Landssjúkrahúsið sleppur heldur ikki undan sparingum í ár. Tað váttaði Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fyri løgtinginum mikudagin.
Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurdi hann, hvussu støðan verður á Landssjúkrahúsinum í ár.
Karsten Hansen sigur, at nøkur økið á Landssjúkrahúsinum hava fingið hægri játtan í ár. Í hesum sambandi er peningur settur av til ein serlækna í gikt afturat og ein serlækna í eldrasjúkum, umframt at peningur er settur av til økispsykiatri í Suðuroy, í Vágum, og í Sandoy. Og so er peningur eisini settur av til yvirlitskanningar, screening, fyri bróstkrabba. Tað metir hann eru stór framstig Játtanin til sjálvan raksturin er eisini hækkaður eitt sindur í ár, og tað heldur Karsten Hansen eisini, at vit eiga at fegnast um.
Landsstýrismaðurin sigur, at hinvegin er støðan tann, at síðani 2009 er játtanin til Landssjúkrahúsið lækkað í virði, tí hon er ikki hækkað líka nógv sum lønir og prísir eru hækkað, og tí hevur verið neyðugt at seta sparingar í verk. - Tað er bara í ár, at játtanin hækkar aftur í virði, men tað er ikki nokk til at vinna tað innaftur sum er mist hesi seinastu árini.
Tí verður neyðugt at laga virksemið til so at játtanin kann haldast, og hann ásannar, at tað verður ein avbjóðing
Landssjúkrahúsið hevur upplýst fyri honum, at talan verður um at skerja talið á starvsfólkum, umframt at aðrar sparingar skulu setast í verk.
Men tað merkir ikki neyðturvuliga at fólk verða uppsøgd. Mett verður at talið á starvsfólki kann skerast við at lata vera við at seta fólk í nøkur størv, so hvørt sum fólk fara úr teimum. Karsten Hansen sigur, at tað mangla næstan fýra milliónir í fyri at virksemið á Landssjúkrahúsinum skal kunna halda fram í ár óbroytt frá í fjør.
Nú verður so roynt at fáa greiði á, hvussu virksemið skal skipast. - Vit royna alt, vit kunnu at bera so í bandi, at virksemið verður skipað so, at vit fáa skapt tryggleika fyri sjúklingin, tí tað er hetta, sum er tað avgerðandi.
Hin møguleikin er at Løgtingið játtar landssjúkrahúsinum meiri pengar. - Eg eri bundin av tí, Løgtingið samtykkir og tað er mín uppgáva at tryggja, at pengarnir røkka til, sigur Karsten Hansen. - Eg fari at berjast fyri at vit koma longur fram á leið og tí kemur nøkur niðurpíning av Landssjúkrahúsinum ikki upp á tal, sigur Karsten Hansen. Hann hevur eisini víst á í Løgtinginum, at hann hevur gjørt vart við støðuna, men at hann merkti ikki tann stóra viljan í løgtinginum til at hækka játtanina, so at sleppast kundi undan sparingum.
|