Vikuligi litfaldarin hjá Fólkaflokkinum var sum vant frammi við lítið uppbyggandi viðmerkingum til persónin og uppaftur minni mennandi viðmerkingum til búskaparfrøðingar í breiðastu merking, heldur enn málið. Við øðrum orðum fóru teir eftir manninum, heldur enn bóltinum, nú onkur dittar sær at tosa um fría atgongd og kapping um fólksins ogn.
Tá nú Dagblaðið og einstaklingar eru farnir at leika so í, so kundi verið okkurt, ið bendir á, at uppskotið kanska ikki er so heilt av vegnum kortini. Hvat er galið við, at man skal keypa nakað, ið man hevur loyvi at selja. Tað mátti verið góður politikkur, at hesi bæði fylgdust at. Í hvussu so er, so átti man at kunnað diskuterað hetta, uttan, at fólk verða spilt út, ella at ein heilur fakbólkur verður lagdur undir alt møguligt ilt.
Hví skal man yvirhøvur sleppa at selja nakað, ið ein hevur fingið fyri einki ? kann tað verða rætt? Tað eru tey flestu ivaleyst á einum máli um, at tað er tað ikki. Kanska burdi sølurætturin av ikki brúktum fiskidøgum einans ligið hjá landinum.
Fólkaflokkurin hevur eitt sera avslappað forhold til marknaðarbúskap. Tað tykist sum um, at teir bert trúgva helvtina av líkningini. Teir vilja sleppa at selja og fáa inntøku, men keypa, tað vilja teir ikki. Tá so onkur roynir at draga teir út úr varda verkstaðnum, so rópa teir upp um kommunismu og um hvussu óneyðugir búskaparfrøðingar eru fyri landið. Vit ditta okkum at meina, at kjakstøðið kundi verið eitt lítið sindur hægri.
Tað kann verða, at tað, ið formaðurin í búskaparráðnum leggir upp til, ikki er tað rætta, men í hvussu so er, so eru fólk flest á einum máli um, at tað, ið man kann selja fyri vinning, ikki skal forerast til einstaklingar frá landinum. Tað skaðar so einki við einum kjaki um hetta og er tað okkara vón, at eitt konstruktivt kjak kann fáast í lag. Ein meining um eitt mál eigur at verða virðismett, hóast man ikki er samdur. Er uppskotið hjá formanninum í Búskaparráðnum so burtur úr vón og viti, sum m.a. Bjarti Mohr og Dagblaðið halda, so burdi verið lag á manni at argumentera sakliga ímóti. Tað hava vit so ikki sæð enn! Tað kann vera gott við greiðum og kontantum meiningum, men best er við konstruktivum og mennandi orðaskifti, og tað kann ikki júst sigast um ávísar fólkafloksmenn í hesum døgum.
Sosialurin