avtalan við russarar er fyribils í iett hálvt ár, men so skal hon endurskoðast á nýggjárunum. Í júst nú er ein russari í Vági við 3000 tonsum av svartkjafti á frystigoymsluna. Johan Dahl sigur, at innan ein mánað [...] tað aftur verður meiri at gera í sambandi við frystigoymsluna í Vági. Har hevur annars lítið verið at gjørt seinastu tíðina. Fyrrverandi Heygadrangur, sum legði nógv upp í Vági, varð seldur til Íslands [...] Íslands og síðani hevur verið meiri deydligt. Men nú hevur Johan Dahl gjørt avtalu við russiska útgerðarfelagið Murmansk Trawlfleet um at goyma fisk fyri teir. ? Tað hevur verið striltið at fáa gongd á aftur
Joensen stinnur í málinum. Serliga var tað avgerandi, tá ið hann í 2. hálvleiki var einsamallur við Jónhardi Frederiksberg og stórbjargaði. Vit hava fleiri ferðir fyrr í ár sæð, at hann er stinnur í ein ímóti [...] verður í huga, at heildaravrikið hjá KÍ yvirhøvur einki var at rópa hurrá fyri, tá ið havt verður í huga, at tað var toppur ímóti botni. ? Leikliga avrikið kunnu vit á ongan hátt vera nøgdir við. Í álopspartinum [...] Joensen. Í miðverjuni plagar Ove Nysted at vera væl meiri sannførandi, enn hann var hesa ferð. Johan Nielsen tóktist hava givið sínum monnum boð um, at teir skuldu ikki leggja høgar sendingar í KÍ brotsteigin
DANMARK 1. DEILD Í toppinum er alt langt síðani avgjørt. Herfølge og Frem flyta upp í superliguna. At hesi bæði feløgini ikki hava so nógv at spæla um, sást m. a. í úrslitinum hjá Herfølge í vikuskiftinum [...] 3?2 á teimum bláu í B1913. Grannauppgerðin varð flutt á Odense stadion, har 4.589 áskoðarar mintust aftur á tíðina, tá ið tey bæði árstalsfeløgini vóru millum tey stóru í Danmark. Í hvussu so er annað [...] liðini á Parkini at tryggja sær enn eitt ár í bestu deildini. Hvussu tað fer at tørna út hjá Hvidovre, sum fyri bara tveimum árum síðani hevði ætlanir um at flyta upp í superliguna, verður gjørt av næsta sunnudag
tí tað gevur 25.000 tons í part. Restin varð brúkt at lata øðrum londum afturfyri fiskirættindi í fremmandum sjógvi. Royna at fáa meiri burturúr Johan Dahl váttar, at teir í løtuni samráðast við írar [...] tað var heppið at fáa fleiri skip í nótaflotan. ? Tað kann ganga so leingi, fiskiskapurin er fríur, men í tí løtu, kvota verður sett á svartkjaftin, verður ov lítið í part, serliga tí kvotan av bæði sild [...] Fiskiskapur Nú kemur ein stórur ídnaðartrolari afturat í føroyska flotan. Tað er felagið Faromar við Johan Dahl, sum hevur fingið tilsøgn um innflutningsloyvi til ein ídnaðartrolara. Talan er um trolaran
føddur í Vestmanna í 1952. Pápin er danskari og mamman er føroysk, ættað av Tvøroyri, ið er tann bygdin í Føroyum, sum Bjarni kennir best. Familjan búði nøkur ár í Føroyum, tey búðu í Vestmanna, í Havn, [...] Abbin, Albin Åkesson kom úr Svøríki í byrjanini av 1900-talinum og arbeiddi í kolanámum og upp á veg í Suðuroynni. Hann var við til at byggja vitarnar í Akrabyrgi og í Mykinesi. Familjan flutti til Danmarkar [...] hann skrivað í ymiskum bløðum og tíðarrritum um tónleik og bókmentir, serliga um føroyska sigling. Eisini hevur hann arbeitt sum bókaummælari í ymiskum samanhangum, eitt nú í Dimmalætting í 70-unum og 80-unum
bólturin slapp so at ferðast millum vinir og fíggindar í netið, hóast ein leikari hjá EB/Streymi tveitti seg á strikuni og toygdi seg í hvørjari lykkju í eini roynd at forða einum máli. Málverjin og verjan [...] okkara framtíðar fótbóltsstjørnum leiktu steypafinaluna í unglingum á Tórsvølli týskvøldið. Og tað gekk ikki long tíð, áðrenn dysturin veruliga kom í gongd. GÍ legði seg nevniliga framum heilt tíðliga, og [...] ígjøgnum mitt fyri og roynir seg við skoti, og málverjin Sámal Johan Samuelsen hálvbjargar. Bólturin hevur framvegis kós móti málinum, tá Bárður Olsen í evstu løtu fær beint kúluna burtur av vandaleið. EB/Streymur
har úti í fjørðinum, men um middagsleiti var eitt lot av landnyrðingi út eftir fjørðinum. Siglt varð tí úteftir, soleiðis at starturin var í Søldarfirði og málið á Bakka. Manningarnar møttu kl. 13 í bátahylinum [...] teimum fremstu bátunum í hvørjum bólki. Tá kappingin í summar er av verður ?ársins sjógangari? funnin. Tað verður tann bátur, sum hevur fingið tað bestu plaseringina millum allar bátarnar í summar. Steyp ella [...] kappingarreglurnar, útflýggjað nummur og luttakaralista. Í mun til undanfarin ár er kappingin hesaferð broytt nakað, soleiðis at bátarnir verða flokkaðir í tveir bólkar. Smærri bátar, sum eru smá 4-mannafør
nú, og í øllum ? vit kunnu býta í hana, drekka hana, roykja hana og koyra í henni. Vit liva í einum heim, ið er bundin saman av fíggjarligum netverkum, har nationalstaturin bert er ein aktørur í einum [...] menna innihaldið í einum nýggjum nationalstati í dag, har modernað samfeløg broytast alt skjótari. Ein familja í modernitetinum Heldur enn at leita fram veruligan dynamik, ið vit finna í modernitetinum, [...] við leiðaran av sjúkrarøktini. Sonurin gongur í 6. flokki. Í landalæru er hann inni á heimasíðuni hjá stjórnini í Ghana, har hann kann lesa um vegakervið í landinum. Bæði foreldrini kunnu ringja til sonin
00, í Mariukirkjuni, Varðagøta 16. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum [...] skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu læknamiðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnudag kl. 15. Hvønn sunnudag síðst í mánaðinum ? opin fundur kl. 15. AA í Vági AA fundir verða í [...] Vikuskiftismøtir í Vakhús í Sandavági Leygardagin kl. 16 Útimøti í Sandavági um viðrar, kl. 20 Evangel. møti. Sunnudagin kl. 15.30 Evangel. møti. Herman og Gigga syngja. Missiónshúsið í Hvalvík Sunnudagin
John W. Thomsen, f. 18. januar í 1911, úr Porkeri, sonur Onnu, f. Djurhuus, og Johan A. Thomsen, í Skemmuni í Porkeri. John hevði lært til maskinsmið og maskinmeistara í Danmark. Heim aftur komin sigldi [...] arbeiddi hon í handlinum hjá Jens Klæmint Isaksen, úti í Klaksvík. Umframt at passa hús og heim fyrimyndarliga, rætti hon Fíu og Eliesar Poulsen eina hjálpandi hond í bókahandlinum Thule. Í 1939 giftist [...] bedingini í Klaksvík. John arbeiddi eisini í smiðjuni hjá Kjølbro í Fuglafirði og seinni á skipasmiðjuni á Skála. Hann var eisini til skips og sigldi sum maskimaður við trolarum hjá Kjølbro. Í 1964 fekk