Fossánes: Ein av teimum, sum merkir til avleiðingarnar av smølu tunlunum á Borðoynni, er fyritøkan hjá Kristiani.
Teir eru í løtuni í ferð við eitt størri arbeiði við skúlan á Fossánesi, norðarlaga í Norðdepli.
Arbeiðið gongur væl og tíðarætlanin heldur, men hvønn einasta dag eru teir vitni til tær truplu umstøðurnar sum tunlarnir skapar.
- Jú, tunlarnir avmarka arbeiðið okkara, tá vit skulu hava stórar lutir fluttar norður. Ein tunnil er jú bert eitt hol, og har slepst ikki meiri ígjøgnum enn tað, sigur Kristian.
Tá arbeiðið við skúlan er liðugt, fara teir undir eini onnur sethús. Og kanska eini onnur einaferð seinni.
Lættir um
Arbeiða kring alt landið, men serligar umstøður gera seg galdandi, tá arbeiðir skulu gerast í Norðoyggjum – ella rættari: Norðanfyri teir 40 ára gomlu Borðoyatunlarnar.
Kristian og hansara menn eru í hesum døgum í ferð við at útbyggja og lutvíst umbyggja barnaskúlan á Fossánesi.
Til eitt slíkt stórarbeiði krevst sjálvandi betong. Og tað er júst í hesum, at ein fyritøka sum hansara møtir teimum avmarkingum og beinleiðis forðingum, orsakað av vánaliga tunnilssambandinum til meginøkið.
Skal ein gera eitt stoypiarbeiði í Havn ella í Klaksvík verða boð send eftir einum stoypibili við pumpu. Eftir lítlari løtu fær hann fylt sementið í, og so er tað arbeiðið úr hondum greitt.
Men her á Fossánesi og í grannabygdunum er hetta ikki so einfalt, tí teir stóru stoypibilarnir sleppa snøgt sagt ikki norður um hesar tunlarnar.
Dýrt kubikk
Skal eitt slíkt arbeiði tí gerast norðanfyri, er tað ein avgerandi treyt, at ein stórur kranabilur eisini kann fáast til vega samstundis.
Tað er tí púra klárt, at eitt kubikk av sementi sum verður “flutt” á henda hátt, má kosta heldur meiri enn annars.
- Kranabilurin má haraftrat standa her í munandi longri tíð enn annars neyðugt, og av hesi orsøk verða arbeiðini eisini dýrari, staðfestir Kristian.
Var talan hinvegin um eina størri høll, hevði tað verið nærum ógjørligt at flutt tey stóru elementini norður gjøgnum tunlarnar. Tá hevði verið neyðugt at flutt tilfarið við farmaskip.
Eykastríð
Arbeiðið uppá skúlan á Fossánesi byrjaði herfyri og hevur gingið eftir ætlan. Mett verður at tað kostar einar 7 mió krónur.
Talan er um ein nýbygning sunnanfyri verandi skúla, har ein skal útvega sær fleiri skúlastovur. Ein partur av hesum arbeiðinum er at leggja dekk-elementini í.
Eisini í hesum arbeiðinum møta teir avmarkingum og forðingum: Hesi stóru elementini eru ikki nakað, sum ein bara fær soleiðis uttan víðari norður á Fossánes.
- Hesi skulu førast gjøgnum tunlarnar við stórum bilum. Hóast tað altso ber til, er talan um eitt eykastríð hjá okkum.
- Alt, sum vit skulu brúka og sum krevur serligan flutning, - tja, tað er bara ikki sum at siga tað, viðgongur Kristian.
Forðingar í arbeiðinum
Tá eitt størri byggiarbeiði skal gerast, verður altíð mett um kostnaðin av tí.
Soleiðis varð eisini gjørt við útbyggingini av skúlanum her á Fossánesi. Men aftrat hesum má ein írokna ein hægri prís, orsakað av samferðslumøguleikunum ella -forðingunum, um ein heldur vil.
- Tað er ilt at siga í krónum og oyrum, hvussu nógv hetta eykastríðið dýrkar eitt arbeiði. Men tað er ein ávísur munur, slær hann fast.
Ein fyritøka í Klaksvík hevur kortini ein slíkan serbygdan stoypibil, sum sleppur gjøgnum tunlarnar.
Kristian og hansara menn hava givið eitt fast tilboð uppá útbyggingina, og hann heldur ikki at hetta arbeiðið er so kostnaðarmikið.
- Men ein verður allatíðina forðaður í arbeiðinum, tí tú ikki fært alt flutt á staðið á henda hátt, staðfestir hann.