Norski hópdrápsmaðurin Anders Breivik hevur tapt sakarmál ímóti norska statinum, har hann heldur uppá, at viðurskifti hansara í fongslinum eru brot á mannarættindini. Men hesum vísir Oslo Tingrett aftur í eini avgerð í dag.
Sambært blaðnum Aftenposten fer Breivik at kæra avgerðina.
Rættarmáli varð hildið í Ringerike-fongslinum, har Breivik situr, í januar.
Tað er aðru ferð, at Breivik hevur lagt sak ímóti statinum við pástandi um brot á mannarættindini.
Hann varð í 2012 dømdur lógarinnar harðastu revsing upp á 21 ár forvaring fyri at hava dripið 77 fólk í tveimum álopum í Oslo og á oynni Utøya í juli 2011.
Við dóminum fyri 12 árum síðani varð sligið fast, at hann skal sita í minsta lagi í tíggju ár í fongsli.
Eftir 12 ár er tað, sum undir rættarmálinum varð umrøtt sum relativ isolatión, sigur Breivik, at hann hevur fingið álvarsamar skaðar av at sita í fongsli.
Serliga sigur hann, at hann hevur tunglyndi og er á kantinum til sjálvmorð.
Breivik, sum nú kallar seg Fjotolf Hansen, sigur í sakarmálinum, at norski staturin brýtur evropisku mannarættindasáttmálan grein 3. Hon snýr seg um at útseta fólk fyri píning, ómenniskjansliga ella niðrandi viðgerð ella revsing.
Hann hevur eisini saksøkt statin fyri brot á grein 8 í sáttmálanum, sum snýr seg um rættin til privatlív, eitt heim og samskifti.
Men stjórnaradvokaturin Andreas Hjetland vísir aftur pástandunum. Hann segði undir rættarmálinum, at Breivik hevur tað gott í fongslinum.
– Breivik gjørdi eitt val, tá hann valdi at fremja yvirgangsvirksemi 22. juli í 2011. Tað valið hevur fingið stórar avleiðingar, fyrst og fremst fyri onnur, men eisini fyri privatlívið hjá Breivik, segði starvsfelagin hjá Hjetland, Kristoffer Nerland, advokatur.
– Tað er trupult at síggja fyri sær, at Breivik nakrantíð skal hava nakað sum er í nær námind av einum normalum sosialum lívi, um tað er innanfyri ella uttan fyri fongsulsmúrarnar, segði Nerland.
/ritzau/NTB