Gunvá við Keldu hevur gjørt av at gevast í politikki.
Fyrrverandi borgarstjórin í Klaksvík hevur í skjótt 20 ár umboðað Fólkaflokkin í Klaksvíkar býráði, men hon stillar ikki uppaftur á kommunuvalinum í november.
– Høvuðsorsøkin til, at eg gevist í politikki nú, er fyritøkan, sum eg eri partur av. Eg havi brúkt nógva tíð til politikk, og tað hevur órógvað arbeiðið nakað. Tíbetur havi eg góðar samstarvspartar og góð starvsfólk, sum hava verið sera tolin við meg, men nú er tíðin komin at gevast, sigur Gunvá við Keldu við Sosialin um vikuskiftið.
Hon var fyrstu ferð vald í Klaksvíkar býráð í november í 2004, og síðani er hon afturvald fýra ferðir. Árini frá 2009 til 2012 var hon borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og hon hevur eisini røkt fleiri onnur álitisstørv – eitt nú er hon í løtuni forkvinna í IRF.
##med2##
Á seinasta kommunuvali fekk Fólkaflokkurin fimm av ellivu býráðslimum, men fekk kortini ikki borgarstjórasessin. Tað er viðvirkandi orsøk til, at Gunvá við Keldu nú takkar fyri seg í politikki.
– Eg má eisini siga, at eftir seinasta kommunuval var tað sum um, at politiski neistin innan í mær slóknaði eitt sindur. Og hóast samstarvið í býráðnum hevur verið gott hesa tíðina síðani, havi eg hugsað, at eg vil gjarna brúka mína tíð øðrvísi frameftir, so hetta var løtan at gevast í politikki, sigur Gunvá við Keldu.
– Hetta hevur verið ein góð tíð, og eg gevist ikki, tí eg eri ill ella misnøgd um nakað. Tað er fyrst og fremst, tí eg vil raðfesta fyritøkuna hjá mær hægri, sigur hon
Longri samrøða við Gunvá við Keldu kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.