boðað frá ætlanum um at spara við at herða reglurnar fyri, hvør kann fáa tillagað starv. Starvsfelagið mótmælir harðliga hesum ætlanunum, tí tað er ein misskiljing, at tillagað starv er ein útreiðsla, ið [...] fyritíðarpensjón samstundis er lækkað. Um tað øvuta ger seg galdandi, tá gáttin hækkar fyri at fáa eitt tillagað starv, fara fleiri at fáa miðal ella lægstu fyritíðarpensjón, og tá er eingin verulig sparing [...] heinta fyri tað almenna. Hetta málið er illa upplýst. Neyðugu hoyringarnar hava ikki verið. Neyðugu kanningarnar eru ikki gjørdar. Vit vita ikki, hví talið av fólkum í skipanini er vaksandi. Vit vita ikki
hevur verið eftirmett og helst er tað ov stutt tíð millum dystirnar, at byrja við somu spælarum. Hann leggur tó eitt afturat: - Vit skuldu havt fingið eitt stig í Lettlandi. Nú er nakað fráliðið og hvørja ferð [...] Ericson tóktist vátta, at tað broytingar í uppstillingini – bæði frá seinast og millum dystirnar. Hetta kemur í størst mun av, at fleiri spælarar ikki eru í dystarvenjing ella hava snuddir. - Tað hevur [...] komnir aftur frá skaða, segði Håkan Ericson á tíðindafundinum. Landsliðsvenjarin bleiv eisini spurdur, um hann hevði eftirmett dystin í Lettlandi og avgerðina, at byrja við teimum somu, ið høvdu spælt móti
sigur Søvi Vatnhamr um tapið í Lettlandi. Hann væntar sær ein líknandi dyst móti Armenia, sum vit sóu móti Norðurmakedónia. - Tað eru nøkur ting, sum vit kunnu betra um, men eg vænti hetta verður ein líknandi [...] Trinustovu á Tórsvølli. Hetta var undan seinastu venjingini fyri Nations League dystin móti Armenia, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Spurningarnir á tíðindafundinum vóru fyri tað mesta um støðuna hjá Håkani [...] aftanfyri venjaran og ætla at gera eitt sprell í morgin og sunnudagin. Tað er sjálvandi keðiligt at lesa tað, sum hevur verið skrivað um venjaran í seinastuni, tí vit sum spælarar eiga stóran lut í gongdini
øðrum stað. Men nú er hann so á sendistovuni, so hann er tí minni í vavi, tó at hann er størri, enn tann føroyski. – Tað verður spennandi at síggja, hvat føroyingar fara at siga, tí hetta er nakað nýtt í Føroyum [...] Tað er Mikkeller í Føroyum, sum ger tað. – Endamálið er – og tað vóni eg, at vit kunnu endurtaka hetta á hvørjum ári. 30 prosent av ølinum er alkoholfrítt – Vit gera nógv alkoholfrítt øl. Tað er ein [...] hósdag, meðan sjálvur festivalurin er fríggjadag og leygardag. ##med5## Ølmentanin í Føroyum er broytt Men hvat heldur Mikkel Borg Bjergsø um føroysku ølmentanina? – Hon er broytt nógv, síðani eg vitjaði í
Tíverri er hetta besta dømi um eina syrgiliga handfaring av okkara tjóðpalli, sum tíverri ikki bert er ein vána handfaring av tjóðpallinum, men øllum okkara mentanarlívi. Tað er altíð mentanin sum er við sviðusoð [...] samfelagnum. Men tíverri er mentanin annaðhvørt blivin ein politisk kastibløka og ella binguprýði tá val er, tí lítið er at síggja til, at mentanin verður raðfest politiskt. Tað er tá samfeløg hava tað trupult [...] Feskasta dømi um hetta er tjóðpallur Føroya, sum hevur fingið eina syrgiliga gongd, tá tað kemur til staðsetingina í høvuðsstaðnum. Misbrúkt til at vinna sær atkvøður hendan ella hinvegin, og tað er veruliga
Street Food og alternativum tónleiki. Og felagsnevnarin millum fólk er hvørja ferð: "Shit hetta er feitt, børnini tíma slett ikki heim. Hetta er genialt!". Tað ber væl til Í Reykjavík, Keypmanahavn og Berlin [...] – meir sól Hetta eru fýra sólskynssøgur. Bæði Klintrifelagið, Skatefelagið og RC Felagið hava merkt ein markant vaksandi áhuga, síðani feløgini fluttu inn í Bacalao. Nú er tíðin komin til enn fleiri só [...] møguleikar. Hugsa tær, um vit kundu umskapa Bacalao til eitt livandi stað, har alternativur ítróttur, spæliland, filmsvinna, listavinna, tónleikavinna, Streetfood og annað spennandi er undir sama taki! Tað
og øll tygara kæru. At náa so høgan aldur er eitt satt ríkidømi, sum ikki er nógvum unt! Og eg má siga, at tað er mær ein sera stórur heiður, og eg gleðist um at fáa høvið at vera við til føðingardagin [...] málið. Tað er ongin ivi um at bíbliutýðingarnar hava sín stóra leiklut í, at føroyska málið varð viðurkent sum kirkju og skúlamál í Føroyum og harvið fekk almenna viðurkenning. Ongin tøkk er nóg stór fyri [...] lesihugurin tygum so dyggiliga til góðar, og kemur tað meira enn so fyri enn, at tygum sitið upptikin við onkrum teksti. Eitt annað eyðkenni er musikaliteturin. Bæði tygum og systkini lærdu frá pápanum at
at vøksturin í livialdurinum er minkaður niður í 0,2 ár um árið síðani 1990. Sambært Jay Olchansky, sum er ein av granskarunum handan amerikansku kanningina, merkir hetta, at gentur, sum eru føddar í 2019 [...] menniskjum hevur eitt ovara mark, og at tað er nær við 120 ár. Miðal livialdurin hjá menniskjum er annars vaksin við umleið 30 árum seinastu øldina, t.v.s., 0,3 ár um árið. Men nú tykist ferðin sambært kanningini [...] møguleika at fylla 100 ár, meðan møguleikin er 1,8 prosent hjá dreingjum frá tí árinum. Tað skrivar CNN. Tá miðal livialdurin í undanfarnu øld er longdur so munandi, er tað orsakað av stórum batum í fólkaheilsuni
eitt nú hesi bæði børnini, men hetta hevur Ísrael ikki váttað. Tíðindastovan NTB veit at siga, at fyri Hamas eru gíslarnir avgerandi fyri samráðingarnar við Ísrael um vápnahvíld og leysgeving av palestinskum [...] Í dag, 7. oktober, er eitt ár liðið, síðan 251 gíslar vórðu tiknir í Ísrael og førdir til Gazageiran. Ísrael heldur, at 63 av gíslunum framvegis eru á lívi. Ísraelskir myndugleikar halda, at millum gíslarnar [...] gíslarnar, sum enn eru á lívi, eru 51 menn, tíggju kvinnur og tvey børn. Hildið verður eisini, at 34 lík framvegis eru í Gazageiranum. Higartil eru 117 gíslar leysgivnir ella bjargaðir úr fangilsi av ísraelskum
Harumframt er eisini komið fram, at kommunan er komin í gjaldføristrupulleikar orsaka av risa stórum útleggum á 270 mio, og at tað tí var neyðugt at hækka kassakredittin. Tað er møguligt at hetta er útlegg [...] gevur greiða ábending um, at tað er ikki stýr á fíggjarviðurskiftunum. Fíggjarstýring sum heild fyllir tíverri lítið í almenna rúminum, og tað er tí lætt hjá valdinum at fara lætt um tølini. Men borgarin [...] at skattgjaldarin veit ikki, um hann fær nóg mikið fyri pengarnar. Tað undrar meg, at hvørki Heðin ella nakar annar í býráðnum reagerar upp á hendan spurningin. Annað er, at hóast sitandi býráð kom til