var á einum strekki, har tað er loyvt at koyra 50, og úrslitið var, at fimm bilførarar fingu bót fyri at koyra ov skjótt. Av teimum koyrdu fimm so mikið skjótt, at teir eisini fingu klipp í koyrikortið [...] . Tað fáa bilførarar, sum koyra 70 kilometrar í bygdum øki, men fer ferðin upp um 80, er neyðugt at taka koyrikortið av nýggjum.
síðstu fekk løgreglan fráboðan um, at innbrot hevði verið hjá djóralæknanum. Hóast tað kanska ikki er tað mest upplagda staðið at goyma virðislutir, so eydnaðist tað tjóvinum at fáa hendur á ymiskum. - Tað var [...] stolið, upplýsir Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur. Jón Klein Olsen upplýsir, at tjóvurin ikki er tikin, men at løgreglan enn kannar málið.
Í gjárkvøldið varnaðust fólk, at dálkaður fuglur stóð uppi á helluni í Tinganesi. Fyrst varð hildið, at fuglurin var oljudálkaður, men síðani eru tey komin eftir, at tað er hann ikki. Helst hevur hann [...] verið sperrað av við Skansapakkhúsið síðani í gjárkvøldið, so svartbakurin fær frið at reinsa fjarðarnar. Og tað sær tú til at hava eydnast, tí fuglurin var nógv betur fyri í dag.
fanst at teimum - serliga samgongulimunum - sum vilja hava málið aftur í nevnd. Hann helt, at tað er púra greitt, at samkynd eiga at fáa borgarligi rættindir og helt tað vera forkastiligt, nú at beina
nú nummar eitt í Effo-deildini, eftir at teir vunnu 1-0 á TB í dag, meðan B36 spældi málleysan javnleik móti ÍF í Fuglafirði. Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini Einsamalla málið [...] málið skoraði Jóannes Bjartalíð longu aftaná tveir minuttir. Tað skuldi vísa seg at verða nokk til at vinna dystin. KÍ – TB 1-0 1-0 Jóannes Bjartalíð, 2
handlarnir í miðbýnum í Havn at hava longur opið leygardagar. Vanligt hevur verið, at handlarnir í miðbýnum steingja klokkan 14 leygardagar, men hetta er nú broytt, so at handlarnir hava opið til klokkan [...] klokkan 16. – Um jólini fara handlarnir sjálvandi at hava opið upp aftur longur. Meira um hetta verður at frætta í sambandi við jólaskránna , sum kemur út seinni í hesum mánaðinum, sigur Kunningarstovan.
Tjóðveldi arbeiðir í løtuni við at leggja eitt uppskot fyri løgtingið, um at hækka barnaískoyti. Fyri at legga uppskot fyri tingið so seint í tingárinum, krevjast 17 undirskriftir, men andstøðan hevur [...] m. Løgmaður var gestur í tíðindunum á Rás 2 á miðdegi, og hevði tá hetta at siga um málið. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við løgmann.
freistin at søkja var úti 5. juni. Mentamálaráðið upplýsir at eftir at freistin at søkja var úti eru tað 6 umsóknir komnar til hesi bæði størvini. Hetta skrivar sudurras.fo. Fimm ynskja at gerast skúlastjóri
um, at ein grind er sæð í Svínoyarfirði. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn váttar, at vælmannað løgreglulið eru á veg norður. Sum skilst er sjóverjan eisini á veg norðureftir, fyri at tryggja, at grindin [...] Shepherd. Sum skilst er talan ikki um nakra stóra grind, ein lítlan bólk, men enn er ikki eydnast okkum at vátta tað.
við hesum arbeiðið komandi dagar, umframt at botnur verður lagdur í barnahylin. Somuleiðis verða startskamlar settir upp o.a., soleiðis at tað bert manglar at fylla vatn í svimjihylarnar, skrivar www. [...] Arbeiðið at leggja botn í langhylin í Vági gongur væl. Mánadagin byrjaðu teknikkarar frá Myrtha Pool at leggja botnin í langhylin. Arbeiðið gongur væl og botnurin er nú lagdur í helvtina av langhylinum