Gøtumenn bastu sundalagsmonnum

Tað vóru sundalagsmenn, sum lógu eftirá, tá GÍ og EB/Streymur brustu saman í steypafinaluni hjá unglingum á Tórsvølli týskvøldið. Dysturin var sera tættur, og spenningurin helt sær til tað síðsta, men gøtumenn drógu longra stráið takka verið nøkrum framúr góðum bjargingum frá málverjanum og neyvleika frammanfyri málinum

Karmarnir vóru av teimum bestu, tá nakrar av okkara framtíðar fótbóltsstjørnum leiktu steypafinaluna í unglingum á Tórsvølli týskvøldið.
Og tað gekk ikki long tíð, áðrenn dysturin veruliga kom í gongd. GÍ legði seg nevniliga framum heilt tíðliga, og tað var Magnus Skoralíð, sum skoraði málið. Hann fekk eina sending frá Høgna Madsen á miðvøllinum. Hann sneiddi síðani ein verjuleikara av og langaði til við høgra beinið. 1-0 til GÍ, og áskoðararnir høvdu nóg illa funnið sær sess. Hetta var kanska tað, sum dysturin hevði brúk fyri.
Leikararnir hjá EB/Streymi vóru ikki heilt til dystin fús frá byrjan av, tí longu lítla løtu seinni vóru boð aftur eftir verjuni. Høgni Madsen slapp ígjøgnum mitt fyri og roynir seg við skoti, og málverjin Sámal Johan Samuelsen hálvbjargar. Bólturin hevur framvegis kós móti málinum, tá Bárður Olsen í evstu løtu fær beint kúluna burtur av vandaleið.

EB/Streymur tók yvir
Hetta var sum at fáa ein vátan vøtt beint frammaná, men sundalagsmenn ressaðust skjótt aftur. Hesin kvøkkurin fekk teir at rakna við, og leikararnir fóru nú at berjast sum úlvur á skóg.
Og viðhaldsfólkið úr Sundalagnum skuldi ikki bíða leingi, áðrenn tað aftur var javnvág í málskjótingini.
EB/Streymur fær fríspark miðskeiðis millum miðjuna og brotsteigin. Hans Pauli Samuelsen hugsar skjótt og leggur bóltin út í vinstra borð til Bárð Olsen, sum tekur sær ta neyðugu tíðina, áðrenn hann leggur neyvt innfyri til ein púra leysan Leif Niclasen, ið bert skal seta høvdið á tætt undir málinum.
Byrjanin av dystinum var sera ferðmikil, men torført var at halda hesa ferðina gjøgnum allan dystin. Í seinna helmingi av fyrra umfari stóð EB/Streymur seg betur enn GÍ. Hans Pauli Samuelsen var rættiliga sjónligur hesa løtuna og skapti nógv frameftir vøllinum, men hann fánaði tíverri burtur eftir steðgin.
Marni Djurhuus kom einaferð í góða skotstøðu á brotsteigarmarkinum, tá Hans Pauli legði ein bólt til hansara, men Marni misti fótafesti í avgerandi løtuni, og skotið gjørdist alt ov veikt.

Brendi á
Móti endanum av fyrra hálvleiki hevði EB/Streymur tveir gyltar møguleikar at leggja seg framum. Fyrst gjørdist Brian Olsen brádliga púra leysur beint uttanfyri málteigin eftir ping- pong í brotsteiginum. Royndin hjá Briani varð tó bjargað út til horna.
Støðan eftir hornasparkið gjørdist eisini vandamikil, men GÍ-málverjin Arnfinn í Bartalsstovu stórbjargaði einum høvdara, og síðan ruddaði ein verjuleikari burtur á strikuni. Leikararnir hjá EB/Streymi mundu iðra seg um, at teir ikki vóru á odda við steðgin.
GÍ svaraði tó aftur, tá Per Jacobsen gjørdist einsamallur við málverjanum hjá EB/Streymi. Hann royndi at lyfta bóltin uppum málverjan, men Sámal Johan bjargaði.
Fleiri málmøguleikar vóru báðar vegir í fyrra hálvleiki, og liðini kundu havt skotið fleiri mál, um leikarar vóru meira nærlagdir. Seinni hálvleikur stóð tó ikki mát við fyrra, tá hugsað verður um málmøguleikar.

GÍ leggur seg framum
Beint eftir hálvleik hevði Arnfinn enn eina flotta bjarging. EB/Streymur vann sær eitt hornaspark, og ein EB/Streymur leikari slapp nærum ótarnaður beint uttanfyri málteigin at seta høvdið á bóltin. Málverjin hjá GÍ bjargaði tó enn einaferð. Hetta var í veruleikanum seinasti møguleikin hjá EB/Streymi í dystinum.
Tá sjeyti minuttir vóru leiktir, fekk GÍ vinnandi málið, og tað var aftur Magnus Skoralíð, sum stóð fyri tíð. GÍ fekk fríspark beint uttanfyri brotsteigin í høgru síðu. Vanligt er ikki at skjóta uppá mál í slíkari støðu, men Magnus Skoralíð sendi eitt flatt og hart skot móti málinum.
Um bólturin rakti onkran leikara á vegnum er ógreitt, men bólturin slapp so at ferðast millum vinir og fíggindar í netið, hóast ein leikari hjá EB/Streymi tveitti seg á strikuni og toygdi seg í hvørjari lykkju í eini roynd at forða einum máli.
Málverjin og verjan hjá EB/Streymi munnu iðra seg stórliga um hetta málið, tí eitt fríspark úr hesi støðuni eigur ikki at kunna ferðast beinleiðis í netið.
Eftir hetta var eingin veruligur málmøguleiki, og serliga GÍ verjan stóð stinn seinastu løtuna. Eitt vandamikið innlegg frá Búgva Øster var alt, sum EB/Streymur hevði at bjóðað uppá.
Tað sást á øllum brøgdum, at megin var farin at ganga undan hjá báðum pørtum, og leikarar fóru av álvara at møðast á grasvøllinum í Gundadali.
Tað var sostatt GÍ, sum fór avstað við Thomas Dam steypinum hjá unglingum, og liðformaðurin Magnus Skoralíð slapp at taka ímóti steypinum.

GÍ-EB/Streymur 2-1 (1-1)
1-0: Magnus Skoralíð
1-1: Leif Niclasen
2-1: Magnus Skoralíð
GÍ: Arnfinn Bartalsstovu, Bjarni Justinussen, Poul Arni Jacobsen, Kaj Ennigarð, Hanus Jacobsen, Símin L. Jacobsen, Høgni Madsen, Símun Samuelsen, Sverri Jacobsen, Per Jacobsen, Magnus Skoralíð. Eykaleikarar: Jan Poulsen, Eyðun Sørensen, Steingrím Ranghamar, Sam Jacobsen, Arnfinn Nesá. Venjari: Pauli Jarnskor
EB/Streymur: Sámal Johan Samuelsen, Gert Hansen, Petur Sigurd Johannesen, Rólant W. Dam, Bárður Olsen, Brian Olsen, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen, Búgvi Øster, Leif Niclasen, Arnbjørn T. Hansen. Eykaleikarar: Jóan Petur Joensen, Rógvi Johansen, Hjalmar Johannesen, Tonny Kruse, Edvard Pauli Andreassen. Venjari: Magnus á Stongum