Óli er á veg niður

Tað skal vilja væl til, um Hvidovre og liðformaðurin á føroyska landsliðnum ikki komandi vikuskifti fara at flyta niður í triðju deildina

DANMARK 1. DEILD

Í toppinum er alt langt síðani avgjørt. Herfølge og Frem flyta upp í superliguna. At hesi bæði feløgini ikki hava so nógv at spæla um, sást m. a. í úrslitinum hjá Herfølge í vikuskiftinum. Teir vitjaðu B93 á Eysturbrúgv, og úrslitið var 2?0 heimasigur. Harvið eydnaðist tað 110 ára gamla fyrrverandi stórfelagnum undir liðini á Parkini at tryggja sær enn eitt ár í bestu deildini.
Hvussu tað fer at tørna út hjá Hvidovre, sum fyri bara tveimum árum síðani hevði ætlanir um at flyta upp í superliguna, verður gjørt av næsta sunnudag. Tá skal Hvidovre við Óla Johannesen á liðnum spæla í Fredericia, har tað verður rættuliga torført hjá Hvidovre, sum fer at heingja vónina á, at Fredericia ikki hevur tað stóra at spæla um.
Hvidovre hevði sunnudagin møguleika fyri at sleppa sær burturúr torføru støðuni, men tað meiri enn hálvkiksaði hjá Óla Johannesen og teimum. Hvidovre hevði vitjan av AC Horsens við Johan B. Hansen á liðnum. Úrslitið var 1?1.
Hvidovre er triði aftast, og trý lið flyta niður. HIK er longu niðurflutt. Spurningurin er so, hvørjir hinir báðir niðurflytararnir verða. B1909 er í torførastu støðuni. Men sunnudagin fingu teir vónina aftur. Tá vunnu teir reyðu 3?2 á teimum bláu í B1913. Grannauppgerðin varð flutt á Odense stadion, har 4.589 áskoðarar mintust aftur á tíðina, tá ið tey bæði árstalsfeløgini vóru millum tey stóru í Danmark. Í hvussu so er annað teirra fer at flyta niður og kanska bæði. Um talan bara verður um annað teirra, so verður Hvidorve síðsti niðurflytarin.
Í síðsta umfarinum skal B1909 spæla á útivølli ímóti niðurflutta HIK, og B1913 skal á heimavølli spæla ímóti Randers Freja.