Fyri løtu síðani komu boð um, at ein grind er sæð í Svínoyarfirði.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn váttar, at vælmannað løgreglulið eru á veg norður. Sum skilst er sjóverjan eisini á veg norðureftir, fyri at tryggja, at grindin kann haldast til uttan uppíblandan frá Sea Shepherd.
Sum skilst er talan ikki um nakra stóra grind, ein lítlan bólk, men enn er ikki eydnast okkum at vátta tað.