Nýggj kanning: Flestu børn verða ikki 100 ár

Nýggj gransking vísir, at livialdurin ikki er ævigt vaksandi. Sambært einum donskum granskara er eitt ovara mark.Væntaði livialdurin hjá menniskjum veksur ikki so skjótt, sum hildið varð áður.

Nýggj gransking vísir, at livialdurin hjá menniskjum ikki í allar ævir hækkar. Dátur benda á, at tað er eitt ovara mark upp á umleið 120 ár, og at sera fá nýfødd børn skulu vænta at røkka 100 ár. (Savnsmynd). - Mynd: Waltraud Grubitzsch/Ritzau Scanpix

Væntaði livialdurin hjá menniskjum veksur ikki so skjótt, sum hildið varð áður.

Tað vísir nýggj gransking frá lærdum háskúlana í Chicago, sambært Videnskab.dk.

Higartil hevur verið sagt, at livialdurin hækkar við átta tímum fyri hvønn dag, sum gongur.

Morten Scheibye-Knudsen, lektari á Center for Sund Aldring á Universitetinum í Keypmannahavn, sigur við Videnskab.dk, at kanningin staðfestir, at livialdurin hjá menniskjum hevur eitt ovara mark, og at tað er nær við 120 ár.

Miðal livialdurin hjá menniskjum er annars vaksin við umleið 30 árum seinastu øldina, t.v.s., 0,3 ár um árið.

Men nú tykist ferðin sambært kanningini at minka.

Sambært fjølmiðlunum vísa tøl, at vøksturin í livialdurinum er minkaður niður í 0,2 ár um árið síðani 1990.

Sambært Jay Olchansky, sum er ein av granskarunum handan amerikansku kanningina, merkir hetta, at gentur, sum eru føddar í 2019, hava 5,1 prosent møguleika at fylla 100 ár, meðan møguleikin er 1,8 prosent hjá dreingjum frá tí árinum.

Tað skrivar CNN.

Tá miðal livialdurin í undanfarnu øld er longdur so munandi, er tað orsakað av stórum batum í fólkaheilsuni og sjúkraviðgerðini, skrivar Videnskab.dk.

Umframt hesi framstig, hevði miðal livialdurin helst ligið um 60 ár, sigur Jay Olchansky.

Hann heldur tað vera "ósannlíkt", at háttaløg verða funnin í hesi øldini, sum kunnu leingja lívið eins munandi og tað hevur verið í fyrru øldini.

– Skulu vit liva nógv longri enn vit gera nú, noyðast medisin og vísindi at modulera sjálva aldringina heldur enn sjúkurnar, sum eru knýttar at henni, stendur í fráboðanini.

 

/Ritzau/

 

Nýggj gransking vísir, at livialdurin hjá menniskjum ikki í allar ævir hækkar. Dátur benda á, at tað er eitt ovara mark upp á umleið 120 ár, og at sera fá nýfødd børn skulu vænta at røkka 100 ár. (Savnsmynd). - Mynd: Waltraud Grubitzsch/Ritzau Scanpix