ríkið. Tað merkir, at evsti myndugleikin er hjá donska stjórnini í slíkum málum. Tað kunnu vit halda um hvat vit vilja, men tað er soleiðis, tað er. Orsøkin er, at í verjumálum tosa allir statir við einari [...] hevur verið. Tað er ikki fyrstu ferð, Høgni Hoydal í beinleiðis sending lýgur um hetta fyri Føroya fólki. Hann er eisini rættaður áður. Men hann blívur bara við. Ein umsókn var Tað er rætt, at landstýrið [...] Skulu vit hava formligt ræði á verjumálum, so mugu vit loysa. So leingi vit ikki vilja tað, er støðan sum hon er. Tað merkir ikki, at vit einki hava at siga. Sambært politiskum avtalum millum Føroyar og
dømis í fjør (2007) vardu 11 føroyingar PhD/Dokaraheiti! Eitt er tann talborni/kvantitavi spurningurin. Annað er tann kvalitativi: hvussu er tilveran nú einaferð hjá einum føroyskum granskara? Verða kv [...] heima í Føroyum« – hevur verið tikið til nýliga í føroyskum fjølmiðlum. Jú, helst er tað so; men ein føroysku granskari er nú einaferð eisini eitt menniskja av kjøti og blóði. Sum ikki bert livir av breyði [...] at vísa á, at nógv er , ið krevur ábøtur, til tess at føroyska samfelagið fær fulla nyttu burturúr sínum lutfalsliga stóra heilakapasiteti. Skipanin við granskingarfígging í Føroyum er soleiðis háttað, at
ikki góðar royndir við. Mín filosofi er, at tað loysir seg best at hava bóltin við allatíðina, og hetta er uttan iva eisini tað, sum spælarunum dámar best. Tað er eisini stórur munur á superligaspælarum [...] venjingin er byrjað úti á vøllinum við øllum hópinum, ið telur tjúgu mans, vil Heine úttala seg um støðið á føroysku spælarunum. Tá vit at enda spyrja Heine, hvat málið fyri kappingarárið 2004 hjá HB er, sigur [...] Fótbóltur Hann er mest skorandi leikarin í søguni hjá donsku superligaini, og hann hevur eisini vunnið tvey donsk meistaraheitir við ávíkavist Silkeborg í 1994 og FC Keypmannahavn í 2001. Navnið er Heine Fernandez
umhugsað til eina aðru ferð. Tað er ikki ein spurningur, hvat fyri desibel tann einstaki áhoyrarin vil hoyra, sum onkur kanska vil gera tað til, men heldur ein spurningur um, hvat ein framførsla av hesum slag [...] slag kann og skal innihalda, uttan so at tað er nakað einstakt svar. At vera alternativir krevur nógv ? ógvuliga nógv. At fanga er eitt, men at levera er eitt annað. So kann mann so droyma seg burtur í hugburð [...] við Tangz á pallinum. Ein óføra góður konsertbólkur. Hvat er so ein nýggjárskonsert fyri tann einstaka? Eitt tónleikatiltak? Dansur? Fyrst og fremst er tað mestur møguleikin at sleppa út, og tað tóktiskt
so uppslúktur av, hvat ið ikki er her, ístaðin fyri at síggja, hvat ið er her” “So tit verða verandi?” “Vit hava faktisk verið eitt sindur in limbo í fleiri ár, og snakkað um, at alt er bara fyribils, tú [...] at kunna skapa, so mást tú føla tað, sum er har, tað stoffið, sum tú vilt brúka. Veist tú hvat eg meini við?” Jú, eg haldi meg skilja, men spyrji, um tað ikki er freistandi bara at gera seg harða viðhvørt [...] av kaffinum. Tað er nokkso sterkt. “Mann kemur til at koyra lívið á the backburner, sum tað eitur á enskum, kennir tú tað?” “Nei” “Also, tá er tað, at okkurt bara líka skal simra, tað er ikki meira enn,
júst hevur gjørt, er greitt, at tað skulu brúkast á leið 200 mió. kr. til miðbýarskúlar komandi árini. Tað er ikki ein spurningur, um hendan íløgan er neyðug, tí tað er hon. Spurningurin er, hvussu íløgan [...] ella byggja ein nýggjan. Fremsti politiski spurningurin er altíð, hvat neyðugu loysnirnar kosta. Um vit ganga út frá roknistykkinum í álitinum, so er fíggjarligi kostnaðurin við umvæling/bygging og eftirfylgjandi [...] num er mett at kosta minst 48 mió. kr. Aðrar dagføringar koma afturat. Ein nýggjur tveysporaður Vesturskúli er mettur at kosta 170-180 mió. kr. Við verandi næmingatali verður mett, at tað ikki er neyðugt
tí seinasta, einum klaveri og øðrum størri búnyttum. Men er tað so við sorgblídni, at Johan og Rakul Dalsgaard eru flutt av garðinum? – Nei tað er tað í veruleikanum ikki. Hetta kennist løgið, tí vit hava [...] Dalsgaard. – Ja nú hevur hetta staðið uppá so leingi, og tí er tað bara gott, at okkurt hendi. Vit hava verið í hesi bíðistøðuni so leingi, og tí er tað gott, at bara okkurt hendi. Annaðhvørt fingu vit festið [...] Nei, tað eru ikki ordiliga Føroyar... her er bæði grønt og pent, men kortini tími eg ikki at vera her, sigur Johan Dalsgaard. Alt tað, tey skulu hava við sær, er nú í bilinum. Eftir standa onkrir búnyttur
heilsuverki og útbúgving, har alt er pettað so smátt sum gjørligt. Men gakk, veruligur fornuftur fær ikki pláss á tingi og nú verður skorið í mentan og vitananstovnum, sum um nakað, er tað, sum skal til fyri at [...] Amerikanski forsetin John F. Kennedy segði til innsetanarrøðuna í 1961 ”Spyr ikki hvat landið kann gera fyri teg. Spyr heldur, hvat tú kanst gera fyri landið”. í Føroyum kundi man tikið hesi orðini til sín, tí [...] arbeiðspláss á ávísum økjum sum gjørligt, uttan at spyrja hvør tænastan skal vera. Løgið er tó at síggja, at eitt land, sum er ríkt við stórum náttúrutilfeingi og ríkari mentan systematiskt avtekur seg sjálvt
Ofta haldi eg, at vit í Føroyum hava lyndi til at vera sera upptikin av, hvat onnur halda um okkum. Tað er yvirhøvur fitt og óskyldugt – men onkuntíð á markinum til at vera ein nevrotisk tráseting. Vit [...] Airways, sum er nógv betri enn SAS, og at tað var vakrasta lending nakrantíð.” Tíverri segði Mette, at hon fleyg SAS. Hon tordi ikki at lúgva. Og friður verið við tí. Men eftir øllum at døma er kunnleikin [...] so serstøk, at vit einki kunna læra av øðrum. Tað er í viðurskiftunum hjá teimum, sum hava minst, at vit viga okkum sum samfelag. Og solidaritetur er eisini eginleikin at kenna seg aftur í tí fremmanda
gini, sigur hon. ##med3## List er týdningarmikil Vónin hjá fyriskiparunum er, at Listaleypurin kann vera við til at geva næmingum eina breiða mynd av, hvat list er, hvat mann kann gera við list, og hvussu [...] áhugin frá skúlunum er metstórur og hevur bara verið vaksandi seinastu árini. - Tað er ótrúliga stuttligt, at áhugin er so stórur og vaksandi. Afturmeldingarnar eru positivar, og tað er deiligt, at møtið [...] ikki at nøkta tørvin Samstundis sum áhugin fyri Listaleypinum er vaksin, er fíggjarkarmurin til Listaleypin ikki vaksin. Fíggjarkarmurin er eins og undanfarnu árini á 900.000 krónum, og hetta saman við