avleiðing av hesi forfylging, er ikki ringt at ímynda sær. Eftir okkara bestu sannføring, eigur ongin í einum framkomnum samfelag at verða forfylgdur, tí man er samkyndur. Hampafólk eru fólk, ið nýta sítt [...] at verða vard. Sum hampafólk er okkara hugsan, at Føroyar skal verða eitt samfelag fyri øll, at fólk eru ymiskt og Gud havi lov fyri tað. Minnilutar eiga eitt náturligt pláss í samfelagnum og við at viðurkenna [...] sítt vit og skil. Við at nýta okkara vit og skil eru vit vitandi um, at minnilutabólkar og ørðvísi hugsandi til allar tíðir hava verið útsett fyri forfylging og tí hava tørv á at verða vard. Hettar sæst
loyvi at selja. Tað mátti verið góður politikkur, at hesi bæði fylgdust at. Í hvussu so er, so átti man at kunnað diskuterað hetta, uttan, at fólk verða spilt út, ella at ein heilur fakbólkur verður lagdur [...] at tað, ið formaðurin í búskaparráðnum leggir upp til, ikki er tað rætta, men í hvussu so er, so eru fólk flest á einum máli um, at tað, ið man kann selja fyri vinning, ikki skal forerast til einstaklingar [...] onkur dittar sær at tosa um fría atgongd og kapping um fólksins ogn. Tá nú Dagblaðið og einstaklingar eru farnir at leika so í, so kundi verið okkurt, ið bendir á, at uppskotið kanska ikki er so heilt av vegnum
um útreiðslurnar ístaðinfyri. Tey lágløntu eru sostatt við til at fíggja skattalættan hjá miðal og háløntum, tí hesi fáa øktar útreiðslur av orkugjøldum, sum eru hægri enn skattalættin. Eitt av endamálinum [...] nnuni í fíggjarmálum er, at fáa fólk at arbeiða meir, serliga í umsorganargeiran, har stórir rekrutteringstrupulleikar eru. Men hesin skattalættin fer ikki at fáa fólk at taka fleiri vaktir, áðrenn hugt [...] rentustigi og kostnaði á gerandisvørum og øðrum tænastum, hevur viðført at mánaðarligu útreiðslurnar eru øktar útvið 10.000 kr hvønn mánað, hjá einari vanligari barnafamilju, sambært búskaparfrøðingi. La
ar av at vanvirða Guds greiðu boð, ið eru sett fram til menniskjans egna besta. Øll lond í heiminum hava eina ferðslulóg, sum avmarkar okkara frælsi, so ikki hvør okkara koyrir so skjótt, sum hann vil [...] viðvíkjandi okkara fiskastovnum. Hví? Tí vit koma okkum í búskaparligan lívsvanda sum tjóð, um vit, hvør sleppur at fiska, sum hann vil, og vit missa stýringina og tamarhaldið á okkara fiskigrunnum. Soleiðis [...] øllum økjum í lívinum. Vit kunnu ikki gera sum okkum sjálvum lystir. Hetta er ein lívsregla, ið vit eru lærd av fedrum okkara frá barnsbeini. Sleppa børn at gera sum tey sjálv vilja, so verða avleiðingarnar
kann sjálvandi skriva um fólk sum er eins klók og eg, ella kanska eisini um fólk, sum ikki er so væl fyri sum eg viti viðvíkjandi. Onkur er kanska býttari enn eg. At skriva um fólk, sum er nógv klókari enn [...] arbeiðið meira ella minni til fánýtis. Hvør tímir til dømis at lesa Hamlet á føroyskum? Tey fáu, ið kanska høvdu tímað at lisið Shakespeare á føroyskum, eru helst fólk, ið frammanundan duga enskt, og tey [...] bøkur, sum vanlig fólk tíma at lesa. Hetta síðsta eg nevndi omanfyri er kanska ikki rætt. Íslendingar hava kanska ongantíð verið kyrraðir til danskt mál, soleiðis sum vit hava og framvegis eru. Íslendskir
rætt til at gera av, hvør ið er tín “vinur”, men var eg so góðtrúgvin at halda, at eg kundi loyva mær at skriva tað. Rætt er, sum tú sigur, at vit eru ikki komnir á gátt hjá hvør øðrum, men vit hava kortini [...] orðabøkur, so at tær eru nýtiligar. Tú sigur, at “man merkt die Absicht, und wird verstimmt”. Har hava vit báðir kanska sitið við somu kenslu, eftir at hava lisið greinina hjá hvør øðrum. Orsøkin til, at [...] fyri viðmerkingar tínar annars, tær eru sum heild upplýsandi, men søguliga tørvar nakað, soleiðis at skilja, at nøkur árstøl verða nevnd, men onnur viðkomandi árstøl eru ikki at finna: Lesarin veit ikki,
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi. Í mai var arbeiðsloysið 0,9 prosent, sum er 0,1 prosent [...] vóru 286 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 11 færri enn árið fyri. 354 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 15 fleiri enn árið fyri. Hetta merkir at fleiri fólk vóru arbeiðsleys í mai í ár, men tey [...] sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Eftir hugtakinum eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi. Hvussu verður arbeiðsloysi uppgjørt
menna og útbúgva okkara fólk er tann besta íløgan, vit kunnu gera, og avkastið er nógv størri, enn vit kunnu ímynda okkum. Týdningarmesta tilfeingið hjá teirri frælsu tjóðini eru føroyingar og onnur, sum [...] pørtunum á arbeiðsmarknaðinum skulu avvarðandi myndugleikar menna eina Vaksnamannaútbúgvingarskipan (VÚ). Fólk, sum fara ígjøgnum eina mennandi VÚ mannagongd og gerast sjálvbjargin, elva til tað, sum samfelag [...] sum virðismetir førleikar og royndir hjá øllum føroyingum og nýkomnum borgarum, eisini har tey ikki eru endurspeglað í formligum prógvum. Vegleiðarar og onnur fakfólk, sum skulu gera hesa førleikameting
Tað er týðiligt, at endamálið við lesarabrævinum er at fáa fólk at halda, at tað er sitandi samgonga, sum hevur uppfunnið skipanina, har fólk skulu spara upp til sína egnu eftirløn. Men hetta er ein v [...] sum undir leiðslu av Jóannesi Eidesgaard, formanni Javnaðarfloksins, arbeiddi við at skipa fyri, at fólk skuldu spara upp til sína egnu eftirløn. Eisini fakfeløg og arbeiðsgevarar hava í sáttmálum álagt [...] til uppskotið um pensjónsnýskipan skrivaði Aksel V. Johannesen millum annað soleiðis: * Øll, sum eru knýtt til arbeiðsmarknaðin skulu gjalda 15 % til eina bundna eftirlønarsamansparing. * Samansparingin
tað merkir ikki neyðturvuliga at fólk verða uppsøgd. Mett verður at talið á starvsfólki kann skerast við at lata vera við at seta fólk í nøkur størv, so hvørt sum fólk fara úr teimum. Karsten Hansen sigur [...] og prísir eru hækkað, og tí hevur verið neyðugt at seta sparingar í verk. - Tað er bara í ár, at játtanin hækkar aftur í virði, men tað er ikki nokk til at vinna tað innaftur sum er mist hesi seinastu árini [...] so er peningur eisini settur av til yvirlitskanningar, screening, fyri bróstkrabba. Tað metir hann eru stór framstig Játtanin til sjálvan raksturin er eisini hækkaður eitt sindur í ár, og tað heldur Karsten