kommunuvalinum í november. – Høvuðsorsøkin til, at eg gevist í politikki nú, er fyritøkan, sum eg eri partur av. Eg havi brúkt nógva tíð til politikk, og tað hevur órógvað arbeiðið nakað. Tíbetur havi [...] kortini ikki borgarstjórasessin. Tað er viðvirkandi orsøk til, at Gunvá við Keldu nú takkar fyri seg í politikki. – Eg má eisini siga, at eftir seinasta kommunuval var tað sum um, at politiski neistin innan [...] vald í Klaksvíkar býráð í november í 2004, og síðani er hon afturvald fýra ferðir. Árini frá 2009 til 2012 var hon borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og hon hevur eisini røkt fleiri onnur álitisstørv –
Tað skrivar Dimma.fo Tað gekk skjótt fyri seg, men Varðin í Gøtu fekk eitt so gott tilboð úr Noreg, at tey valdu at selja uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu til Noregs, skrivar dimma.fo. Eitt norskt felag [...] reiðarínum er, at nýggja skipið er seinkað, og fær reiðaríið ikki skipið, kann tað missa fiskiloyvið. – Tilboðið var so gott, at vit ikki kundu siga nei, sigur Dávur Jacobsen, nevndarformaður, við dimma [...] í Skagen, sum skal latast felagnum í vár. Skipið skuldi avloysa Finn Fríða, sum annars var settur til sølu. Nú er hann rikin av sølulistanum, og Tróndur í Gøtu seldur í staðin.
snýr seg um rættin til privatlív, eitt heim og samskifti. Men stjórnaradvokaturin Andreas Hjetland vísir aftur pástandunum. Hann segði undir rættarmálinum, at Breivik hevur tað gott í fongslinum. – Breivik [...] juli í 2011. Tað valið hevur fingið stórar avleiðingar, fyrst og fremst fyri onnur, men eisini fyri privatlívið hjá Breivik, segði starvsfelagin hjá Hjetland, Kristoffer Nerland, advokatur. – Tað er trupult [...] Breivik at kæra avgerðina. Rættarmáli varð hildið í Ringerike-fongslinum, har Breivik situr, í januar. Tað er aðru ferð, at Breivik hevur lagt sak ímóti statinum við pástandi um brot á mannarættindini. Hann
men tað var málleyst í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki kom lív í Kylian Mbappé, sum legði heimaliðið á odda. Bradley Barcola økti til 2-0, sum er ein passalig leiðsla hjá PSG at taka við sær til returdystin [...] n. Lazio – Bayern Munchen 1-0 (0-0) 1-0 Ciro Immobile, 69 Bayern Munchen er í holt við eitt minni gott kappingarár. Eftir 11 meistaraheiti upp í slag, so eru Harry Kane og hansara menn fimm stig aftanfyri [...] aftanfyri Bayer Leverkusen í heimligu kappingini. Liðið er eisini útsligið í týsku steypakappingini og tað krevur ein sigur í returdystinum, um Bayern Munchen ikki eisini verður varpað út úr Champions League
hetta er púra burtur úr vón og viti. Er tað nakað, sum fer at oyðileggja okkara mentan, okkara fatan av at vera føroyingar og okkara alsk til náttúruna, so er tað júst slíkir tilstandir, at fólk ikki longur [...] í náttúruna. Tí hastar tað at lógartryggja rættin at vera í náttúruni! Tað týdningarmesta fyri meg er, at borgarar í Føroyum kunnu ganga frítt í egnum landi. Fleiri halda, at tað er fínt at útlendsk ferðafólk [...] ósamd um, hvat tað er, sum oyðileggur. Eg undrist nógv á hendan eitt sindur arroganta retorikkin, at øll onnur fólk enn bóndin mala, tvassa, tøssa og oyðileggja. Jú, gongd ávirkar. Men tað gera lendisakfør
februar hevur veðrið tó darvað nakað. Skoytubreytin verður opin til 18. februar, so tað er at gera brúk av møguleikanum, nú veðrið er so gott.
myndin heilt øðrvísi út. Á Firum eru tað fleiri kvinnuligir enn mannligir granskarar, og fleiri teirra hava náttúruvísindaligar og tøkniligar útbúgvingar. Tað er gott at síggja, at gentur og kvinnur í Føroyum [...] Tíðindaskriv, Firum Sameindu Tjóðir (ST) tóku stig til dagin í 2015 fyri at varpa ljós á, at tað kring heimin eru ov fáar kvinnur, ið velja at útbúgva seg ella arbeiða innan vísindi, tøkni, verkfrøði og [...] seg at fimta heimsmáli hjá ST, sum er málið at fáa í lag javnstøðu millum kynini. Á heimsstigi eru tað einans umleið 33% kvinnur, ið eru virknar á hesum økjum. Við degnum ynskir ST at kveikja ein áhuga
mongu sum gera B71 til eitt sunt og gott ítróttarfelag. Karl sum hevur verið partur av B71 í meir enn eina hálva øld ætlar at halda fram at virka fyri B71 framyvir. Hini innstillaðu til ársins ítróttarfelagsskap [...] er Ítróttafagnaður í Løkshøll í Runavík. Fyrsti heiðurin í kvøld var: "Ársins ítróttafelagsskapur". Tað gjørdist ítróttarfelagið á Sandoynni, B71 sum gjørdist ársins ítróttafelagsskapur. Tórbjørn Jacobsen
hevur fingið ákoyringar um, at hansara minni ikki er so gott. Joe Biden er føddur hin 20. november í 1942 og fyllir soleiðis 82 ár seinni í heyst. Tað var hósdagin í hesi vikuni, at ein serligur kanningarleiðari [...] Joe Biden sjálvum í Delaware. Robert K. Hur hevur gjørt fleiri viðmerkingar til minnið forsetans, sum eisini hevur verið til umrøðu seinastu dagarnar. Sjálvur hevur Joe Biden víst aftur, at minninum bagir [...] bagir nakað, og hann hevur eisini sagt, at hann er best egnaði maður til forsetasessin tey næstu árini. Fríggjadagin trein eisini Kamala Harris, sum er varaforseti hjá Joe Biden, á pallin og segði, at
Í morginári verður hann so gestur hjá TV2 í sendingini Go morgen DK. Tað verður millum 8:30-08:50 føroyska tíð. Rað er plátufelagið The Bank Records, sum gevur út nýggja lagið hjá Beini, Romeo. Hann hevur [...] nógvari orku, har Beinir setir orð á ófullkomnan kærleika. – Eg skrivaði Romeo, tá gentan, sum eg hevði gott eyga á, var um at koma í klørnar á einum øðrum dreingi. Eg minnist væl, at eg kendi meg ófullkomnan [...] mannin fyri mær. Í ræðsluni fyri, at hon fór at velja hann fram um meg, skrivaði hendan kærleikssangin til hennara, hevur Beinir sagt. Fyri at frætta meira frá Beini, so er at hyggja eftir Go morgen DK í morginári