Samrøða: Eg syngi saman við Lenu í mínum grøna bili, koyri hart frá, og spyrji: “Who Am I?” Ein spurningur av teimum heilt stóru, men eg giti at henni dámar sovorðnar. Í dag fari eg at kanna málið.
Marjun Syderbø Kjelnæs
Hon tosar um ein lit, sum eykennir sálina. Tað er ein grundleggjandi kensla, sigur hon, ikki sorg beinleiðis, men kanska eitt slag av melankoli, nakað, sum er har allatíðina, og sum litar tað ið hon fæst við. Vit sita í einum sofahorni í eini rúmligari stovu, hava tosað eina løtu um alt millum himmal og jørð. Eg síggi yvir á víð vindeygu, út á ein blágráan himmal, tað er vindur og sirm, men ein klárur dagur kortini.
Nr. 1
Tá ið eg skrivaði til Lenu, og spurdi um eg kundi gera eina samrøðu við hana, gekk bara ein løta, og so beyð hon mær niðan í húsini, sum hon og Niclas leiga í løtuni. “Tað er nummar 11,” skrivaði hon, “men tað stendur nr.1 uttan á, tí at hitt 1 talið er flogið burtur í eini hvirlu.” Eg varnaðist spølni í boðunum, og her eg siti yvirav henni, síggi eg tað í eygunum á henni.
“Var tað, kanska tí at tú hugsaði meira um tingini, at tú føldi tú teg øðrvísi sum barn?” Hon steðgar á, og hugsar um spurningin eg havi sett henni. So hoyri eg spølnið í røddini á henni eisini. “Ja, eg havi altíð verið so forbiðið djúp.” Hon flennir hjartaliga, og smittar meg sum einki.
Lena tekur ikki seg sjálva serliga hátíðarliga, men hinvegin tosar hon djúptikin um tónleikin, tað er eyðsýnt tað hon brennir fyri. Mær dámar væl kombinatiónina. Tað er eisini sjarmerandi, at hon blandar ensk orð uppí viðhvørt, tá ið hon tosar.
“Eg flutti til Føroyar, tá ið eg var seytjan, so tú mást fyrigeva mær mínar bendingar.” Hon leggur høvdið á skák, og sær næstan eitt sindur smæðin út. Og so tosar hon um ein lit aftur, um litin í løgunum, um hvussu tekstur og lag mugu hóska saman, at tey mugu…serve each other…. tæna hvørjum øðrum.
“Eg skrivaði einaferð ein hálvavegna politiskan tekst, aftaná at hava sæð eina sending um eina høsnafabrikk. ‘Chicken For Cheap,’ var heitið, og handlaði um hetta, at man finnur seg í at djór hava eitt sovorðið ússaligt lív, bara fyri at tú ikki skalt betala meira enn ein dollara ella tveir fyri 5 ella 8.” Hon steðgar á, snerkir, sum sær hon myndirnar frá dokumentarsendingini fyri sær. “Niclas hevði skrivað ein so ræðuliga søtan melodi, tað passaði als ikki saman, so tá fekk eg eyguni upp fyri, at tað eru ikki allir melodiir sum rúma øllum søgum ella orðum.”
Hon knýtir nevan, tá ið hon roynir at greiða mær frá, hvussu hon føldi seg sum barn. “Soleiðis,” sigur hon, og letur tummilfingurin peiggja út til síðuna. “Eitt sindur uttanfyri tað heila.” Hon hevur ein gullring á ringfingrinum, síggi eg, ein steinur er festur í, eg royni at raka á litin. Roykblátt? Eg knýti litin í eitt minni um ein lakkustein úr glasi, minnist, hvussu vakrir teir vóru heilt blankir og óbrúktir, men hvussu skjótt teir skøvaðust og hvítnaðu, tá ið man sum barn lakkaði paradís.
”Men tað var kanska tí at vit fluttu so nógv runt, tá ið eg var barn, eg var kanska eitt sindur sárbær.” Hon skeinkir mær kaffi upp í ein lítlan hvítan haldleysan kop, hann er prýddur við svørtum snúðningmynstrum bæði uttan og innan.
“Tað er kanska eitt sindur sterkt, ger tað nakað?”
“Nei, nei, nei.” Eg svari uttan at smakka mær á. “Eg fái mær mjólk útí, so tað gongur nokk.”
Hon smílist til mín. “Also, tað er ikki tí, at eg haldi at tað at vera sárbær er nakar veikleiki.”
Einstein í damuskóm
Knappliga kemur ein stórsmílandi kona inn á gólvið, hon leitar eftir Niclas, sum skal gera eina jinglu fyri seg. Lena reisist og fer við henni oman í kjallaran at leita. Á stovuvegginum hava tey hongt nøkur stuttlig postkort upp, frá tí eina smílist Einstein til mín, hann er av onkrari orsøk í damuskóm.
Lena loypir beint inn í samrøðuna aftur, tá ið hon hevur tikið sær av jingludamuni. : “Tað sum eg meini, er, at tá ið tú letur teg sjálva vera… vunerable, so kanst tú eisini verða ultimativt kreativ, og…. og ikki doyva ein part av sær sjálvari, tí tað kann man ikki, man kann ikki selektivt doyva ting í sínum lívi ha?”
Eg má líka sleppa mær úr eygnafestinum hjá Einstein og spola aftur, jú tað var tað vit tosaðu um, at vera sárbær er ikki nakar veikleiki.
Hon spyr meg, um eg havi sæð ein fyrilestur um evnið inni á internetsíðuni TedTalks, og tað havi eg faktisk. Daman, sum greiddi frá, eitur Brené Brown, og fyrilesturin eitur ‘The Power of Vunerability.’ Tað var ein góður fyrilestur, tað minnist eg, men hvat var tað við teoriini sum fangaði Lenu?
“Hon fekk meg at hugsa um at…at man má liva tætt at síni intuitión, og tað má man serliga, tá ið man skal skapa nakað, tí fyri nettup at kunna skapa, so mást tú føla tað, sum er har, tað stoffið, sum tú vilt brúka. Veist tú hvat eg meini við?”
Jú, eg haldi meg skilja, men spyrji, um tað ikki er freistandi bara at gera seg harða viðhvørt, at lata seg í eitt tjúkt skal, tá ið mann er ólukkulig?
“Ja, men tað, sum so hendir, er nemliga tað, at skalið fer rundan um alt. Tú kanst ikki bara koyra hart skal her og her og her.” Hon peikar á vangan og armin og hjartað. “Bara koyra skal á, har sum tú hevur ilt, tí tað fer jú út yvir alt tað heila, og kanska skapar tað eitt slag av…” Hon steðgar á og hugsar. ”Tað verður ein sovorðin grázona í lívinum ella so. Tá ið tú so skalt peaka, so peakar tú ikki ordiliga, sum tú burdi ella so ha?”
“Jú,” eg lurti, og fái mær ein smakk av kaffinum. Tað er nokkso sterkt.
“Mann kemur til at koyra lívið á the backburner, sum tað eitur á enskum, kennir tú tað?”
“Nei”
“Also, tá er tað, at okkurt bara líka skal simra, tað er ikki meira enn, tú veit, akkurát komið upp á kók, men man vil ikki, at tað skal kóka meira, so koyrir mann tað bara á ta aftastu plátuna.”
“So hatta sárbæri er næstan ein plikt hjá einum listafólki?”
“Ja, annars er mann óloyalur fyri tí, sum man faktisk hevur flættað inn í allan sín …also…eksistens.” Hon steðgar aftur á eina løtu, tykist nærum, sum hyggur hon at setningunum har inni í høvdinum einaferð aftrat, nikkar fyri seg sjálva, og smílist upp á meg.
“To thine own self be true, and it must follow, as the night the day, thou canst not then be false to any man.”
“Shakespeare?”
“Hamlet”
“Tvs at um mann er erlig, móti sær sjálvari, so ber tað ikki til at vera følsk móti nøkrum?”
“Ja, og faktisk stendur tað eisini onkustaðni í Bíbliuni eitt sindur hatta har, to be true to your own self…ehm” Hon tekur telefonina, og googlar eitt sindur.
“Men kann tað ikki eisini blíva nokkso hart at eksistera, um mann allatíð skal vera so sonn móti sær sjálvari og øðrum?” Meðan hon googlar víðari, hugsi eg um, hvat eg akkurát havi spurt, og hví mann setur øðrum spurningar, sum man átti at sett sær sjálvari.
Hon leggur telefonina frá sær.“Ja, sjálvandi, tað er nógv sum eg slett ikki tími at snakka um, tí at sjálvt um eg gjarna vil vera erlig, so vil eg helst ikki særa nakran, tí eg havi tað forbannaða, at eg fái so ræðuliga lætt skyldsfølilsir…”
“So tú tigur ting burtur eisini?”
“Ja onkuntíð…fyri frið skyld tú veist.”
“Men er tað so ikki næstan sum um okkurt brotnar innií ?”
Eg hoyri ikki ordiliga, hvat tað er eg havi spurt, fyrr enn hon hyggur kátoygd uppá meg, og so flenna vit báðar aftur. Tað melodramatiska kann ljóða so ótrúliga komiskt viðhvørt.
Hatturin á apotekinum
Sofaborðið er so reytt sum ein brandhurð, Lena fær sær eina turkaða aprikos at bíta í, meðan eg hugsi meg um, og skrivi okkurt niður. Mitt á stovugólvinum liggur eitt persiskt teppi, á stødd við tað hjá Alladin, og á teppinum standa fimm gittarar. Tey fara kanska flogtúrar um náttina, hugsi eg, Lena og ljóðførini, kanska Niclas sleppur við. Nei, eg má seta henni onkran spurning, okkurt heilt banalt.
“Hvussu ber tað til at tú so ofta gongur í hatti Lena, er tað ikki alt for kool at búgva í Føroyum og ganga í hatti?”
Hon hyggur púra býtt at mær, og so froysir hon útúr at flenna.
“Á halt kjaft við tær, sovorðið hoyrir man eisini ofta, man stendur har við onkran disk onkustaðni, ja kennir tú ikki handan mátan at rósa uppá, í Føroyum, soleiðis øgiliga óbeinleiðis, og tað er helst eitt sindur píl niðureftir enn uppeftir. Ein dagin stóð eg á apotekinum í kø, og so lat í einari, sum stóð við diskin heilt yviri í hinum endanum: ‘ÍJØSSUS DEILIGT AT SÌGGJA ONKRAN GANGA VIÐ HAATTT!’ og eg sá væl at eg var tann einasta, sum var í hatti inni har, so eg rokni við at hon tosaði við meg, uttan at hon yvirhøvur hugdi upp á meg, hon bara hugdi runt og segði: ‘DEILIGT AT SÌGGJA ONKRAN GANGA VID HAATTT!’ Og so legði hon aftrat, at tað var so ræðuliga langt síðan, at tað var moderna, also at hon ikki hevði sæð nakran ganga við hatt í fleiri fleiri ár…” Lena flennir aftur ein ljósan látur, eitt ljóð sum flýgur uttan um hana, og lendir á litføgru pyntilutunum í stovuni.
Eg flenni við henni, hugsi hatta er ein fín yvirskrift, tað er sku’ deiligt at síggja onkran ganga við haatt. Men tað sum eg ætlaði við spurninginum, var kanska meira at vita, hví hon og Niclas hava valt Føroyar, sum tað so populert eitur.
“Hví vit eru her?”
“Ja.”
“Ehmm…eg haldi at tað er tí at eg havi flutt so nógv, at eg havi bestemmað meg til at ikki halda, at grasið er grønari nakra aðra staðni. Tí tað er tað ikki. Eg haldi eisini, tað kann verða strævi at dissa Føroyar so nógv, og blíva so uppslúktur av, hvat ið ikki er her, ístaðin fyri at síggja, hvat ið er her”
“So tit verða verandi?”
“Vit hava faktisk verið eitt sindur in limbo í fleiri ár, og snakkað um, at alt er bara fyribils, tú veitst hatta har: ‘Life is what happens to you while you’re busy making other plans.’ Ja, vit eru flytifuglar, men eg havi tørv á onkrum í øllum hesum rokinum og eitt sindur av stabiliteti, so hetta er basan beint nú.” Hon steðgar á, og hyggur uttan um seg. “Tað, sum eg eisini haldi er interessant, er, at um eg ikki hevði møtt Niclas, so veit eg ikki, um eg hevði verið her, sum eg eri. Tá ið eg fann hann, so fann eg eisini tónleik. Veist tú hvat eg meini? Vit fingu eyga á nakað í hvørjum øðrum.”
Eg taki dik á meg og seti henni tann seinasta spurningin, sum eg havi skrivað niður.
“So tú ert lukkulig?”
Hon leggur høvdið á skák, eitt vet undirhildin av tí alt ov óinnpakkaða spurninginum, eins og eg væntaði. Hon snarar gullringin við roykbláa steininum ein umgang áðrenn hon svarar: “Eg haldi lukkuligheit er eitt sindur sum eitt hjartabílæti, eitt sindur soleiðis upp og niður…”
Á veg heim spæli eg “And Life Carries On” á fløguspælaranum, og hoyri litin, haldi meg eisini síggja eitt leysrivið eitttal fara syftandi framvið bilinum. Smílist.
Greinin stóð í "Mentan" í Sosialinum 15. mai 2014