Landsstýrið hevur boðað frá ætlanum um at spara við at herða reglurnar fyri, hvør kann fáa tillagað starv. Starvsfelagið mótmælir harðliga hesum ætlanunum, tí tað er ein misskiljing, at tillagað starv er ein útreiðsla, ið vit skulu skerja. Veruleikin er, at eitt tillagað starv er ein íløga í okkara arbeiðsmarknað og eitt týðandi amboð fyri at tryggja, at fólk, ið hava niðursetta arbeiðsorku ella serligar avbjóðingar, framvegis kunnu virka á arbeiðsmarknaðinum.
Skipanin við tillagaðum størvum er ein sólskinssøga; hon hjálpir teimum við skerdum førleika, sum annars høvdu havt trupult við at finna arbeiði, og hon heldur eisini fólki virkin og gevur teimum eitt virði og ein týdning í samfelagnum. Vit vita, at tey, sum hava møguleika at arbeiða í tillagaðum starvi, hava betri lívsgóðsku, betri heilsu og lægri tørv á almennum stuðli.
Lógaruppskotið sigur enntá, at vaksandi talið av fólki í tillagaðum størvum seinastu árini kann knýtast saman við, at talið av fólkum við miðal ella lægstu fyritíðarpensjón samstundis er lækkað. Um tað øvuta ger seg galdandi, tá gáttin hækkar fyri at fáa eitt tillagað starv, fara fleiri at fáa miðal ella lægstu fyritíðarpensjón, og tá er eingin verulig sparing at heinta fyri tað almenna.
Hetta málið er illa upplýst. Neyðugu hoyringarnar hava ikki verið. Neyðugu kanningarnar eru ikki gjørdar. Vit vita ikki, hví talið av fólkum í skipanini er vaksandi. Vit vita ikki, hvussu nógv fólk av røttum hoyra heima í hesi skipanini. Vit vita ikki, hvat tað fer at kosta í øðrum almennum veitingum, tá fólk ikki sleppa upp um gáttina til skipanina við tillagaðum starvi.
Eftir okkara meting merkja hesar broytingarnar hjá landsstýrinum, at langtíðarhaldføri í besta føri verður óbroytt, meðan sjálvsvirði, trivnaðurin og tilknýti til arbeiðsmarknaðin hjá nógvum, sum hava tørv á tillagaðum starvi, verður verri. Menniskjasligi kostnaðurin kann gerast sera høgur fyri tey, ið ikki longur sleppa í tillagað starv.
Tí er tað týdningarmikið, at vit hyggja frameftir og styrkja heldur enn at skerja eina skipan, sum hevur prógvað sítt virði. Vit skulu vísa, at vit sum samfelag taka ábyrgd fyri øllum borgarum, eisini teimum, ið hava avbjóðingar. Við at veita smidleika og stuðul á arbeiðsmarknaðinum, skapa vit eitt samfelag, har øll hava møguleika at menna sínar førleikar og liva eitt virkið lív.
Vit eiga tí ikki at gera arbeiðsfremjandi skipanina við tillagaðum starvi verri. Vit eiga heldur at styrkja hana, so at fleiri kunnu varðveita eitt gott tilknýti til arbeiðsmarknaðin – til frama fyri einstaka borgaran, arbeiðsplássini og samfelagið sum heild.
Starvsfelagið