Skála?KÍ
KÍ slapp tíðliga seinnapartin sunnudagin av Skála við øllum stigunum. Harvið høvdu teir fingið hópin størri úrtøku, enn teir fingu í fjør, tá ið teir fyri fyrstu ferð vóru á Skála og spældu landskappingardyst. Ta ferðina var úrslitið 2?2. Tí er einki at siga til, at klaksvíkingar vóru hjartans fegnir. Serliga tá havt verður í huga, at heildaravrikið hjá KÍ yvirhøvur einki var at rópa hurrá fyri, tá ið havt verður í huga, at tað var toppur ímóti botni.
? Leikliga avrikið kunnu vit á ongan hátt vera nøgdir við. Í álopspartinum hekk tað ikki nóg væl saman, tí vit vóru ov seinir fram. Ætlanin var ikki, at Aleksander Djordjevic skuldi vera so einsamallur har frammi. Men serliga í borðunum vóru vit ikki nóg skjótir fram at stuðla.
Hetta segði KÍ venjarin, Jan Joensen, eftir søta sigurin. Venjarin var á vøllinum síðsta partin av seinna umfarinum, tí Allan Joensen noyddist at taka seg burturúr. Verjuspælið helt KÍ venjarin hevði verið syndarligt:
? Vit vóru sera illa skipaðir í miðverjuni. Um vit skulu hugsa um at vinna uppgerðirnar ímóti hinum liðunum, sum eru í ovara enda, so fer tað ikki at bera til at gera mistøk av tí slagnum, sum hesa ferð bóru stórar møguleikar við sær til mótstøðuliðið. Tíbetur var Kartin Joensen stinnur í málinum. Serliga var tað avgerandi, tá ið hann í 2. hálvleiki var einsamallur við Jónhardi Frederiksberg og stórbjargaði. Vit hava fleiri ferðir fyrr í ár sæð, at hann er stinnur í ein ímóti einum støðum. Um hann ikki hevði bjargað í hasi støðuni, og Skála hevði havt javnað, so ivist eg í, um vit høvdu megnað at vunnið. Tað gjørdu vit so, og nú mugu vit gloyma, hvussu vit fingu stigini og fokusera upp á næstu uppgávuna, sum verður í Gundadali ímóti B36. Ofta vísir tað seg, sum um spælararnir eru meiri uppsettir til torføru uppgávurnar, enn teir eru til tær uppgávurnar, sum á pappírinum tykjast lættar. Onnur feløg hava longu havt trupulleikar her á Skála, og eg rokni við, at onnur enn vit fara at kenna tað torført at vinna her, heldur Jan Joensen.
Í miðverjuni plagar Ove Nysted at vera væl meiri sannførandi, enn hann var hesa ferð. Johan Nielsen tóktist hava givið sínum monnum boð um, at teir skuldu ikki leggja høgar sendingar í KÍ brotsteigin. Í staðin royndi Skála, sum heilt tíðliga var fyri tí óhappi at missa Svein Justinussen av miðvøllinum, at spæla flatt, og at hava lættbeintu Jónhard Frederiksberg og Alexander Johansen hvør sínu megin stóra KÍ miðverjan, sum fleiri ferðir var um ein háls, men í síðstu løtu fekk hjálp frá Sámali Eyðfinn Akursmørk.
Lyklaspælarar gjørdu málini
Í fyrra umfarinum vóru uppløgdu støðurnar ikki so nógvar. Fimm minuttir undan steðginum var Alexander Johansen blankur, men hann kiksaði, og í næsta álopinum var Aleksander Djordjevic einsamallur ígjøgnum, men skotið fór við síðuna av.
Hjá KÍ vóru Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør mest sannførandi. Atli á miðvallarplássinum í høgru, og Hjalgrím í útgangsstøðuni á mest framrættaða miðvallarplássinum, hagani hann arbeiddi nógv bæði aftureftir og frameftir og út í borðini.
Teir báðir skoraðu málini í 2. hálvleiki, tá ið veteranurin John Ryan var á miðvøllinum í vinstru. Atli fekk tað fyrra, tá ið seinna umfarið var stórar tíggju minuttir gamalt. Uppskriftin líktist nógv henni, sum varð brúkt, tá ið Atli skoraði sigursmálið í Gøtu. Hjalgrím Elttør spældi upp á tvørs, og tá ið Atli var komin inn um brotsteigarsamankomingina í høgru, potaði hann hegnisliga framvið málverjanum og dygst inn við handara stólpanum.
Hjalgrím Elttør hevði verið einsamallur eina ferð, áðrenn hann fekk málið. Fyrru ferðina fór bólturin úr vinstru dygst fram við handara stólpanum. Ímóti dystarenda flutti Skála nógv fólk langt fram. Hjalgrím fekk fatur á langari sending úr KÍ brotsteiginum, hann dugdi at skapa sær pláss frammanfyri mótstøðuverjuna, og tá ið málverjin kom út ímóti, var landsliðsmaðurin nóg kaldur at lyfta upp um hann og í málið.
Í góðverðinum lætnaði hjá klaksvíkingunum á og kring vøllin. Skálamenn noyddust enn eina ferð at ásanna, at teir eru stigaleysir, og at teir framvegis bara hava fingið málið, sum Bartal Eliasen stútaði fyri teir í Gøtu fyri einum mánað síðani!
Skála-KÍ 0-2 (0-0)
0?1: Atli Danielsen 56.
0?2: Hjalgrím Elttør 89.
Skála: Eugen Voda ? Agnar Højgaard, Pauli G. Hansen, Dusan Jaic, Pétur Geir Svavarsson ? Hanus Thorleifsson, Aleksandar Jovevic, Sveinur Justinussen (Bárður R. Joensen, 12./Teitur Joensen, 81.), Bogi Gregersen ? Jónhard Frederiksberg, Alexander Johansen
Gult kort: Agnar Højgaard
KÍ: Kartin Joensen ? Harley Bertholdsen, Ove Nysted, Sámal Eyðfinn Akursmørk, Símun Joensen ? Atli Danielsen, Allan Joensen (Jan Joensen, 73.), Hjalgrím Elttør, Leon Bjartalíð (Eyðun Klakstein, 64.), Erling Fles (John Ryan, 46.) ? Aleksander Djordjevic
Gult kort: einki