Kykmynd: Dálkaður svartbakur í Tinganesi

Í gjárkvøldið varnaðust fólk, at dálkaður fuglur stóð uppi á helluni í Tinganesi. Fyrst varð hildið, at fuglurin var oljudálkaður, men síðani eru tey komin eftir, at tað er hann ikki. Helst hevur hann fingið lýsi á seg.

 

Tinganes hevur verið sperrað av við Skansapakkhúsið síðani í gjárkvøldið, so svartbakurin fær frið at reinsa fjarðarnar.

 

Og tað sær tú til at hava eydnast, tí fuglurin var nógv betur fyri í dag.