Kappsigling
Sunnudagin var kappsigling á Skálafjørðinum, har 25 bátar luttóku. Tað var áhugafelagið Seglið sum saman við bátafelagnum á Bakka skipaði fyri tiltakinum. Sum heild eydnaðist tað væl, sjálvt um einstakir trupulleikar vóru á leiðini. Um morgunin var stilli, fyrrapartin var hann sunnan har úti í fjørðinum, men um middagsleiti var eitt lot av landnyrðingi út eftir fjørðinum. Siglt varð tí úteftir, soleiðis at starturin var í Søldarfirði og málið á Bakka. Manningarnar møttu kl. 13 í bátahylinum á Bakka, har teir fingu vegleiðing um nýggju kappingarreglurnar, útflýggjað nummur og luttakaralista.
Í mun til undanfarin ár er kappingin hesaferð broytt nakað, soleiðis at bátarnir verða flokkaðir í tveir bólkar. Smærri bátar, sum eru smá 4-mannafør, og so størri bátar, sum eru stór 4-mannafør og størri. Stig verða givin fimm teimum fremstu bátunum í hvørjum bólki. Tá kappingin í summar er av verður ?ársins sjógangari? funnin. Tað verður tann bátur, sum hevur fingið tað bestu plaseringina millum allar bátarnar í summar. Steyp ella virðislønir verða eisitni latnar fremsta bátinum í hvørjum bólki á hvørjari stevnu sær.
Aftaná kappsiglingina hittust manningarnar í og uttan fyri felagshúsið hjá Bátafelagnum á Bakka til eina hugnaløtu, har steyp vórðu handað, segl vórðu mátað og ein kaffimunnur varð drukkin í góðveðrinum.
Úrslitið av fyrstu kappsigling í ár framgongur av yvirlitinum aðra staðni á síðuni.
Úrslit av kappsigling á eystanstevnu
Størri bátar
nr.navnheimst.manningstig
1SvanurSkálaJohn Mikkelsen5
Sóleyð Mikkelsen
2MalleKollafjørðurOddmar Joensen4
Marner Joensen
3Niels í NesinumTórshavnAlfred Gullbein3
4FalkurinStrendurKári Hansen2
Remy Hansen
5NónHósvíkAgnar Olsen1
Kristian Hansen
Smærri bátar
1HoyvíksbáturinHoyvíkEgil Simonsen5
Johan Simonsen
2LeivurKollafjørðurJón Nolsøe Olsen4
Kristian Sivertsen
3VinurTórshavnÓli Mikkelsen3
Kári Mikkelsen
4DúgvanGlyvrarRodmund Nielsen2
5MiaGlyvrarKári í Garði1
Bárður Nielsen
Ársins sjógangari
støðan eftir 1. umfar
nr.navnbólkur
1Hoyvíksbáturinsmærri
2Svanurstørri
3Leivursmærri
4Mallestørri
5Niels í Nesinumstørri










