tey sum tann partin, ið hellir mest til tað lærandi. - Hetta er kanska tyngsti parturin. Tað var tað fyri okkum í byrjanini, tí tað var so ókent. Soleiðis hevur tað óivað eisini kenst fyri hyggjaran. Summi [...] konseptið, heilt greitt. Tað er ein bók, filmur og so tey bæði í upptøkuhølunum. Reglan er at gera tað einfalt. Hetta er undirhald við nakað av frálæru. Tað snýr seg um at brúka hugflog og tað, sum er til taks [...] og spæla barn, tað skuldu øll roynt. Ein er í eini arbeiðsgongd, ein tvætlar og spælir, men tá tað eydnast allar best, tað er, tá tú finnur barnið í tær sjálvum. Ikki hugsar um, hvat tað er tú gerst, sigur
eftir hon var komin til Havnar at búgva, sat hon í nevndini í Kvinnufelagnum, og í 1989, tá ið stóra kvinnuráðstevnan var í Oslo, var Edith við í ferðalagnum. - Størsta uppgávan øll árini, eg var virkin í [...] ein son í 1941 og hálvt annað ár seinni aftur ein son. Tá tann yngri var tveir mánaðir gamal, doyði maður mín av blóðkrabba. Tað var hart, ikki minst tí, at eg slapp ikki heim til Føroya. Eg hevði tó systur [...] at eg ein dag ikki fari at klára meg sjálva. Kanska tí eg havi børn. Kemur tað hartil, at eg má á ellisheim, taki eg tað sum tað kemur. Eg veit, at nógv sita ógvuliga einsamøll og bara síggja heimahjálpina
til var, at Ferrari ikki hevði forbrotið seg móti teknisku reglunum hjá FIA, og at teir tí vóru diskvalifiseraði av órøttum. Dómsnevndin segði, at frávikið á »Barge Board« var minni enn 5 mm, og tað er [...] sum var gjørd í Malaysia, ikki var gjørd í samsvari við reglugerðina, og tí ikki kundi brúkast sum grundarlag. Hesum fekk Ferrari viðhald í, tí dómsnevndin sigur í úrskurði sínum, at uppmátingin var gjørd [...] á ein hátt, sum ikki var rættur. At enda í dóminum staðfestur dómsnevndin hjá FIA, at útgerðin, sum teir sum gjørdu kanningina brúktu, var ikki nóg neyv til at kunna sáa iva um tað sum mekanikararnir hjá
fylgja Neistanum inn í dystin sunnudagin. Tað gekk meiri enn striltið at fáa gongd á álopsspælið, og var tað ikki fyri spælandi hjálparvenjaran, Áka Olsen, so var illa statt við Neistanum. Tí av teimum níggju [...] Joensen og einum frá Áka Olsen, vóru teir aftur inni í dystinum. Hvat tað var sum gjørdi, at Neistin aftur fekk fatur á Kyndli er ikki so lætt at siga, men tað er ein sannroynd, at tá Hans Áki Dal-Christiansen [...] Kyndil-Neistin 23-24 (13-9) Ein lærir so leingi ein livir, sigur eitt orðafelli, og tað er nakað um tað. Mikudagin spældi Neistin móti vestmenningum í høllini á Hálsi og í steðginum vóru teir frammanfyri
hetta vit hava í dag. Fyrst um nær tað skuldi verða, og síðan nær tað ikki skuldi verða, og síðan um tað, sum væntast skuldi, at hetta orðaskiftið skuldi føra til. Ikki er tað heldur smávegis vónir, nógv fólk [...] avgjørt einki í vegin fyri hesum máli, tvørturímóti tað eigur at verða málið hjá okkum øllum, og er tað kanska eisini. Men tað er eisini ein veruleiki, at tað er rættiliga ymiskt, hvat politiskar hugsjónir [...] týdingar av orðinum, ella skilja vit tað alt eftir hvørji vit eru? Ella eru tað bert nøkur okkara, sum sita inni við tí endaliga sannleikanum, soleiðis sum fleiri her inni halda seg gera. Orðið frælsi hevur
betri fyri lægri prís enn tað almenna sjálvt kann gera arbeiðið. Á henda hátt verður møguleiki hjá privatum fyritøkum at koma inn á umráði, ið tað almenna situr á í dag, og tað almenna fær møguleika fyri [...] framtíðarárin, so vísir verðuleikin seg altíð, at verða nógv meira fjøltáttaður. Fyri tað fyrsta vil eg vísa á, at tað ikki er rætt at líkastilla: 1) Árin av eini búskaparkreppu har ein stórur partur av [...] ávirkað av tí búskaparpolitikki, ið valdur verður. Stutt- og langtíðarárin Fyri tað næsta, vil eg vísa á, at eg meta tað ikki verða rætt, í samband við ein niðurskurð av ríkisveitingunum, at tosa um:
Spælið var sum sagt rættiliga einvegis. Tummas Óli Mortensen hevði ein stak góðan dag sum hevari, og tað hevði danin í fleyr Rasmus B. Madsen eisini. Hann var ótrúliga beinrakin í álopinum, og tað var ikki [...] Spælið gekk sera flótandi og til tíðir var spurningur um reina niðurspæling av Framliðnum, sum tyktist alt meira mótleyst. Tað, sum var mest avgerandi í dystinum var, at móttøkurnar hjá Fleyr riggaðu ei [...] høvdu væntað sær ein spennandi dyst fóru vónbrotin aftur til húsa, tí tað var ikki skuggin av spenningi í dystinum, sum tíverri var alt ov nógv merktur av at teir bestu leikararnir hjá Fram hava skaðar
fór alt upp á kók, og tað var, sum tað ongan enda fekk. Jú, tað var rockur fyri allar pengarnar, tá Toto kringsettu Scandinavian Centrið í Århus leygarkvøldið. Áhoyrararnir fingu tað, teir vóru komnir eftir [...] at hann var tveittur úr í 1983, á odda. Hetta var Toto, sum vit kenna teir, og talan var veruliga um eina konsert til reint ug. Skaraðu framúr Teir góvu seg fult út, Toto dreingirnir. Tað var ferð á frá [...] túsund. Jú, tað var rættiliga fantastiskt. Líka frá fyrsta lagnum ?Caught in the balance? til hitt allar seinasta eykalagið ?Hold the line?. Ljóðið var gott og deiliga hart, ljósshowið var í heimsklassa
yvir enn. Sum sagt er tað tó heilt vist, at tilfarið fer at snúgva seg um lívið uppi í Hoydølum, og ivaleyst munnu tað vera fleiri gamlir studentar, sum ymsastaðni í landinum liggja inni við onkrari útgávu [...] Vónandi verður tað eisini soleiðis við hesum (vónandi verða tað fleiri) útgávunum, soleiðis at studentarnir, sum nú eru har uppi, um nøkur ár kunnu sita og práta, flenna ella skeldast, um tað, sum í sínari [...] Fáar útgávur Í fleiri ár var studentablaðið Vitin eitt tað fyrsta hugsað varð um, tá tosið fall inn á aktivitetin uppi í Hoydølum. Ivaleyst vóru veitslurnar nakað frammaligari í umrøðu og undirtøku, men
er PGS. Tað byrjaði sum eitt seismikkfelag burturav. Í dag fevnir tað um nógv meira og er at meta meira sum eitt breitt veitingarfelag til oljuvinnuna. Ein stórur partur av inntøkunum kemur tí í dag frá [...] Foinaven, ið er tað framleiðsluskipið, ið arbeiðir næst føroyska markinum. Vitjaði føroyska básin Sosialurin hitti varaforsetan fyri kanningarnar hjá PGS í Norðureuropa, Diz Mackewn. Hann var millum teir mongu [...] mikið nógv, at teir í dag liggja inni við rættiliga týdningarmiklum upplýsingum, sum oljufeløgini kunnu fáa nyttu av, tá tey skulu fara undir at bora. Hann heldur, at tað er ringt at siga, hvør partur av