Dysturin millum havnafeløgini bæði Fram og Fleyr, gjørdist eitt satt vónbrot.
Tey, sum høvdu væntað sær ein spennandi dyst fóru vónbrotin aftur til húsa, tí tað var ikki skuggin av spenningi í dystinum, sum tíverri var alt ov nógv merktur av at teir bestu leikararnir hjá Fram hava skaðar at dragast við.
Nevnast kann, at Rúni og Ingvard báðir eru skaddir, og fáa ikki spælt fult og heilt.. Hjá Rúna hevði skaðin við sær, at hann spældi libero, og tað merkir, at hann bara var inni í verjuni, og saknar eitt lið ikki ein slíkan góðan mann sum Rúna, so er ein øgilig breidd í hópinum.
Sera flótandi spæl
Nýggja spælskipanin, sum varð tikin í nýtslu í føroysku landskappingini fyri góðari viku síðani ger, at tað er meir enn sjáldan, at eitt lið tapur t. d. 21-0. Men tá munurin millum liðini er meiri enn seks mál, er talan um stóran og greiðan mun.
Undan dystinum sunnudagin var væntandi, at Fleyr fór at vera favorittur. Kortini var mett, at dysturin kundi fara at gerast javnur, tí við so góðum leikarum sum Ingvardi, Rúna og Jens Hera er Fram eitt sera gott lið.
Hjá Fleyr gekk harafturímóti upp á stás.Spælið gekk sera flótandi og til tíðir var spurningur um reina niðurspæling av Framliðnum, sum tyktist alt meira mótleyst.
Tað, sum var mest avgerandi í dystinum var, at móttøkurnar hjá Fleyr riggaðu einastandandi væl.
Liðið spælir við tveimum móttøkuspælarum og ikki kann sigast annað enn, at Jan og Klæmint gjørdu Tummasi Óla uppgávuna sum hevari munandi lættari at fara til.
Hann stroyddi um seg við góðum bóltum, og kombinatiónirnar vóru nógvar.
Rasmus spældi
sín lívs dyst
Spælið var sum sagt rættiliga einvegis.
Tummas Óli Mortensen hevði ein stak góðan dag sum hevari, og tað hevði danin í fleyr Rasmus B. Madsen eisini. Hann var ótrúliga beinrakin í álopinum, og tað var ikki meir enn at tað kom fyri at hann misbrúkti álopsmøguleikar.
Hetta er uttan iva tann besti dyssturin, sum Rasmus hevur leikt á Fleyrliðnum síðani hann kom til Føroya tíðliga í 1997.
Rasmus er stórur maður, og tað er ikki ókent fyribrigdið at stórir menn hava fyrimun í álopinum í flogbólti!
At hann saman við Steinar Eirikstoft dugdi væl at bremsa álopinum hjá Fram gjørdi bara heildarmyndina enn betur.
Fram hevði tað torført
Sum sagt var munurin stórur. Spælið hjá Fleyr gekk skjótt og væl, og tað gav teimum eisini neyðuga dirvi til at satsa eitt sindur í servuni.
Neyvar og harðar servur gjørdu arbeiði hjá móttøkuleikarunum hjá Fram torført.
Kortini skal staðfestast at Rúni gjørdi eitt einastandandi gott arbeiði í móttøkuni, hóast tað ikki bar nevniverdugan ávøkst í stigum.
Jens Heri var ikki beinleiðis heppin í fleiri støðum tá bólturin t. d. rullaði eftir netkantinum og datt niður egnu megin heldur enn at fara yvirum.
Romica skal
styrkja um liðið
Sum nevnt í leygardagsblaðnum er ein rumenskur venjari áveg til Fleyr.
Pascu Romica skal venja liðini hjá Fleyr, og skal umframt tað eisini spæla við á besta liðnum hjá Fleyr.
Hetta er ikki eiti á fongur hjá Fleyr, sum ger høvuðsstaðarfelagið til avgjørt besta boð upp á eitt meistaraheitið - eisini hóast klaksvíkingar gera júst tað sama.
Við sigrinum sunnudagin staðfesti Fleyr sína støðu sum oddalið í landskappingini í flogbólti.
Teir hava fyrstu dystirnar víst, at teir eru væl betri fyri enn teir vóru t. d. í fjør, og at teir eru avgjørt besta boð upp á ein meistara.
At enda, eiga dómararnir í dystinum sunnudagin at fáa tvey orð á vegnum.
Sum oftast verður funnist at dømingini, men ungu sørvingarnir skulu eiga, at teir leiddu dystin á fyrimyndarligan hátt.