Á miðdegi í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar í Kollafirði.
Hetta var á einum strekki, har tað er loyvt at koyra 50, og úrslitið var, at fimm bilførarar fingu bót fyri at koyra ov skjótt. Av teimum koyrdu fimm so mikið skjótt, at teir eisini fingu klipp í koyrikortið.
Tað fáa bilførarar, sum koyra 70 kilometrar í bygdum øki, men fer ferðin upp um 80, er neyðugt at taka koyrikortið av nýggjum.