Dagfinn Olsen
- Likkulikkuleia, hvør vil eiga. Soleiðis plagdi abbi mín at siga, og so hevði hann hendurnar saman, sum hevði hann okkurt í, sigur Vár, tá hon verður spurd um upprunan til navnið á væl umtóktu barnasendingini í SvF.
Sendingin hevur rættiliga fingið rúm í hjartanum á bæði stórum og serstakliga smáum.
Tað var meðan Vár las dramaturgi niðri, og Páll starvaðist sum sjónleikari, at tey spældu sær við hugsanir um barnasending. Páll er útbúgvin sjónleikari og hevur starvast í Danmark í fleiri ár sum slíkur. Vár hevur útbúgving sum dramaturgur og so komu hugsanirnar, um tey skuldu leita sær heim aftur til Føroya, ella búgva niðri. Var nakað at koma heim til. Tey kannaðu málið, og SvF var áhugað í at samstarva við tey.
- Sendingarnar eru spontanar, men hugskotið er gamalt. Sostatt er ætlanin og karmurin, konseptið, heilt greitt. Tað er ein bók, filmur og so tey bæði í upptøkuhølunum. Reglan er at gera tað einfalt. Hetta er undirhald við nakað av frálæru. Tað snýr seg um at brúka hugflog og tað, sum er til taks, siga Vár og Páll og minna á, at børn upp til eini 7 ár, áðrenn skúlaaldur, hava eitt stórt univers, har alt ber til.
- Siga vit, at hatta er ein steinur, so er tað so. Børnini góðtaka tað. Tey eru ikki enn komin til tað, at hatta er ikki ein á, tí einki vatn er í. Tey eru enn ikki komin inn í skipanina, sum tey størru børnini, við at nú ringir út, og so er rokning á skránni, siga Vár og Páll.
Eisini er arbeiðið í tráð við tað mong vænta av sendingunum, tað, ið tey væntast at gera og sum tíðin, sum er tillutað teimum, loyvir.
Long arbeiðsgongd
Vár og Páll hava bæði bakgrund í kabarettunum í áttatiárunum. Tá tey seinnu árini hava verið heima í summarfrí, hava tey skipað fyri føroyakvøldum í Norðurlandahúsinum. Í august 1998 gjørdu tey av at flyta heim afur. Tey hava sáttmála við SvF eitt ár í senn. Tey arbeiða ikki fulla tíð, og hava sostatt møguleika at gera annað eisini. Milum annað hava tey arbeitt við at gera Søguskrínið, har tey hava lisið barnasøgur á fløgu.
Men tað er eingin loyna, at arbeiðið við barnasendingini tekur drúgva tíð. Upptøkurnar verða gjørdar út í eitt. 16 sendingar verða gjørdar í upptøkuhølunum uppá tvær vikur. Men frammanfyri liggur fyrireiking, tað at skriva partarnar, føroyskar bøkur skulu finnast, filmast, lesast og síðani skal redigerast.
Vár og Páll meta, at tey nýta okkurt um 3 - 4 mánaðar uppá 16 sendingar. Men í fjør tóku tey sær t.d. eisini av jólasendingum, og rokna tey í dag eftir, so gjørdu tey 56 sendingar uppá eitt ár - 52 vikur.
Tað er meira enn ein sending um vikuna. Hetta ber til, tá ein sleppur at arbeiða í blokkum, annars ikki, eru tey bæði samd um.
Omman og skjaldur
Páll og Vár fegnast um, at eisini vaksin hava víst sendingunum áhuga.
- Tað er fyrst og fremst undirhald, men kanska við nakað av lærdómi í, sigur Vár.
- Børnini fanga tað. Har er litríkt og tað er hetta við, at hvat finnur ein uppá, tá ein einki hevur at taka sær til, heldur Páll.
At nógv er í sendingini, filmur, bók og tey í upptøkuhølunum ger, at okkurt er fyri tey flestu.
- Vit eru undirhald. Bókin er eitt sunt avbrot á føroyskum og Pingu er heldur ikki valdur av tilvild, tí hann tosar sum so eisini føroyskt, sigur Páll.
At tey hava skjaldur við, meta tey sum tann partin, ið hellir mest til tað lærandi.
- Hetta er kanska tyngsti parturin. Tað var tað fyri okkum í byrjanini, tí tað var so ókent. Soleiðis hevur tað óivað eisini kenst fyri hyggjaran. Summi hava hildið hetta verið prikkin yvir i?num, meðan onnur hava aðara meining. Meiningarnar hava verið sera ymiskar um júst hetta, siga Páll og Vár, ið fáa nógvar reaktiónir frá fólki.
- Vit vóru tó ikki í iva um, at skjaldrini skuldu halda fram, og tað ber til at byggja uppá hetta, siga tey bæði.
- Hetta var jú um at doyggja út, og t.d. fólk her í SvF, sum eru lærlingar, vita einki um hetta, sigur Páll
Vár sigur, at Omman í sendingini, Vilhelmina Larsen, ið syngur skjaldur við teimum, hevur fingið sera góða móttøku millum yngri fólk, tí tey kenna, at tey fáa innlit í nakað, ið er teimum ókent.
Eitt hugskot við at hava skjaldur við, er eisini at byggja brúgv millum ættarliðini, tí tað eru tey eldru, ið geva arvin víðari. Esini meta Vár og Páll, at skjaldur og kvæðini er okkara arvur, meðan onnur lond hava aðarar bókmentaligar klassikarar at byggja uppá.
- Skjaldur er jú áhugavert í sær sjálvum, tí allar náttúrumentanir hava tónar, sum tey syngja fyri børnunum. Júst hesir tónar eru í skjaldrunum, so talan er kanska um frummegi, sigur Vár og Páll skoytir uppí, at hetta er fyri at fáa børnini at verða still - at gera tey rólig.
- Um vit venda aftur til okkara arbeiðsgongd, konseptið, so er skjaldrið til síðst. Børnini eru kanska vill, kedd av, at nú er liðugt. Tí var umráðandi hjá okkum at hava eina gongd, so vit røkka eitt hæddarpunkt, fyri siðani at dempa aftur, sigur Vár.
- Vit hava eisini hoyrt frá fólki, at júst hetta er staðfest. Børnini góðtaka, at sendingin er liðug, kanska mótvegis tí, ið foreldur eru von við, siga Páll og Vár.
Eingi nøvn
Tað er við vilja, at eingi nøvn eru í sendingini. Tað eru systi og beiggi, omma og gubbi og so framvegis.
- Børn kenna okkum, tá tey hitta okkum á gøtuni, sigur Páll, og minnist, at í byrjanini ætlaðu tey at hava eina bamsu ella okkurt annað, so tey ikki komu til sjóndar, men tey valdu so at hava leiklutir ístaðin.
- Børnini spyrja nú: Spælir tú við í Likkulikkuleia, sigur Páll.
- Og tey siga eisini: Arbeiðir tú í Likkulikkuleia, ella tey spyrja, um eg eri við í Likkulikkuleia, tí eg líkist júst henni í Likkulikkuleia, sigur Vár.
Páll og Vár eru samd um, at børnini duga at skilja ímillum.
Karmarnir halda
Páll og Vár siga, at meiningin var, at komu fleiri sendingar, so skuldu karmarnir broytast nakað. Nú eru tey farin undir næstu partarnar, men stórvegis er ikki broytt, tí ætlanin vísir seg at halda, sum hon er, men tey bæði vissa um, at broytingar koma, um hildið verður fram.
Kanska verður talan um útiupptøkur, og aðarar broytingar koma eisini.
Ikki Mtv
Tað er greitt, at Páll og Vár hava hugsað gjølla um sendingarnar. Um sjálva hugsanina við sendingini siga tey, at tey fegin ynskja at standa við tað, tey gera. Tey hava hugsað nógv um tempo og innihald.
- Hetta, at klippini skulu kunna standa og ikki bera á sama bógv, sum Mtv, við skjótum myndum og klippum. Hetta at tora ganga ímóti tíðarandanum og standa við tað, ein ger. So ljóðar tað romantiskt og tjóðskaparligt, tá skjaldur eru við eisini, men hvar leitar ein annars eftir føroyskum arvi, sigur Páll.
- Tá eg gjørdist mamma, so sang eg fyri børnunum, tá tey grótu. Tað líktist skjaldri og tí havi eg trúð uppá skjaldrini, hóast fólk vóru ivasom um hetta, sigur Vár.
Hetta við at byggja brúgv um ættarlið og ikki bert hava ungar vertir í sendingini hevur týdning, sigur Vár og leggur afturat, at á ein hátt er meining aftanfyri allan vegin, men at í løtum fær ein eisini okkurt upp í hendurnar.
Tá skipað var fyri tiltaki í Norðurlanahúsinum í samband við elrdaárið, so undirhildu vertirnir úr Likkulikkuleia, og tey duga at síggja tað náttúrliga í hesum, tí ætlanin er júst at byggja brúgv, og tey eru fegin um, at tey vóru við til tiltakið.
Tey eru samd um, at konseptið, arbeiðsætlanin við Likkulikkuleia heldur, hóast tað kann tykjast at ganga ímóti rákinum og tí, sum uppi er í tíðini.
- Eg havi hitt fleiri ungfólk, ið siga seg duga at síggja eina meining við sendingunum, hóast tey hava hildið, at tað sá heldur fjollut og tvætlut út at byrja við, sigur Vár.
Páll og Vár halda, at tey hava hildið fast við karmarnar. Allir leysu partarnir hanga saman. Eitt tema er gjøgnumgangandi í hvørjum parti. Talan er í dag bert um at fínpussa upprunaliga hugskotið.
- Um talan bert var um tant og fjas, so høvdu kanska bert børnini tíma at hugt, men eisini onnur merkja nú, at her er ein meining við, sigur Vár.
- Ein er alla tíðina á veg. Men sendingarnar eru tíðarleysar. Vit hava ikki tikið nakað inn, sum er uppi júst nú. Einu løtuna eru tað rulluskoytur ella yo-yo. Kemur nakað slíkt inn, so er tað av tilvild. Vit vildu helst ikki vera bundin at hesum. Heldur ikki av, at tað kanka er føstulávint, men sjálvsagt skal onkur taka sær av at gera tær sendingarnar, men vit hava ikki hug at gera bundnar sendningar, men tær tíðarleysu og abstraktu, siga Páll og Vár.
- Tað er heilt klárt munur á fyrstu sendingunum og teimum, ið vit gera og koma at gera. Vit byggja uppá alla tíðina og fylla uppá, men vit hava t.d. eisini fleiri upptøkutól nú, enn fyrr. Ein má finna uppá okkurt nýtt alla tíðina, men av tí, at hugskotið hevur hildið, so eru vit nú meria inni í síðuleypandi arbeiðsgongdini, har vit fínpussa, siga Páll og Vár.
Barnið í tær sjálvum
- Páll metir eitt av loyndarmálunum við væl dámdu sendingunum vera, at í øllum pørtunum er okkurt at flenna at.
- Eg skal siga fyri meg, sum vaksnan mann eftir hondini, at ganga og spæla barn, tað skuldu øll roynt. Ein er í eini arbeiðsgongd, ein tvætlar og spælir, men tá tað eydnast allar best, tað er, tá tú finnur barnið í tær sjálvum. Ikki hugsar um, hvat tað er tú gerst, sigur Páll.
Tónasmíð
Sangurin í Likkulikkuleia hevur eisini fangað. Tað er Vár, ið hevur skrivað sangin og børnini hjá Páll og Vár, ið syngja. Stammen Stantchev hevur lagt til rættis.
- Orðini skrivaði eg, men eg ætlaði at fáa onkran at gera lag til og setti meg tí at finna útav, hvussu eg kundi hugsað mær tað. Eg gjørdist heilt kløkk, tí áðrenn eg visti av hevði eg gjørt helvtina av lagnum, sigur Vár, sum soleiðis eisini hevur roynt seg sum tónasmið.
Fyri framman liggja nógvar uppgávur. Páll skal spæla sjónleik og, ivaleyst síggja vit meira til Páll og Vár á sjónvarpsrútinum.