-Vit hava onga samgongu. Tað kunnu vit staðfesta nú.
Pauli T. Petersen, Tjóðveldi, var sera hvassorðaður á tingi, tá ið hann fanst at teimum - serliga samgongulimunum - sum vilja hava málið aftur í nevnd.
Hann helt, at tað er púra greitt, at samkynd eiga at fáa borgarligi rættindir og helt tað vera forkastiligt, nú at beina málið aftur í nevnd.
Tingfundurin er niðurlagdur í eitt korter, nú áðrenn atkvøðugreiðsla verður.










