Hvør er ætlanin?

Djóni Højgaard
-----
Ikki ein dagur fer framvið, uttan hjartasuff og hugmóð seta sín dám á sosialu miðlunum, og nú, eftir at avtøkan av landsbankanum bleiv trumfað í gjøgnum, tykist máttloysið fullkomið. Sjálvdan rýkur at ongum brandi, og tað er ikki trupult at finna orsøkirnar til fráflyting, gleps og hjartasuff.
Eg sat í gjárkvøldi og hugdi at sending, sum Suni Merkisstein hevur gjørt um føroyska tjóðsangin, sum umhandlar eina vekingar og broytingartíð í føroyska samfelagnum. Við tjóðskaparrákinum breiddi seg ein størri tilvitska um egna tilveru og mentan. Tó høvdu fólk tá, neyvan fyristillað sær, at vit einaferð skuldi vera komin so langt, sum vit eru komin í dag.
Sjálvt startskotið til tjóðskaparrørsluna í Føroyum sigst vera tiltikni jólafundurin í 1888, har ein av viðtøkunum var at føroyingar skuldu ganga fram í øllum lutum. Kanska nakað óítøkiligt, men hóast alt ein vilji til framburð, sum í dag tíverri kann tykjast trupul at fáa eygað á. Sjálvt um rákið, sum tá tók seg upp, kann tykjast naivt og yvirromantiskt, var tað altíð grundað á ein vilja um framburð, grundað á upplýsing og mentan.
Sitandi samgonga, sum tók við fyri góðum ári síðani, legði hart út, við at umskipað skattingina og ræna av uppsparingini, sum er spardur upp í framtíðar pensjónsskatti. Tað skuldi loysa seg at arbeiða…. Gamaní, men um tað var veruliga mantraði, høvdu teir fyrst farið eftir at fáa inntøkur fyri landsins egnu ognir, sum hvørt ár antin fara í privatar lummar, ella blíva oyslaðir vekk í berum kleyvarskapi. Men tað gjørdu teir ikki (teir eru jú næstan allir menn). Ístaðin rændu teir frá komandi ættarliði og góvu til tey, sum áttu. Tað, sum framvegis veruliga skuldi loysa seg, var at kenna onkran á løgtingi.
Nú eru bókhaldarabrillurnar so tiknar uppá, tí fíggjarlógin skal javnviga, verður sagt. Løgið, tá man beint frammanundan hevur økt strukturella hallið við 300 mió. Kappast verður dúgliga um, hvussu nógv kann sparast eftir reyv. Ikki tí, veruligar rationaliseringar liggja bara og bíða til at blíva framdar innan heilsuverki og útbúgving, har alt er pettað so smátt sum gjørligt. Men gakk, veruligur fornuftur fær ikki pláss á tingi og nú verður skorið í mentan og vitananstovnum, sum um nakað, er tað, sum skal til fyri at byggja land. Mentanagrunnurin verður skerdur, Landsbankin skal takast av, Setrið verður skert og Havstovan verður skerd. Útbyggingar í Marknagil og havrannsóknarskip útsetast hvørt ár, alt meðan fjórða statsvaldið og fremsti mentanarberi spakuliga sleppur at bløða út.
Amerikanski forsetin John F. Kennedy segði til innsetanarrøðuna í 1961 ”Spyr ikki hvat landið kann gera fyri teg. Spyr heldur, hvat tú kanst gera fyri landið”. í Føroyum kundi man tikið hesi orðini til sín, tí mangan tykist tað, sum alt vendir á høvdinum. Vinnupolitikkur snýr seg ikki um at fáa sum mest burturúr, men at so nógv sum gjørligt skulu gera sama arbeiði. Kemur tað til almennar uppgávur ræður tað um at skapa so nógv arbeiðspláss á ávísum økjum sum gjørligt, uttan at spyrja hvør tænastan skal vera.
Løgið er tó at síggja, at eitt land, sum er ríkt við stórum náttúrutilfeingi og ríkari mentan systematiskt avtekur seg sjálvt. Tað nýtist ikki at vera so, tí møguleikarnir eru nógvir. Tað krevur bert at politikarnir taka seg saman og raðfesta veruliga menning, lurta eftir serfrøðini og leggja korupta glantrileikin á hillina. At føroyingar skulu ganga fram í øllum lutum er ikki eitt mál, sum einans skuldi vera sett sær fyri 100 árum síðani, men eigur at vera líka aktuelt mál at seta sær í dag. Um vit ikki vilja ganga fram, so ganga vit aftur og vit eru væl á veg. Man kann spyrja hvør er ætlanin? Sum nú er, sær tað út, sum um at javnvág kemur á fíggjarlógina, tá tann síðsti sløkkir og flytir av landinum. Tíverri.
Gleðilig jól
Keypmannahavn hin 14. des 2012