undirvísa bert einum næmingi.

Fantastiskt
Ja, hvat skal man siga... Vit gera okkum galdandi á ymsum økjum og velja ymsar greinir at leggja dent á. 20 ára gamla Katrin Knudsen valdi sostatt eina heldur øðrvísi avbjóðing og kapping at taka upp, og líkamikið um vit hava hug at rósa ella finnast at, er talan í øllum førum um eitt satt bragd, sum eingin føroyingur áður hevur megnað.
- Eg angri so ikki, at eg ikki onkuntíð tók mær av løttum og lat onkran tíma detta niður ímillum, eru afturlítandi metingar Katrin Knudsens at enda.
Fantastiskt!